týsdagur 29. apríl 2008síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 81 - 29. apríl 2008
11
Fegin vóru vit, tí at
lovorðini vóru fagur
tónleikur í oyrunum.
Politikararnir hildu
allir sum ein, at listafólk
áttu at fingið betri kor.
Ongin mótmælti
Valstríðið
Valstríð er ein lítil ábending
um, hvussu politikkurin hjá
einari komandi samgongu fer at
verða tey fýra árini, hon eigur
at sita. Um jóltíðir í fjør, tók
valstríðið dik á seg. Politikarar
brynjaðu seg út til eitt hart
valstríð. Flokkarnir løgdu eina
skrá fyri valið. Einstaklingar
høvdu eisini sína skrá. Hetta
skal verða okkara boðskapur til
fólkið, og okkara boðskapur er
tann besti. Velja tit okkum, fáa
tit í posa og sekk. Ójavnin og
órættvísið í samfelagnum skal
nú verða javnur og rættvísur.
Valstríðið fram til valið í januar
var onki undantak. Hóast tað,
so líktist valstríðið ikki heilt
teimum undanfarnu. Valstríðið
var eitt slag av pappageyka
røðulist. Politikararnir endur
tóku hvønn annan og allar
meiningar vóru eins. Evnini
vóru sólarklár. Nú skuldi
okkurt gerast við hesi sokallaðu
bleytu virðini. Tey bleytu
virðini vórðu millum annað
flokkað í skúlabyggingar, tey,
sum eru menningartarnað og
sinnisveik skuldu fáa betri
sømdir, heilsupolitikk og
mentan og list. Tað er hetta
seinasta, sum hevur mín áhuga
framum hini. Eg royndi at møta
upp til teir politisku fundir, sum
vórðu varpaðir í sjónvarpinum
og í útvarpum. Samstundis,
sum vit royndu at fáa
politikararnar at bera fram síni
sjónarmið viðvíkjandi korinum
hjá listafólkunum, fóru vit í
holtur við eitt lýsingarátak við
slagorðinum: “Mentan selur
fisk. Fiskur selur ikki mentan.”
Alt hetta tilsamans hevði við
sær, at listafólk á fyrsta sinni
komu á breddan í einum
valstríði. Fegin vóru vit, tí at
lovorðini vóru fagur tónleikur í
oyrunum. Politikararnir hildu
allir sum ein, at listafólk áttu at
fingið betri kor. Ongin
mótmælti. Summir settu eina
upphædd á, og vistu at siga,
hvussu nógv skuldi til fyri at
listin skuldi fáa tað, sum henni
varð uppiborin. Vit mettu, at
okkara setanarsamrøða við
politikararnar hevði verið
serstakliga góð. Um slík fólk
søktu arbeiði hjá okkum, so
fingu tey starvið beinanvegin.
Samgongan
Valstríðið fekk ein enda og
samgongusamráðingarnar fóru í
gongd. Úrslitið av hesum
samráðingum varð, at vit fingu
sitandi CHE samgongu. Tá ið
samgonguskjalið varð
almannakunngjørt, brettu vit
bringuna framúr okkum, og
vóru stolt av teimum, sum vit
høvdu verið við til at sett í
starv. Samgonguskjalið var
gott. Har stóð svart á hvítum, at
Mentanargrunnur Landsins
skuldi verða endurskipaður og
ein menningarætlan skuldi
gerast fyri grunnin. Týðara
grunnurin skuldi skipast sum
ein sjálvstøðug konta, ið
Mentanargrunnurin skuldi
umsita. Ein tónlistagrunnur
skuldi setast á stovn. Hesin
parturin sum hevur við grunnar
at gera var so mikið lovandi, at
vit kundu endiliga siga, at nú
fór okkurt at henda. Ongin
mundandi hækking hevði verið
til Mentanargrunnur Landsins
síðani Torbjørn Jacobsen fyri
seks ella sjey árum síðani
tvífaldaði grunnin úr 1,5
millínum og upp til 3 milliónir.
Týðaragrunnurin er sjálvandi
ein sera týdningarmikil
grunnur, um tey, ið flyta
bókmentir úr og í føroyskt, við
reinari samvitsku, skulu fáa
týðarastyrk úr norðurlendska
týðaragrunninum. Tað er altíð
gott at kunna vísa á, at vit hava
sama grunn í Føroyum, soleið
is, at vit ikki eisini har verða
sædd sum nassarar. Týðara
grunnurin var longu ein mis
føðingur í samgonguni, ið sat
undan hesari. Upprunaupp
skotið ljóðaði á 1 millión í ein
týðaragrunn. Tað varð til
600.000 kr. í Mentanargrunnin.
Og nú er hækkingin til Mentan
argrunnin 200.000 kr. í fíggjar
lógaruppskotinum fyri 2008.
Í arbeiðsskjalinum, sum
samgongan hevur skrivað undir
vegna fólkið stendur, at
Tjóðpallurin skal byggjast.
