mánadagur 28. apríl 2008síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28 tíðindi
Nr. 80 - 28. apríl 2008
- Niðurlagingin av
ríkisveitingini var
ein skeiv avgerð, og
hetta sæst eisini aftur
í, at vit ongan fólka-
vøkstur hava. Hetta
kemst sjálvandi av, at
vit enn ikki hava tær
vælferðartænastur,
sum eitt nú Danmark
hevur. Eingin struk-
turbroyting er gjørd
fyri at viga upp
ímóti minkingini
í inntøkusíðuni, ei
heldur eru nýggir
vinnumøguleikar
skaptir, sum hava giv-
ið okkum neyðugu
inntøkuøkingina,
segði Kaj Leo
Johannesen, formað-
ur Sambandsfloksins,
á landsfundi leygar-
dagin
Landsfundur
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Meðan tey formellu viður
skiftini við roknskapi, upp
skotum og vali vóru á skrán
ni á landsfundi Sambands
floksins
fríggjakvøldið,
byrjaðu politisku framløgur
nar við uppleggu til kjak
ikki fyrr enn leygarmorgun
in, tá floksformaðurin, Kaj
Leo Johannesen, legði fyri.
Hann byrjaði við at takka
øllum, sum um dagarnar og
gjøgnum árini á ymiskan
hátt gera eitt gott arbeiði
fyri flokkin.
Jú, meira vit standa sam
an um floksins politikk og
hugsjónir, eru úti við tí
góða og konstruktiva orði
num, duga at fáa tað besta
fram í hvørjum einstøkum
av okkum tess lættari verð
ur at rógva, bæði í ódn og í
logn.
Kaj Leo segði, at tað eru
floksins hugsjónir og floks
ins politikkur, sum saman
sjóvar sambandsfólk í eina
eind, og tað er hesi eind,
sum Føroyar fáa brúk fyri
innan stutta tíð, legði hann
aftrat.
Vit skulu halda fokus á
tað, vit gera gott og rætt og
gera tað enn betri. Sjálvandi
skulu vit eisini gera broyt
ingar, sum eru neyðugar
fyri at røkja Sambandsfloks
ins og harvið føroysk áhuga
mál í øllum lívsins viður
skiftum. Vit skulu gerast
betri til at tosa við hvønn
annan og ikki um hvønn
annan.
Floksformaðurin nevndi
eisini fólkatingsvalið í nov
ember og løgtingsvalið í
januar, og hann nýtti eisini
høvi at takka øllum, sum
høvdu tikið tøk og stuðlað.
Vit høvdu eina fram
gongd á fólkatingsvalinum
upp á 2,1% og vunnu okk
um umboðið á fólkatingi
aftur. Á løgtingsvalinum
høvdu vit eina afturgongd
upp á 2,7%, men varðveittu
kortini talið av umboðum.
Kaj Leo ynskti Edmundi
Joensen tillukku við fólka
tingsvalinum, eins og Rósu
Samuelsen, Magna Laksá
foss og Bjørn Kalsø við løg
tingsvalinum. Hann takkaði
eisini Olavi Enomoto og
Marjusi Dam, sum ikki nád
du um gáttina á løgtingsval
inum hesaferð.
Men tað søguliga er
hent, at hetta er fyrstu ferð
síðan 1906, at Sambands
flokkurin í hesi tingsetuni
hevur havt tvey umboð fyri
Vágar á løgtingi, Rósu Sam
uelsen og Marjus Dam, tá
hann hevur havt sæti á tingi
fyri Edmund Joensen, sum
hevur verið á fólkatingi.
Haltandi gongulag
Í røðu síni segði Kaj Leo
seg ikki vænta, at henda
samgongan fer at sita lein
gi.
Vit í Sambandsflokki
num skulu ikki venja okk
um við leiklutin sum størsti
andstøðuflokkur. Tað eru
longu tekin í sól og mána
um, at andstøðuleikluturin
hjá okkum ikki verður so
drúgvur.
Hann segði, at tað mest
ítøkiliga, sum henda sam
gongan higartil hevur borð
reitt við, er parkering av
fleiri stórmálum og øking
av skattum og avgjøldum.
Stev hava vit ikki sæð
nakað til hjá samgonguni,
men heldur eitt haltandi
gongulag. Hóttanir frá sekst
anda og seytjanda sam
gonguliminum hava gjørt,
at vit í dag hava eitt lands
stýri, sum eingin kann hava
álit á. Har er eingin sam
gongusemja, men heldur
tann bera neyðsemja.
Hann segði, at samgongu
skútan, sum er á veg til
fiskiskap, hevur lagt seg 45
stig, og trupulleikin er, at
hvørki skipari ella teir í
maskinuni megna at rætta
skipið upp.
