mánadagur 28. apríl 2008síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
tíðindi
Nr. 80 - 28. apríl 2008
- Næstu ferð mugu
vit gera nakrar fastar
reglur fyri, hvussu
uppstillingin skal
fara fram, segði Helgi
Abrahamsen, floks-
skrivari, á landsfundi
Sambandsfloksins
Landsfundur
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í skránni á landsfundi Sam
bandsfloksins fríggjakvøld
ið var eitt nú framløgan hjá
Helga Abrahamsen, floks
skrivara, sum greiddi frá
farna ári.
Árið hevur verið merkt
av, at vit hava havt bæði løg
tingsog
fólkatingsval.
Valstríð eru altíð krevjandi.
Helgi takkaði øllum teim
um, sum hava arbeitt fyri
flokkin og hava stuðlað
flokkinum á hesum báðum
valunum.
Hvussu valini eydnaðust,
eru altíð fleiri meiningar
um, men vit kunnu ikki
síggja burtur frá, at vit vun
nu fólkatingssessin aftur,
sum vit mistu í 2005, og
Sambandsflokkurin er næst
størsti flokkur á tingi.
Uppstillingin
Helgi Abrahamsen vísti á,
at uppstillingin til seinasta
løgtingsval var øðrvísi enn
undanfarin ár, nú Føroyar
eru vorðnar eitt valdømi.
Tíðin frá tí, at lógin varð
samtykt, og til vit skuldu
gera brúk av henni, var
ógvuliga stutt. Tí virkaði alt
nokso kaotiskt.
Hann helt kortini, at hóast
onkran smávegis trupullei
ka, spældi alt val av.
Men næstu ferð mugu
vit í Sambandsflokkinum
tó gera nakrar fastar reglur
fyri, hvussu uppstillingin
skal ganga fyri seg, segði
floksskrivarin.
Helgi Abrahamsen
er floksskrivari í
Sambandsflokkinum
Mynd: Vilmund Jacobsen
Fastar reglur mugu gerast um uppstilling
Landsfundur Sam-
bandsfloksins savn-
aði ikki so nógv
fólk hesaferð, sum
onkuntíð áður. Tá
formansval hevur
verið, hava onkuntíð
tvífalt so nógv fólk
verið á fundi sum á
landsfundinum í viku-
skiftinum, tá fund-
urin ikki var so væl
møttur
Landsfundur
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Kaj Leo Johannesen, for
maður Sambandsfloksins,
hevði einki mótvalevni til
formanssessin í flokkinum
á landsfundi floksins, sum
varð hildin um vikuskiftið.
Landsfundurin, sum varð
hildin í Róðrarneystinum á
Argjum, byrjaði klokkan
19 fríggjakvøldið.
Tað var formaður í lands
felagnum og soleiðis eisini
formaðurin í Sambands
flokkinum, Kaj Leo Johan
nesen, sum setti fundin, og
síðan greiddi floksskrivarin
Helgi Abrahamsen frá virk
seminum í farna ári.
Á skránni var eisini fíggj
arliga støðan hjá flokkinum,
og her var tað kassameistar
in, sum legði fram grann
skoðaðan roknskap, sum
landsfundurin samtykti.
Einki mótvalevni
Á skránni fríggjakvøldið
var eisini val av formanni
og næstformanni til landsfe
lagið.
Formaðurin í landsfelag
num, sum er Kaj Leo Johan
nesen, er samstundis for
maður í Sambandsflokk
inum.
Sitandi formaður og næst
formaður, Kaj Leo Johanne
sen og Jóhan Dahl, halda
báðir fram, tí einki mótval
evni var til hesar postar í
flokkinum hesaferð.
Fríggjakvøldið var eisini
val av grannskoðara og vara
grannskoðara.
Eini 6070 fólk vóru á
landsfundi Sambandsfloks
ins, og tað er út við helming
urin minni, enn tá val hevur
verið um formanssessin í
flokkinum.
Onkur helt skemtiliga
fyri í práti, at kanska skuldi
stríðsval verið í flokkinum
annaðhvørt ár, tí so hevði
fundurin verið betur møtt
ur.
Politiskt kjak
Leygarmorgunin vóru fram
løgur, har lagt varð upp til polit
iskt kjak, og fyrstur at leggja
fyri var formaður floksins, Kaj
Leo Johannesen.
Danski fólkatingslimurin,
fyrrverandi ráðharrin og
formaður í fólkatingsbólki
num hjá Venstre, Hans
Christian
Schmidt,
var
gestarøðari.
Tá landsfundurin uppund
ir endan av leygardegnum
var vorðin samdur um eina
yvirlýsing í fleiri punktum,
fóru fólk til hús at gera seg
klár til veitslu, sum varð
hildin í Róðrarneystinum á
Argjum um kvøldið.
Stríðsval
dregur fólk
til fundar
Formaðurin í
fólkatingsbólkinum hjá
Venstre og fyrrverandi danski
ráðharrin, Hans Christian
Schmidt, var gestarøðari á
landsfundi Sambandsfloksins
Mynd: Vilmund Jacobsen
Einki stríðsval og ongar
grundleggjandi ósemjur
komu fram á landsfundi
Sambandsfloksins í
vikuskiftinum. Á myndini,
Kaj Leo Johannesen, formaður
og Jóhan Dahl, næstformaður
Mynd: Vilmund Jacobsen
Aker Seafood verri úrslit
Tað er ikki bara føroyska fiskivinnan, sum gongur trekari orsakað av høgum oljuprísum og lágum dollara.
Fyrsta fjórðingsár í ár er ikki tað besta, sum fyritøkan Aker Seafood hjá norska ríkmanninum, Kjeld Inge
Røkke, hevur sæð. Hóast eina øking í umsetninginum fyrsta fjórðingsár í ár upp á stívliga 36 norskar
miljónir krónur, er úrslitið kortini helvtina verri enn sama fjórðingsár í fjør. Rakstrarúrslitið fyri avskriving
ar er minkað úr 12,7% fyri fyrsta fjórðingsár í fjør niður í 9,2% fyrsta fjórðingsár í ár. Orsøkin er í fyrsta
lagi, at felagið hevur gjørt íløgur í keypt virksemi, eitt nú í Fraklandi. Úrslitið eftir skatt er 17 miljónir
norskar krónur, og tað er helvtina minni enn somu tíð í fjør. Orsøkin til lakaru gongdina, er, at norska krón
an er økt, og at oljuprísirnir eru hækkaðir. Samstundis er dollarin minkaður í virði. Norska krónan er nevni
liga økt 16% í mun til dollaran í eitt ár. Aker Seafood væntar kortini, at málið hjá felagnum at náa teimum
3 miljardunum í umsetningi, man fara at vera í nánd, tá árið er úti. Tað er Fiskaren, sum ber tíðindini um
gongdina í felagnum hjá norska ríkmanninum.