Klárt og greitt. Men ongir
pengar eru settir av til hetta. Í
staðin fyri hevur Tjóðpallurin
fingið eitt sindur meir enn
300.000 kr. og tað er ikki nóg
mikið til at fáa lønirnar hjá
yrkisleikarunum upp á eitt
sámuligt støði. Við øðrum
orðum, so arbeiðir CHE
samgongan ímóti setanar
samrøðuni við fólkið, tey
arbeiða ikki eftir tí arbeið
setningi, sum tey sjálv hava
skrivað undir vegna fólkið. Var
hetta ein privat fyritøka, vórðu
øll rend heim, tí at tey ikki vilja
gera sum tey vórðu samd við
arbeiðsgevaran um.
Framtíðin
Hvørjar eru so vónirnar til
henda landskjøldur, í mentanar
politikkinum? Eg veit ikki at
siga, um vit kunnu trúgva
politikarunum – um vit yvir
høvur kunnu trúgva tí, sum tey
siga, ið landinum stýra. Roynd
irnar prógva tað øvugta. Kallið
okkum bláoygd, men vit vóna,
at nú fíggjarlógaruppskotið
kemur fyri Tingið, og tá ið tað
fer í Mentanarnavndina og í
Fíggjarnevndina, so verður
nógv av hesum broytt. Eg vóni,
at enn eru onkur, sum kunnu
standa við munnligar og skriv
ligar avtalur. At, tá ið tey hava
sagt, at nú skal okkurt henda,
so fer okkurt at henda. Eg vóni,
at Mentanarnevndin fær
ávirkað fíggjarlógaruppskotið
so, játtanin til Mentanargrunn
Landsins hækkar so mikið
nógv, at upphæddin kann vera
við til, at grunnurin kann verða
endurskipaður í samráð við
avvarandi, sum umboða tey, ið
brúka Mentanargrunn Landsins.
Eg vóni, at Tjóðpallur Føroya
fær ta játtan, sum skal til,
solieðis, at grivið verður fyri
einum nýggjum tjóðleikhúsi og
eina hægri játtan til rakstur.
Um eitt hálvt ár skal ein
nýggj fíggjarlóg gerast. Tá vóni
eg, at tað ikki verður sum tað
plagar, at mentanin og listin
aftur verður skúgvað til viks, tí
at nú skal okkurt annað gerast.
Eg vóni at Mentanargrunnur
Landsins fær eina játta, sum
veruliga ger mun, og at tá
liggur eitt uppskot klárt viðvíkj
andi, hvussu grunnurin skal
endurskipast. At farið verður
undir at byggja Tjóðleikhús. Eg
vóni, at ein listaportalur verður
settur á stovn, sum kann virka
sum eitt lið út í heimin, har
útlendingar kunnu fáa fatur á
skapandi yrkislistafólkum, sum
her búgva, og at hetta kann
gerast eitt inntøkugrundarlag
fyri okkum føroyingar. Eg vóni,
at tað verður sett eitt fólk í
starv í SamVit, sum burturav
fæst við at útflyta føroyska list
á høgum støði – eitt slag av
listaumboðsmanni. Eg vóni, at
list gerst ein inngrógvin partur í
allari undirvísing í fólkaskúla
num, soleiðis, at vit kunnu fáa
tann skapandi partin við inn í
skúlaverkið. Men fyrst og
fremst, so vóni eg, at politik
ararnir fara at standa við sínar
munnligu og skrivligu avtalur,
sum teir hava gjørt við fólkið.
Marknaðurin í Føroyum er ov
lítil til, at nakar kann liva av tí,
sum verður skapað í Føroyum.
Verður ikki ein vegur grivin
fyri yrkislistafólkunum, soleið
is, at tey kunnu koma út í heim
til ein størri marknað, so verða
vit verandi eitt lokalt nalvaskoð
andi samfelag, sum ikki kann
samskifta við útheimin. Vit liva
í einum sundurhøgdum heimi,
har einstaklingurin er í hásæt
inum. List er ein savnandi
sjónd. Um føroysku politik
ararnir hava viljan at arbeiða
fyri betri korum hjá listafólk
um, so hava vit enn meira at
standa saman um.
Á sama hátt, sum Landsstýrið
ætlar ella ætlaði at gera íløgur í
gransking (tey vóru eisini við
sviðusoð) og útbúgving, so eru
íløgur til list sama slag av
íløgum. Hetta eru ikki íløgur,
sum streyma inn landskassan
beinan vegin. Hett eru íløgur,
sum koma landskassanum (og
harvið øllum føroyingum) til
góðar um nøkur ár. Ein íløga í
framtíðina.
Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið
Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2008?
Send eina grein til dorit@sosialurin.fo
Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli
Valstríðið, samgongan
og framtíðin
Næstu ferð:
Av tí at halgidagur er hósdagin, kemur næsta tíðargreinin
longu í morgin, mikudag. Dánjal Petur Højgaard, Ph.d
skrivar um tilveruna sum granskari
tíðargreinin
Oddfríður Marni Rasmussen,
formaður í LISA
Tíðargreinin