Í staðin fyri at venda
skipinum og seta fulla ferð
á maskinuna, hevur sam
gongan og harvið skiparin
– av ókendum orsøkum –
valt at lata skipið liggja við
síðuni til, uttan nakran man
øvruførleika. Politiskur sjó
verkur er farin at gera um
seg og avmarkar arbeiðsevn
ini hjá manningini. At sígg
ja til er bara ein vakt
umborð, og tað er hunda
vaktin, segði Kaj Leo, sum
eisini helt fyri, at tað einas
ta, sum semja er um í sam
gonguni, er at seta eina
nevnd at hækka skattir og
avgjøld í Føroyum.
Hetta helt hann vera skila
leyst og eitt beinleiðis álop
á føroyska vælferðarsamfe
lagið.
Dýrari og truplari
Nú hava vit so fingið stað
fest í fíggjarlógini fyri
2008, at tað verður munandi
dýrari at liva og virka í Før
oyum. Fara vit til handils,
kenna vit príshækkingarnar
á egnum kroppi hvønn dag.
Tað verður minni og minni
hugaligt at fylla neyðsynjar
vørur í beriposan, tá vit
hava keypt fyri ein hundrað
krónuseðil.
Hann legði aftrat, at tað
næstan er komið so langt,
at fólk ikki longur hava
brúk fyri beriposanum, tí
vøran fyri ein hundrað
krónuseðil er ov lítil í vavi.
Eitt ítøkiligt hugskot
kundi verið at tikið MVG
av heilsugóðum matvørum,
soleiðis sum vit síggja tað í
øðrum evropeiskum lond
um.
Kaj Leo segði, at oljan nú
er so dýr, at hon er ein bein
leiðis hóttan ímóti okkara
búskapi og vinnulívi.
Taka vit fiskiflotan, eru
djúpvatnstrolarar, partrolar
ar og línuskip sera hart rakt
av hækkandi oljuprísum.
Sama er galdandi fyri tað
vanliga húsarhaldið, sum
fær alsamt fleiri útreiðslur,
meðan inntøkurnar ikki vek
sa. Familjur, sum fyri stutt
um hava sett búgv, standa
fremst fyri, tá høgur olju
prísir og rentuhækkingar
gera tað enn meira trupult
at fáa endarnar at røkka.
Hann helt, at niðurlagingin
av ríkisveitingini var ein
skeiv avgerð, og hetta sæst
eisini aftur í, at vit ongan
fólkavøkstur hava.
Hetta kemst sjálvandi
av, at vit enn ikki hava tær
vælferðartænastur, sum eitt
nú Danmark hevur. Eingin
strukturbroyting er gjørd
fyri at viga upp ímóti mink
ingini í inntøkusíðuni, ei
heldur eru nýggir vinnumø
guleikar skaptir, sum hava
givið okkum neyðugu inn
tøkuøkingina.
Formaður Sambandsfloks
ins helt fyri, at alt ov lítið er
í lønarposanum, og tað eru
ikki hissini avbjóðingar, ið
standa fyri framman, tá
nýggir sáttmálar skulu ger
ast við eitt nú lærarar, peda
gogar og sjúkrarøktarfrøðin
gar.
Í Danmark eru starvsfólk
innan vælferðarøkið ikki
nøgd við eina lønarhækking
Hægri skattir
og avgjøld er
álop á vælferð-
arsamfelagið
- Vit skulu ikki góðtaka, at skattir og avgjøld verða hækkað, tí familjurnar hava meiri enn nóg
mikið við at fáa endarnar at røkka, segði Kaj Leo Johannesen á landsfundi Sambandsfloksins
leygardagin
Mynd: Vilmund Jacobsen
Drúgvar niðurstøður
Vanligt er, tá politiskir flokkar halda landsfund ella floksting, at samtyktir ella niðurstøður verða
skrivaðar, sum síðan verða lisnar upp fyri fundarfólkinum, áðrenn farið verður heim. Soleiðis var
eisini á landsfundi Sambandsfloksins, sum varð hildin í vikuskiftinum. Landsfundurin samdist um
niðurstøður í fimm høvuðspunktum, og í fyrsta punktið í samtyktini var, at bleytu virðini eiga at
verða raðfest hægri enn asfalt og betong, sum tikið verður til í niðurstøðuni. Hetta merkir, sigur
landsfundurin, at 1) Vælferðin hjá øllum í Føroyum skal tryggjast millum annað við góðari røkt av
ríkisfelagsskapinum, 2) Bíðitíðin fyri at fáa viðgerð á sjúkrahúsi skal styttast niður í tveir mánaðir,
3) Sálarliga sjúk og menningartarnað skulu hava ein gevandi og mennandi gerandisdag, 4)
Trivnaður, livikor, útbúgving og mentan skulu raðfestast høgt, 5) Undirskotið uppá umleið 2.000
kvinnur í Føroyum skal minkast við at geva teimum somu tilboð, sum tær hava í hinum partinum av
ríkisfelagsskapinum.