týsdagur 29. apríl 2008síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 81 - 29. apríl 2008
Hóast eg sjálvur og
Javnaðarflokkurin
gjøgnum fleiri ár hava
mótmælt ólógligum
fangaflutningi í
føroyskum loftrúmi, so
gav Dagur og Vika
mánakvøldið júst øvugtu
myndina. Slíkur
tíðindaflutningur eigur
ikki at verða góðtikin
Kenni væl til strævnu ar
beiðsviðurskiftini á redakt
iónini hjá Degi og Viku. Tí
vóni eg, at tað var strongd
og ikki onnur motivir, ið
lógu aftan fyri tíðinda
innslagið í Degi og Viku
mánakvøldið, har eg kendi
meg stórliga misnýttan í
ávísum politiskum spæli.
Dagur og Vika gav ta
myndina, at eg sjálvur og
Javnaðarflokkurin ongar
trupulleikar hava av Irak
krígnum og hernaðarligari
flúgving í føroyskum
loftrúmi yvirhøvur. Og so
bleiv spurningurin um
ólógligan fangaflutning
vavdur inn í myndina. Lat
meg gera tað heilt greitt.
Eg sjálvur og harvið eisini
Javnaðarflokkurin hava
ferð eftir ferð mótmælt
ólógligum fanglaflutningi í
føroyskum loftrúmi, og vit
hava eisini mótmælt Irak
krígnum. Hesa støðuna
standa vit framvegis við.
Landsstýrismaðurin í
úttanríkismálum, sum ikki
hevur stundir at vera við til
at viðgera fíggjarlógina,
keðir seg eftir øllum at
døma so mikið nógv, at
hann nú vil hava fjølmiðlar
nar at seta dagsskránna fyri
seg í einum máli, sum ikki
er aktuelt í løtuni. Tí verð
ur ein “ballón” send út,
sum er ein samanvavstur
av ymiskum málum. Hetta
hevur hann loyvi til, men
man má sum brúkari
vænta, at fjølmiðlar er krit
iskir og vaknir. Tað er Dag
ur og Vika ikki í hesum
føri. Í staðin spennir hon
seg fyri ein vogn við polit
iskari propagandu. Hvussu
ber tað til dømis til, at man
vil vera limur í Partnership
for Peace, men samstundis
vil venda NATO bakið?
Her er abslolut ongin
samanhangur.
Niðanfyri skal eg fyri
ordans skuld viðleggja sein
asta tilmæli, sum eg gjørdi í
uttanlandsnevndini um hetta
málið. Tað var 12. des.
2007. Síðani tá hevur ongin
umbøn um flúgviloyvi verið
í uttanlandsnevndini:
12. des. 2007: Svar í sam
bandi við ráðførslu løg
mans við uttanlandsnevnd
ina um hernaðarligt
flúgviloyv
Altjóða mannarættindadag
urin er júst farin aftur um,
nú vit vitgera umbønina frá
USA um hernaðarligt
flúgviloyvi í føroyskum
loftrúmi.
Eins og í sambandi við
sama mál seinastu tvey
árini er tað mín avgjørda
hugsan, at Føroyar í svari
sínum eiga at gera vart við,
at vit á ongan hátt góðtaka
loyniligan flutning av
fangum gjøgnum føroyskt
loftrúm við pínslu sum
endamáli. Harnæst eigur
landsstýrið at heita á
donsku stjórnina um at fáa
kannað og staðfest, hvørt
loftrúmið yvir Føroyum
verður brúkt til ólógligan
flutning av fangum.
Av tí, at altjóða samfelag
ið bæði er við í uppbygg
ingini av Irak og í altjóða
stríðnum ímóti yvirgangi,
eiga vit kortini ikki at sýta
fyri at geva loyvi til hernað
arliga flúgving, ið uppfyllir
hesi altjóða endamál. Í
2002 vildi Javnaðarflokk
urin ikki geva sítt samtykki
orsakað av, at ST ikki
hevði góðkent álop á Irak.
Í dag er støðan ein onnur,
nú talan er um uppaftur
bygging av Irak, sum
altjóða samfelagið er við í.
Tískil eiga føroyskir
myndugleikar ikki at seta
seg ímóti, at flogið verður
gjøgnum føroyskt loftrúm
fyri at hjálpa irakska fólk
inum og fyri at útinna
aðrar uppgávur, ið eru
góðkendar og samtyktar av
altjóða samfelagnum.
Við hesum og við við
merkingunum til sama mál
seinastu tvey árini meti eg
meg skilliga at hava gjørt
mína støðu greiða í sam
bandi við hernaðarligt
flúgviloyvi í føroyskum
loftrúmi.
