Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-28, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. apríl 2008síða 30

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 80 - 28. apríl 2008 tíðindi Føroyingar møtir tú allastaðni, og tað er so satt sum tað er sagt. Sjálvt mitt inni í London má tú ansa tær, hvat tú sigur ÚTISETAR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tað kann vera ein stuttlig kensla at ganga úti á gøtuni og tosa føroyskt í teirri sann­ føring, at avgjørt eingin skilir, hvat tú sigur. Men tað er mangur føroyingur, sum er komin »lort í býin« just av hesum, tí hann hevur verið ov opinskáraður, og so hevur tað víst seg, at tann, viðkomandi hevur gjørt viðmerkingar um, eis­ ini er føroyingur. So illa gekst kortini ikki hjá okkum á Sosialinum, tá vit í leygardagin gingu og prátaðu okkara millum. Men knappliga spurdi ein rødd: »Eru tit føroyingar«? Tað vísti seg, at hóast bert umleið einir hundrað føroyingar búgva í London út av einum íbúgvaratali upp á góðar sjey milliónir, so var tað ein av hesum, vit høvdu rent okkum inn í. Maiken Háberg Hansen lesur tónleikatøkni á Tham­ es Valley University, og hon kundi siga okkum, at vit vóru fyrstu føroyingar, hon hevði hitt, síðani hon byrj­ aði at lesa í London í sep­ tember í fjør. Hetta er ein tríára long útbúgving, og hon visti, at tveir føroyingar framman undan henni høvdu tikið hesa útbúgvingina á Thames Valley. Annars segði hon okkum, at henni dámar avbera væl í London, sum hon heldur er ein »fantastiskur« býur, sum hon tekur til. Jú, vit máttu sanna, at før­ oyingum møtir tú alla­ staðni. Miðflokkurin sigur kortanei til ætlanina hjá Høgna Hoydal at nokta amerikanarum at brúka føroyskt loftrúm í royndunum at verja fólkaræðið og frælsi runt um í heiminum, sum formaður floksins tekur til UTTAnRíkISmál Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Samgongan er rúkandi ósamd um ætlanina hjá Høgna Hoydal at banna allari hernaðarligari flúgv­ ing í føroyskum loftrúmi. Fyrr í vikuni kunngjørdi Høgni Hoydal, landsstýris­ maður í uttanlandsmálum, í Kringvarpinum, at hann ætl­ ar at seta forboð fyri allari hernaðarligari flúgving í føroyskum loftrúmi. Hendan ætlanin er serliga vend í móti amerikanarum, tí illgruni er um at teir brúka okkara loftrúm til at flyta fangar til píningar í fongslum ymsastaðni í heiminum. Men hesum fer Miðflokk­ urin at nokta blankt fyri. ­ Hetta er ikki viðgjørt í samgonguni og hetta hevur heldur ikki undirtøku í samgonguni, so í hesum føri tosar Høgni Hoydal ein­ ans fyri seg sjálvan, sigur Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum. ­ Vit fara undir ongum umstøðum at nokta ameri­ kanarum at brúka okkara loftrúm, tí tað hevði verið ein gráin tøkk at givið teim­ um afturfyri tað megnar ar­ beiði teir gera fyri at verja frælsi og fólkaræðið runt um í heiminum. ­ Tað, sum amerikanarar gera runt um í heiminum, hevur helst bjargað okkum undan mongum bølmennum og tað verður ikki Mið­ flokkurim, sum fer at forða teimum í at útinna teirra verk, soleiðis sum teir halda vera frægast. Umframt at vera formaður í Miðflokkinum, er Jenis av Rana eisini formaður í uttan­ landsnevndini hjá Løgtingin­ um. Og hann sigur, at skal for­ boð setast amerikanarum at brúka okkara loftrúm, skal tað fyri í uttanlandsnevndini og væntar hann ikki, at Høgni Hoydal fær undirtøku fyri tí. Men skuldi tað hent, at meirilutin í uttanlands­ nevndini tekur undir við tí, fer Miðflokkurin at leggja málið fyri Løgtingið og har væntar hann í øllum førum ikki, at meiriluti er fyri at banna hernaðarligari flúgv­ ing yvir Føroyum. Annars er málið ikki við­ gjørt í samgonguni og tí veit Jenis av Rana ikki, hvørja støðu meirilutin í samgonguni hevur og í øll­ um førum fer Miðflokkurin undir ongum umstøðum at góðtaka tað. Propaganda Jenis av Rana trýr ikki ein­ um orði av teimum skuld­ setingum, sum er settar fram ímóti amerikanarum um at teir pína fangar. Hann sigur, at hetta er propaganda frá sokallaðum humanistum og frá Islam og tey í Miðflokkinum hava fult álit á stríðið hjá ameri­ kanarum fyri at verja fólka­ ræðið og frælsið runt um í heiminum, eisini okkara vegna. Hann tekur ikki undir við, at tað skal vera loyvt at pína fangar. ­ Men eg trúgvi rætt og slætt ikki upp á, at ameri­ kanarar pína sínar fangar. Hinvegin ásannar hann eisini, at talan er um yvir­ gangskroppar og hann ivast ikki í, at viðhvørt er neyðugt at brúka “serligar metodur” fyri at fáa upplýsingar fram. Hann vil tó onki siga um, hvat liggur í orðunum “ser­ ligar metodur” og hann vil heldur ikki siga, hvar mark­ ið gongur. Hann endurtekur kortini, at hetta er ikki tað sama sum at heimiðla pín­ ing, tí tað ger hann ikki. Áhugavert at sagt nei Annars vísir Jenis av Rana á, at tað er onki, sum eitur føroyskt loftrúm, tí tað er danskt málsøki so helst gera okkara meining hvørki til ella frá. ­ Útfrá hesum hevði tað verið áhugavert at banna hernaðarligum flutningi yvir Føroyum, tí helst hevði tað hvørki gjørt til ella frá, men hin vegin hevði tað skorið okkara ófrælsi støðu út í papp, heldur Jenis av Rana. Jenis av Rana sigur kortanei Eru tit føroyingar Høgni Hoydal sleppur onki at gera hernaðarligan flutning í føroyskum loftrúmi, tí hann stendur einsamallur í samgonguni, staðfestir Jenis av Rana, formaður í Miðflokkium og uttanlandsnevndini hjá Løgtinginum Tað var av berari tilvild, at vit rendu okkum í Maiken Háberg Hansen mitt inni í London Mynd: Álvur Haraldsen