mánadagur 28. apríl 2008síða 29
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
tíðindi
Nr. 80 - 28. apríl 2008
upp á 12,8%. Hetta eru
lønarsáttmálar, sum vit bein
leiðis skulu kappast við,
um vit skulu gera okkum
tankar um at veksa um
fólkatalið í Føroyum.
Hann segði, at hesar krón
ur, ið skuldu gjørt okkum
kappingarfør, vanta í, nú
fíggjarliga rákið er vent,
samstundis sum fiskivinnan
er í vánaligum standi.
Hetta er veruleikin í
dag, og hetta eru fyritreytir
nar, sum Føroyar skulu stýr
ast eftir, nú avbjóðingarnar
hópa seg upp fyri framm
an.
Tunlar í ellubita
Kaj Leo Johannesen nevndi
eisini Sandoyartunnilin og
Skálafjarðartunnilin í síni
røðu og helt fyri, at hesir
eru vavdir upp í ein ellubi
ta.
Nú kunnu hesir tunlar
eisini verða við til at
forkoma ætlanini um nýggj
an miðnámsskúla í Markn
argili. Sjálvandi hava vit
ikki ráð til allar hesar íløgur,
nú fyritreytirnar eru broyttar
fullkomiliga.
Hann helt ikki, at sam
gongan nóg væl dugir at
skilja millum teori, dreymar
og veruleikar, tá íløgur her
og nú, sum hann tók til, sku
lu gerast fyri tríggjar miljar
dir krónur.
Ætlanin at yvirtaka
fíggjareftirlitið er sambært
serfrøðingum burtur úr vón
og viti og eigur ikki at verða
framd, segði hann.
Kaj Leo reisti eisini spurn
ingin, um vit í veruleikanum
hava snorksovið, tá ræður
um at halda Føroyar á ein
um norðurlendskum væl
ferðarstøði, og hann reisti
samstundis spurningin, um
tað veruliga ongan mun at
taka inntøkur upp á hálva
triðju miljard krónur burtur
úr føroyska búskapinum?
Vit skulu ikki góðtaka,
at skattir og avgjøld verða
hækkað, tí familjurnar hava
meiri enn nóg mikið við at
fáa endarnar at røkka.
Formaðurin
endurtók
høgu oljuprísirnar, hækkan
di rentustøði og økta mat
vørukostnaðin.
Hetta er ein hóttan, sum
ikki bert er vend ímóti
familjuni, men so sanniliga
eisini ímóti okkara vinnulí
vi, sum er maskinaríið, ið
skal halda samfelagið gang
andi, segði Kaj Leo Johann
esen, formaður Sambands
floksins.
Vit fara at venda aftur til
onnur viðurskifti í røðuni
hjá honum í øðrum blaði.
Í blaðnum í morgin hava
vit meira tilfar – og myndir
frá landsfundi Sambands
floksins
Mimir
aðalfund ur
Aðalfundur felagsins verður leygardagin tann
10.05.08 kl. 15.00 í hølum felagsins .
Skrá smb. viðtøkum felagsins
n e v n d i n
Fólk hittast til prát úti á gólvinum, meðan kaffisteðgur er á
landsfundinum
Mynd: Vilmund Jacobsen
Politikarar og ungdómur í Sambandsflokkinum stinga høvdini saman – og seta út í kortið
Mynd: Vilmund Jacobsen
Føroyar fastan sess í ST
Í øðrum og triðja punkti í niðurstøðuni á landsfundi Sambandsfloksins, viðger fundurin útbúgving og Føroyar
fram í altjóða samfelagnum. Skúlar skulu dagførast, og útbúgvingarstigið fyri lærarar og pedagogar skal
hækkast líðandi. Tær maritimu útbúgvingarnar skulu eisini raðfestast hægri, eins og Vinnuháskúlin skal gerast
ein hægri altjóða lærustovnur innan maritimar útbúgvingar. Landsfundurin heldur, at útbúgvingarstuðul skal
veitast lesandi frá 16 ára aldri, og altjóða ”seafood management” útbúgving skal setast á stovn á
Fróðskaparsetrinum. Í brotinum um, at Føroyar skulu vinna fram í aljtóða samfelagnum, sigur landsfundurin,
at myndugleikar í høvuðsheitum skulu fylgja tilráðingum frá fiskifrøðingum, tá fiskidagatalið verður ásett.
Føroyar skulu hava ein nógv størri og virknari leiklut í Norðurlandaráðnum enn higartil innan veðurlag og
stovnsrøkt av havsins ríkidømi, og samráðingar skulu takast upp við ES um treytir fyri ESlimaskapi við
undantøkum. Føroyar skulu eisini arbeiða fyri at fáa fastan sess í ST, Sameindum Tjóða, sigur landsfundur
Sambandsfloksins.