mánadagur 28. apríl 2008síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
[ Nr. 80 - 28. apríl 2008 ]
Chelsea vann
oddabrakið móti
Manchester United,
og Fulham góvu
bjargingarroynd síni
eina hjálpandi hond,
tá teir komu frá 0-2
støðu, til at vinna 3-
2 móti Manchester
City, samstundis sum
kappingarneytar
teirra í botninum bert
fingu javnleikir
FÓTBÓLTUR
Niels Petersen
niels@sosialurin.fo
Sjálvdan hevur verið eins
tætt í oddinum av Premier
League, og tað er í ár. Nú
bert tríggir dystir íresta, er
knívskorið millum Man
chester United og Chelsea.
Bæði liðini hava 81 stig, og
er United bert frammanfyri
við betri málmuni. Um viku
skiftið var dystur millum
júst hesi bæði liðini, og
vann United hendan dystin,
høvdu teir so gott sum
tryggjað sær meistaraheitið.
Vann Chelsea hinvegin, var
talan um eina av tættastu
endabrestunum í Premier
League í langa tíð.
Chelsea við yvirlutan
Chelsea hevði um viku
skiftið vitjan av Manchester
United, og stóra oddabrakið
var eins tættur dystur, og
man kundi vænta sær. Tá
avtornaði vann heimaliðið
21, og eru nú ósigraðir
heima á Stamford Bridge í
heili 81 dystum. Hetta er
ikki smávegis hagtøl at vísa
á, og ein av stóru orsøkunum
til, at Chelsea er so ovarliga
á stigatalvuni.
Cheslea vann dystin 21,
og málini skutu Michael
Ballack tvey, og einsamalla
málið hjá United skoraði
Wayne Rooney, ið stutt eftir
tað varð útskiftur eftir at
hava fingið smásnuddir.
Írestandi dystirnar hjá
Chelsea eru: Úti móti New
castle og heima móti Bol
ton, meðan United hevur:
Heima móti West Ham og
úti
móti
Wigan.
Skal
Chelsea vinna meistaraheit
ið, mugu teir vinna sínar
írestandi dystir, samstundis
sum at United skal missa
stig í einum av teirra dyst
um. Hetta er lítið sannlíkt,
og má United tí vera at
meta sum favorittar til at
endurvinna meistaraheitið.
»The Cottagers«
kempa fyri lívinum
Fulham hildu lív í vónini
um Premier League luttøku
í næsta kappingarári, tá teir
vunnu 32 móti Manchester
City, meðan Birmingham,
Reading og Bolton, bert
fingu javnleikir.
»The Cottagers« gjørdu
sær sjálvum eina tænastu,
tá teir vunnu ein dramatiskan
dyst um vikuskiftið. Eftir
tjúgu minuttum var støðan
longu 20 til heimaliðið, og
var tað eisini hálvleiksstøð
an, men Roy Hodgson, ið
er venjari hjá London felag
num, man hava sagt nøkur
borgarlig orð til leikarar
sínar. Um tað var orsakað
av orðum venjarans ella
bert tað, at City byrjaði at
taka sær av løttum, er ilt at
siga. Kanska eitt samspæl
av hesum báðum. Hvussu
er og ikki, so varð Diomansy
Kamara skiftur inn, og hann
skoraði eftir at hava verið á
vøllinum eina løtu. Tá Ful
ham so fekk brotsspark tá
14 minuttir írestaðu, var
Danny Murphy fúsur at
skjóta. Fyrst bjargaði Joe
Hart í City málinum, og síð
ani hevði Murphy neyðuga
hepnið, tá bólturin stakk út
til hann aftur, og aðru ferð
var neyvleikin hjá fyrrver
andi Liverpool leikaranum
betur, og so var brádliga 2
2. Fulham, ið hevði verið
fullkomuliga niðurspælt í
fyrsta hálvleiki hevði reist
seg, og kempaði fyrimynd
arliga. Móti dystarenda full
førdi Diomansy Kamara
eitt av teimum heilt góðu
comebackunum, og vunnu
týdningarmikla dystin 32.
Knívskorið í oddi
og botni
Úrslitini um vikuskiftið
Birmingham-Liverpool
2-2 (Forssell, Larsson – Crouch, Benayoun)
Chelsea-Man Utd
2-1 (Ballack 2 - Rooney)
Everton-Aston Villa
2-2 (Neville, Yobo – Agbonlahor, Carew)
Man City-Fulham
2-3 (Ireland, Benjani – Kamara 2, Murphy)
Portsmouth-Blackburn
0-1 (Roque Santa Cruz)
Sunderland-Middlesbr.
3-2 (Higginbotham, Chopra, s.m. – Tuncay, Arca)
Tottenham-Bolton
1-1 (Malbranque - Giannakopoulos)
West Ham-Newcastle
2-2 (Noble, Ashton – Martins, Geremi)
Wigan-Reading
0-0 ()
Í kvøld spæla Derby og Arsenal síðsta dystin í triðseinasta umfari. Dysturin verður spældur á Pride Park