Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-29, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. apríl 2008síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 81 - 29. apríl 2008 Mánadagin 21. apríl varð Elsa Olsen á Argjum 99 ár. Í hesum sambandi hava vit verið inni á gólvinum hjá henni og hava fingið eitt prát um hennara langa lív. Hetta var ein hugtakandi løta. Elsa er sjáldsama væl fyri, tá hugsað verður um aldurin, eisini likamliga. Undir prátinum fer hon út í stovuna, upp á ein krakk og so rættir hon seg upp á ov­ astu hill í skápi at taka okk­ urt leskiligt til gestirnar! Ættað av Toftum Elsa er ættað av Toftum. Mamman var Anna, ættað av Selatrað, og pápin henn­ ara var Jógvan í Norði. Tveir beiggjar vóru kendir skiparar, Hans og Matthias Jacobsen. Teir hava átt fleiri skip millum onnur Jógvan Norði, Elsa og Brimnes. Tær vóru fimm systrar. Umfamt Elsu vóru tað Edel, Agnas, Frida og Simona. Frida giftist yvir á Strend­ ur við Gigga á Høvdanum. Hon doyði bert 29 ára gom­ ul frá trimum synum. Ein av hesum er fyrrverandi dóm­ arin Joen H. Andreassen. Tað var nógv jørð í húsin­ um hjá teimum í Norði. Tey høvdu nógvan seyð og altíð 1­2 kýr. Hetta gjørdi, at tað var altíð nóg mikið at gera hjá øllum í húsinum. Hetta var tað vanliga arbeiði við mjólking, hoygging, torv og slakt. Minnist 1. heimsbardaga Elsa er so mikið gomul, at hon minnist 1. heimsbardaga 1914­18. Hon var fimm ár, tá ið bardagin byrjaði og níggju ár, tá ið hann endaði. Serliga minnist hon, at tað kom so lítið av vøru til Føroyar. Hetta var serliga galdandi fyri korn, sum merkti, at tað fekst ikki stór­ vegis av mjøli. Hetta gjørdi so tað, at tey eins og mong onnur fóru at dyrka korn. Elsa minnist, at hon hevði til uppgávu at saksa korn­ veltuna omanfyri húsini. Næsta stigið var so at sáa í veltuna. Tá ið kornið var komið upp á heysti, skuldu øksini skerast, og til hetta varð nýtt­ ur eina stórur sterkur knívur. Kornið skuldi so buntast. Síðan skuldi kornið treskj­ ast. Hetta merkir, at stráini skuldu hálast gjøgnum nakr­ ar tættar rimar, so øksini dutta av. Næsta stig var at turka kornið, og hetta varð gjørt í einum sodnhúsi, sum Høj­ gaardmenninir áttu. Á gólvinum í sodnhúsin­ um var ein fýrakantur, har tað var kynt eitt bál. Øksini vórðu so løgd á eina hill om­ an fyri eldin. Ein abbasystir plagdi at venda øksunum, so tey tornaðu betri. Eisini plagdu tey at steikja epli í glóðunum, og var hetta rætti­ ligt góðgæti. Síðan varð kornið rist í einum sáldi, so dustið kundu sáldast frá. Hetta skreið so illa, tí dustið kom uppá klæðini og eisini inn at kroppin. Tað seinasta stigið var so at mala kornið til mjøl. Tey høvdu kvørn í kjallaranum, so hetta lá væl fyri. Mjølið varð bakað til drýl á komfýrinum, og hetta smakkaði óføra væl. Missión og skúli Elsa minnist eisini væl, tá ið heimamissiónin kom inn á Toftir, har hon hevur staðið sterk síðani. Ein trúboðari, sum búði í Fuglafirði, kom út á Toftir at halda møti. Hann dugdi so avbera væl at syngja, og hetta var nakað sum dámdi børnunum sera væl at lurta eftir. Byrjað var at hava møti inni hjá eini einkju, men her gjørdist skjótt ov trongt, so mátti skúlin lænast. Tað var eisini gingið í kirkju, men bert tá veðrið var gott, tí tað var so langt at ganga út á Nes, har kirkjan var. Mamman var so lamin og hevði ofta nógva pínu, so tað var mest, tá altargongd var, at hon fór í kirkju. Mamman kundi sloppi frá síni plágu við at verða løgd í gips, men tað vildi og kundi hon ikki við øllum, sum var at gera í húsinum. Lærari á Toftum var Johanna, ein fastur Olaf Pet­ ersen, sum annars er kendur sum gamli lærari á Argj­ um. Johanna var sera andalig, og tað var fast at hava and­ akt við byrjan á hvørjum skúladegi. Tey vóru 80 børn til bert ein lærara. Tað var gingið í skúla annan hvønn dag, tríggjar dagar í viku. Flokk­ arnir vóru tríggir. Triði flokkur hevði fullan dag, og teir yngru flokkarnir máttu bíta ein skúladag millum sín. Men kortini lærdu tey væl. Tað komu eisini vikarar. Ein av teimum var Hans J. Højgaard, kendur sum tóna­ skald. Elsa man hava havt góð evni. Hon setti sær fyri at læra seg at lesa, áðrenn hon fór í skúla. Tí var hon ikki sør í lesing og skriving, tá ið skúlagongdin byrjaði. Áðr­ enn tey fóru at lesa katekis­ mus helt hon, at hon í hvussu er skuldu læra seg 1. boð, og tað gjørdi hon eisini. Lærarin mælti eisini til, at Elsa fór at lesa til lærara. Men umstøðurnar vóru ikki til tað. Sorgarleikurin við