Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-29, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. apríl 2008síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 81 - 29. apríl 2008 13 Andlát og jarðarferðir Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Astrid Frederiksen, Tórshavn, andaðist sunnu­ dag­in á Ellisheiminum 100 ára g­omul. Andakt verður á Ellisheiminum týsdag­in klokkan 16. Jarðarferðin verður úr Kirkjug­arðskapellinum mikudag­in klokkan 13. Tey ið vilja minnast Astrid, kunnu lata eina g­ávu til Ellisheimið í Tórshavn. Petur Skaalum í Hvalba andaðist leyg­arkvøldið, 85 ára g­amal. Farið verður úr kapllinum á Surður­ oyar Sjúkrahúsi týskvøldið klokkan 18 í Hvalbiar kirkju. Jarðarferðin verður mikudag­in klokkan 13 úr Hvalbiar kirkju. Tey, ið vilja minnast Petur, kunnu lata Missiónshúsinum í Hvalba eina g­ávu. Konta í pening­astovnunum. Katrin Skarðhamar andaðist sunnudag­in í Her­ borg­ í Jútlandi 60 ára g­omul. Jarðarferðin verður kunng­jørd seinni. Kristina Tallman, dóttir Jákup í Glasstovuni í Klaksvík, andaðist í New Hampshire, 26. apríl, 91 ára g­omul. Andlát og jarðarferðir Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum at okkara góði pápi, verpápi, abbi og langabbi Svend Joensen frá Gjógv andaðist á Landssjúkrahúsinum 27. apríl, 96 ára gamal. Farið verður úr kapellinum á Landssjúkrahúsinum mikudagin 30. apríl, kl. 17.00. Jarðarferðin verður úr Gjáar kirkju Kristi himmalferðardag kl. 14.00. Fyri tey avvarðandi Arne, Sedea, Henry og Eyðsvein Tey, ið vilja minnast Svend, kunnu lata eina peningagávu til Gjáar kirkju Kunngjørt verður ætt, vinum og kenningum, at elskaði maður og pápi okkara Arnfríður Heiðar Bjørnsson andaðist mánadagin 28. apríl, 60 ára gamal. Oda, Elsa, Helga, Hallberg og Ólafur Dagurin 30. apríl. Severus. Var í fimtu øld biskupur í Napoli. Flag­g­dag­in 25. apríl varð lítla dóttir Súsonnu og­ Heina Kristiansen á Nesi, Miriam Kass Kristiansen, doypt í Fríðrikskirkjuni á Toftum. Tað, sum var serlig­t við hesum barnadópi var, at tað var lang­abbin sum var prestur, ein annar lang­abbi var klokkari, meðan ein abbi var org­anistur. Á myndini eru f.v.: Jákup Kass prestur (abbi Súsonnu og langabbi Miriam) Súsanna Kass Kristiansen (við lítlu Miriam), Heini S. Kristiansen, Súni Kristiansen organistur, (pápi Heina og abbi Miriam), og Heini F. Petersen deknur (abbi Heina og langabbi Miriam) Serligur barnadópur flaggdagin Mikukvøldið tann 30. apríl kl. 20 verður sang­løta í Nólsoyar skúla, har Vest­ manna Kirkjukór syng­ur. Á skránni verður kór­ sang­ur, solosang­ur og­ felag­ssang­ur. Vestmanna kirkjukór er 30 ár í ár, og­ tað er í hesum sambandi at kórið er á ferð. Kórið telur uml. 25 fólk, kórleiðari er Erla Olsen, sum hevur verið leiðari øll árini Tiltakið er heilt ókeypis, men fólk kunnu lata eitt oyra til Vestmanna Kirkju­ kór. Øll eru vælkomin. Vestmanna kirkjukór til Nólsoyar Lesið Sosialin - so eru tit við