Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-28, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. apríl 2008síða 31

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 80 - 28. apríl 2008 31 Andlát og jarðarferðir Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Hertha Poulsen, ættað av Tvøroyri, búsitandi á Sandi, andaðist á Landsjúkrahúsinum 26. apríl, 77 ára gomul. Farið verður úr kapellinum mánadagin 28. apríl kl 16. Jarðarferðin verður tysdagin 29. apríl kl 13 úr Sands kirkju. Sungið verður úr sálmabókini. Kristina Tallman, dóttir Jákup í Glasstovuni í Klaksvík, andaðist í New Hampshire, 26. apríl, 91 ára gomul. Sverri Sofus á Garðsendanum frá Norðskála, ættaður av Slættanesi, andaðist leygardagin 26. apríl á Mørkini í Streymnesi, 78 ára gamal. Andlát og jarðarferðir Dagurin 29. apríl. Pætur blóðvitnismaður, deyður í 1252. Dagurin hevur navn eftir einum dominikanamunki, sum varð myrdur av fíggindum í Milano. Leygardagin 3. mai, á Krossmessu, verður tann árligi felagstúrurin MC Boogie, ið er fyri øll motor­ súkkluáhugaði í Føroyum. Sum vant er tað Føroya MC, ið skipar túrinum á vári, meðan tað er Føroya Ellisakfar, ið skipar fyri honum á heysti. Hesir báðir túrarnir plaga at markera ávíkavist byrjanina og end­ an á motorsúkkluárinum, og plaga at vera sera hugna­ ligir. Møtt verður á Shellstøðini við Ringvegin í Havn kl. 10 til ein kaffimunn og okkurt gott afturvið. Einar 100 motorsúkklur plaga at vera við á túrinum, og um 11­ tíðina byrjar felagstúrurin. Koyrt verður fyrst ein túr runt í Havn, og síðani gong­ ur leiðin norður eftir Sunda­ lagnum. Steðgað verður eina løtu við Shellstøðina við Streymin, og eftir ein lítlan steðg, gongur leiðin norður til Eiðis, upp um Eiðisskarð, til Funnings­ fjørð, og suður aftur gjøg­ num Sundalagið. Koyrt verður síðani gjøgnum undirsjóvartunnilin til Vág­ ar og til Sørvágs, har vent verður. Við Vága kunningar­ stovu í Miðvági verður ein langur steðgur. Á kunningarstovuni fæst kaffi og tílíkt, og ymiskar kappingar verða á staðnum, sum t.d. togtogan, slalom­ koyring og sniglakoyring, har vinnarin fær eitt steyp handað. Kl. 19 verður veitsla í felagshúsinum á Velbastað­ vegnum í Havn. Tilmelding til veitsluna á tlf. 211072, áðrenn mikudagin 30. apríl. Øll eru vælkomin. MC Boogie 3. mai Her er ein av myndunum frá stóru real­ skúlaframsýningini, sum Jórunn Dánj­ alsdóttir skipaði fyri í Kommunuskúl­ anum í Havn í fjør. Realskúlaflokkur í 1916. Aftasta rað f.v.: Marni ? (Danmark), Anton Djurhuus (Kollafjørður), Knud Nygaard, Martin Djurhuus og Evald Arge. Fremra rað f.v.: Jacob Jacobsen, Haraldina (Vestmanna) (gift til Hoy­ víkar), Lina á Lag, Tórshavn, og Jørg­ en Frants Jacobsen. Um onkur hevur hug at ogna sær hesa mynd, er viðkomandi vælkomin at venda sær til Jórunn Dánialsdóttir á telefon: 226024. (Mynd nr. 106). Myndaeigari: Lis Rasmussen Realskúlaflokkur í 1916 Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at okkara elskaða mamma, svigarmamma, omma og langomma Katrin Jovina Skarðhamar vanliga nevnd Katrin andaðist 27. apríl í Herborg á Jútlandi, 60 ára gomul. Jarðarferðin verður kunngjørd seinni. Familjunnar vegna Heðin, Eyðvør, Sven, Sólfríð og Ingibjørg nøvn Lesið -so eru tit við!