Dagur og Vika ørkymlar hyggjaran
løgtingsmaður
John
Johannessen
Hvørjir eru hesir kosnu
menn, sum við serloyvi frá
okkara miðlum, fáa loyvi
til at tilgykla okkum um
teirra tilvildarliga
frælsislyndi.
Alt ímeðan vit vinda
merkið húnar hátt, og hesir
í hesum róma sníkja seg
inn í okkara hugaheim við
verbalum pedagogiskum
vendingum um frælsið, eitt
frælsið sum einamest
umfatar at kanna og nokta
og gyrða seg inni, og sum
verður umrøtt tá aðrar
tjóðir og ella persónar
nevna Føroyar.
Tað eru ógvusligir
pengar brúktir fyrr, og tit
eru longu byrjaðir aftur,
men hesaferð verður tað
neyvan so lætt. Tjóðar
frælsið er ikki fremst í
tykkara politisku verð,
hóast tit royna at vísa tað,
tað hava vit sæð í áralang
um sjónleiki, har veljarin í
dýrum dómi skal ogna sær
atgongumerkið til nakað,
sum ongantíð verður annað
enn ein sokallað “prem
iera“ ella frumframførsla.
Tveitið teoriirnar og
nærkist nú verunleikanum,
ikki halda okkum fyri
gjøldur meir. Tá tit nú
einaferð finna tað fyri gott
og í skundi fáa ein
fyrispurning, svarið við
størri tygn, og ikki við
einum følskum smíli.
At vit eiga at vita, hvat
fer fram í okkara økjum og
soleiðis eisini loftøki er
sjálvsagt. Hoydal umtalar
ólógligan flutning í “okkara
luftøki “ í degi og viku og
ætlar at steðga hernaðar
flutningi í sama loftøki, her
kemur tað aftur tað nokt
andi og samstundis profil
erandi. Hvør hevur fingið
pengar fyri at umsita
okkara luftøkið? Og hvussu
stóran týdning hevur
tjóðveldið í hesum høpi?
Nei hann átti heldur at
latið ein ovurhond stóran
flogvøll byggja í Føroyum
við amerikanska dollar
anum, nú teir eru farnir úr
íslandi. Hesin guruin hjá
tjóðveldisdroymarum og
føroyskum navlarithøvund
um, er nú rættiliga illa fyri,
og dollarin er ein av grund
unum til støðu íslendinga.
Ikki bara virðisbrøv og lán
i fremmandum gjaldoyra.
So sum Euro.
Hetta átti hann at
umhugsað, áðrenn hann
sigur ov nógv og heldur
upplyst føroysku tjóðina
um mannin sum torir
nevniliga Horowitch ella
Blair.
Tað er ikki langt síðani,
at hann svaraði einum
tráspyrjandi donskum
miðlamanni um viðurskifti
í Miðeystri. Svarið varð
soljóðandi:
”at meðan vit (ameriku
menn) berjast fyri rættind
um, orkukeldum og trúar
frælsi og ímóti terrorismu,
syngja tit protestsangir og
demonstrera, men tá vit
fara úr miðeystri, er alt
Europa í størri vanda, enn
tit kunnu hugsa tykkum, tá
liggja tit allir við reyvini í
ein vissan kumpass
rætning innan tit fáa snarað
tykkum á. Hevur hann ikki
rætt?
Hvat sigur tjóðveldis
hetjan tá. Enn liggur hann
bert á knæ í fólkatinginum.
Ivist ikki í, at hann er
vælmeinandi, men tað er
ikki nokk, nú má teoriin
dvína eina stund.
Hvat segði Blair fyri
fáum døgum síðani, uttan
aldarlanga bardagan sum
umfatar vápn verður einki
vunnið av okkum í vestur
heiminum, tað er burturvið
at hugsa annað. Flestu
fýggindar vesturheimsins
vita, at ein endalangur
dialogur hjá okkum er alfa
og omega, teir vita hvat
teir gera.
Hann hevur nú i nógv ár
tosað um at eiga og tilogna
sær nakað sum eru sjálv
søgd rættindi hjá tjóðini
Føroyar, og sum eg ikki
ivist í verður veruleiki, tá
danska tjóðin hevur fingið
nokk av hálvum sannind
um og grenji og sigur
”kom til bordet og í fár det
i ønsker men betal ved
kasse et“.
Hetta minnir meg ikki
sørt um SEV kampagnu
sum er í hesum døgum, har
ein løntur fer út at siga
føroyingum um, hvussu
teir spara el. Tað er helst
rætt, um tað er 3%, men
sparir tú meir enn 30%, so
skalt tú síggja hvussu
skjótt kilowatt tímin kemur
at kosta meir enn hann ger
í dag.
Langt síðani skrivaði eg
hesar linjur, og tær eru enn
aktuellar:
Tjóðarfrælsið er ikki fremst í tykkara
politisku verð...