Onnu Elsa minnist ein serligan sorgarleik, og hetta var, tá ið sluppin Anna fórst uttanfyri Grindavík á Suðurlandinum í 1924 við 17 monnum. Átta av teimum vóru av Toftum og Saltnesi. Hetta var snøgt sagt ræðuligt og rakti bygdina sera meint. Ofta er tað tilvildin, sum ger av, hvør ið er við ein slíkan túr. Beiggin, Hans, hevði verið við árið framm­ anundan og skuldi við aftur. Men hann var so ringur av iskias, at hann kundi ikki fara, og tað bjargaði honum lívið. Hann kom at sigla stóran part av lívinum, og seinastu árini var hann kend­ ur sum skipari á Brimnes. Beiggin, Matthias, kom at gerast ein partur av hesum sorgarleiki. Tey flestu líkini komu á land og vórðu førd til Reykjavíkar. Her lógu nógv føroysk skip inni, og Matthias var við einum av teimum. Hann var tískil við til at eyð­ merkja líkini. Tað hevur verið hart hjá honum at síggja menn, sum hann fyri kortum hevði sæð sum raskar og livandi menn, nú liggja lík. Menninir vórðu síðan jarðaðir í gamla kirkjugarðin­ um í Reykjavík, har allar manningarnar á føroysku skipunum vóru við til jarðar­ ferðina. Ein av teimum, sum annars skipaði fyri, var Alfred Petersen, sum var sjó­ manstrúboðari í Íslandi í mong ár. Her vóru nógvir sorgar­ leikir og lagnur, sum Elsa minnist, og sum var eitt eyðkenni fyri hesa tíðina. Skiparin var Theodor Poulsen av Toftum og átti fýra børn. Kona hansara hevði tveir beiggjar við. Annar, Olevinus, doyði frá sjey synum, sum vóru frá eitt til 13 ára gamlir. Hetta var sjálvsagt eina sera trupul støða hjá mammuni. Fólk vildu fegin hjálpa. Tey komu ymsastaðni frá og bjóðaðu sær til at taka sær av synunum. Fleiri av teim­ um fóru eisini í ymsar ættir. Onkur kom heim aftur seinni. Hetta var barnafor­ sorgin tá í tíðini. Hin beiggin var Edvard. Hann giftist fyrst við eini Elsebeth Mariu úr Ólastovu í Syðrugøtu. Tey fingu eina dóttir, Edda, men mamman doyði í barsilssong. Dótturin fór til Gøtu at vera hjá omm­ uni og abbanum. Hon er í dag 90 ára gomul. Pápin giftist aftur, men tað gekk so illa við fyrstu føðingini, at bæði kona og barn doyðu. Edvard giftist so aftur triðju ferð, og tey fingu ein son. Men tá er tað, at Ed­ vard fer við Onnu og ikki kemur aftur. Tískil doyðu skiparin og hansara tveir svágrar frá 13 børnum. Bert á Toftum vóru 5 einkjur og 20 faðirleys børn. At tæna og so giftast Elsa kom at tæna ymsa staðni, sum tað eisini var vanligt hjá gentum. Eisini at passa konur upp, sum skuldu eiga. Elsa giftist í 1929 við Óla Ing Olsen av Argjum, har tey búsettust Tá var einki sum tað er í dag. Á Argjum vóru tá 16­18 hús. Nú eru tey 650. Óli sigldi til kríggið byrj­ aði. Síðan fór hann at arbeiða á landi, mest í Havn. Hann arbeiddi mill­ um annað á ísvirkinum hjá Valdemar Lützen og eisini hjá Balslev. Tá var at fara til gongu báðar vegir. Varð arbeitt leingi, fór Elsa við døgurða til hansara. Sá ikki dótrina í seks ár Tey bæði fingu átta børn: Nancy, Anna, Erling, Jud­ ith, Jógvan, Frida, Niels Edvard og Gunnar. Anna fekk eina harða lagnu. Hon var deyv um­ framt onnur brek. Tá ið Anna er átta ára gomul fáa foreldr­ ini boð um, at Anna skal sendast til Danmarkar á deyvaskúla. Hetta var í sær sjálvum hart, tí hetta merkti, at hon hægst vildi koma til Føryar eina ella tvær ferðir árliga. Men so kemur bardagin, og hetta merkti, at einki samband var teirra millum í seks ár. Tá Anna er 16 ár kemur hon kortini heim aftur. Hon var tó so skerd, at hon mátti fara niður aftur á stovn, har hon var, til hon doyði 67 ára gomul. Judith er gift í Schweits og Nancy í Bretlandi. Hjá Nancy var tað ein sera rom­ antisk søga. Hon hitti ein breta eitt kvøldi í Havn, og hann fylgir henni til hús. Hann vil fegin hava hennara adressu. Hon skrivar bústað­ in í kavan og væntar ikki at frætta aftur. Men sjeikurin gloymdi hana ikki. Hann skrivaði, og tað endaði við, at tey blivu gift. Hini børnini búgva í Havn og Argjum. Elsa býr einsamøll í húsi. Hon klárar seg sjálv og vil ikki hava heimahjálp. Børnini taka eina hond í, tá ið tað krevst. At fara á ellisheim vil hon ikki hoyra talan um. Hon fer eisini í kirkju hvønn sunnudag ­ til gongu. Tað var áhugavert at hitta hesa bragdligu nærum 100 ára gomlu konuna. Hóast nakað seint fara vit at ynskja henni hjartaliga tillukku við hesum stóra degnum. ó. Elsa 99 ár, frísk og ferðug Hendan myndin av Elsu Olsen av Argjum, sum júst hevur fylt 99 ár, er tikin flaggdagin í síðstu viku Mynd: Óli Jacobsen Elsa og maðurin Óli Foreldrini hjá Elsu, Anna og Jógvan í Norði