Peter sPlidt
AKADEM.. POLIT.
KO. MED HORN.
Roynast her mær
kenslur bundnar
Í fríðum landi valda
villir hundar,
Tíðin ber sár eftir
skrivandi mentan
Meta seg sjálvar so
sera hentar.
Oyðsla burt álit frá
spyrjandi tjóð
Hvaðani fáa vit ráðini
góð.
Kosnir menn fylgja
bundnari rás,
Uttan at vita tað læstir í
lás.
Hollar royndir fyri
teoriini dvína,
Meðan teir sær sjálvum
samsýna.
Innilæst liggur
framkomin vitan,
Draga til sín tann
feitasta bitan.
Kjaftast frítt í øllum
miðlum
Ressast ei úr
dunnuhyljum.
Kámast burtur
fullveldisleið,
Nú hundadagakongur
niðarliga reið.
Um tilfeingið, olju og
blandan fisk
Heilsuskipan og
nýggjan hard diskl
Søgulig brygdi og
oljudans,
Hvør yndkir við
skútuni nýggjan tjans.
Bless
22. partur
Vit eru nú komin til teir
sokallaðu smáu profetar
nar. Lat okkum hyggja eitt
sindur eftir, hvussu teir
byrja sínar bøkur, og hvat
tað er, teir profetera um. Er
tað filosofi ella er tað boð
frá Gudi.
Orð Harrans, ið kom til
Hoseas, son Be`eri, á
døgum Uzziasar, Jótams
o.s.fr., og annað vers sig
ur: Tá ið Harrin byrjaði
at tala við Hoseas, segði
Harrin við hann osf.
Hvat talar Hoseas um?
Júst tað sama, sum Esaias
samtíðarmaður hansara, og
Jeremias og Ezekiel tala
um: Dóm yvir Ísrael og
Juda fyri ólýdni og synd.
Hann profeterar um, at fólk
ið skal fara í útlegd millum
tjóðirnar, og hann talar um
náðilyfti, og at tey skulu
koma aftur. Hoseas profete
rar ikki um heidningatjóð
irnar, eins og hinir gera.
Hoseas livdi í tíðini beint
frammanundan, at Ísraels
ríki fall. Kanska upplivdi
hann, at spádómar hansara
gingu út.
Jóel profetur er næstur í
bíbilskari rekkjufylgju.
Hendan bókin byrjar
eisini soleiðis, at eingin
kann vera í iva um, hvør er
høvundurin. Tað er Gud. 1.
kap. 1.vers ljóðar soleiðis:
Orð Harrans, ið kom til
Jóel, son Petuel.
Og tað, sum Jóel talar
um, er tað sama sum hinir.
Tað stendur einki um, nær
hann hevur livað, men
hann talar um stóra neyð,
sum er í landinum, og
biður fólkið rópa til Harr
an. Hann talar um “dag
Harrans”, sum er ein
myrkur dagur, sum fleiri av
hinum eisini nevna um.
Hann talar náðilyfti til
Ísrael og dóm yvir heidn
ingatjóðirnar. Hann nevnir
um spjaðingina út millum
fólkasløgini og um dómin
yvir heidningatjóðirnar,
sum gjørdu hetta og býttu
landið millum sín. Harrin
skal døma tjóðirnar, men
Juda og Jerúsalem verða
búgvandi í allar ævir.
Síðani koma vit til
Amos. Hann livdi um
somu tíð, sum Esaias og
Hoseas. Kanska hevur
hann verið eitt sindur eldri
enn teir. Hann sigur í 3.
versi í 1. kapitli: So sigur
Harrin. Og hetta endurtek
ur hann fleiri ferðír. Boð
skapur hansara er tann
sami, sum hjá hinum.
Hann talar um dóm yvir
Ísrael og Juda. Eisini um
dóm yvir heidningatjóðir
nar. Hann profeterar eisini
um “Dag Harrans” og um
komandi frelsu Ísraels.
So vit síggja, at hesir
profetar profetera um tað,
sum Andi Guds sigur við
teir um tað ræðuligu
vannlukku, sum skuldi
koma yvir Ísrael fyrst og
síðani yvir Juda eisini. Teir
profetera um, at tey skulu
koma heimaftur úr
útlegdini , tað, sum vit nú
uppliva og síggja fer fram.
Teir profetera um dómin,
sum skal koma yvir hinar
tjóðirnar. Tað standa álvars
ligar hendingar fyri framm
an. Ert tú til reiðar? “Ger
teg til reiðar at møta Gudi
tínum!” Sum Amos sigur í
kap. 4,12.
Framhald
richard
danielsen
Bíblian innblást av Gudi
- ikki mannaorð um Gud