Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-29, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. apríl 2008síða 15

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 81 - 29. apríl 2008 15 SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur Tíggjunda og seinasta umfar í liðkappingini í talvi varð leikt leygardagin. Hóast vestmenningar bert skuldu hava eitt hálvt stig, so helt spenningurin sær til síðsta leik Tlav Ólavur Simonsen olavur@sosialurin.fo Alt ella einki: Í fyrstu deild møttust liðini hjá Vestmanna og Klaksvík, sum lógu ávikavist á einum fyrsta og øðrum plássi. Tað var greitt áðrenn dystin, at alt annað enn ein 4-0 sigur til klaksvíkingar gav eitt annað pláss. Tí var taktikkurin hjá klaksvíking- um at hugsa sum einstak- lingar og gera sítt besta. Dysturin gjørdist eisini sera dramatiskur, har tíðin varð brúkt fult út. Fyrsta stigið fór til Klaksvíkar. Á triðja borði gjørdist Martin Brekká ov ágrýtin og eftir einum sniðálopi frá Ólavi Simonsen, var støðan hjá Martin ikki til at bjarga. Steintór Rasmussen strekti seg alt tað hann kundi á øðrum borði, men Carl E. N. Samuelsen vardi seg dyggiliga, og eftir fýra tímar legði Steintór kongin, og Carl Eli hevði tryggjað Vestmanna Talvfelag FM heitið. Á fyrsta borðið telv- aði Heini Olsen við hvítum móti John Rødgaard. Hóast uppgávan næstan var ómøgulig hjá Heina, so megnaði hann at telva seg fram til ein fyrimun. Heini gjørdi tó ein feil í svárari tíðarneyð og tapti tí talvið. Heini kundi lættliga tikið javnleik, men yvirspældi støðuna, tí hann ikki kendi úrslitið á øðrum borði. Finnbjørn Vang hevði yvirvág móti Samson Højgaard á fjórða borði, men teir tóku javnt, tá FM heitið álíkavæl var avgjørt. Sostatt vunnu vestmenn- ingar dystin 2½-1½ og harvið eisini FM 2008. Fyrsta heiðursmerkið Sandavágur var í kapping við Havnina um triðja plássið. Sandavágur hevði munin áðrenn seinasta umfar, og við at vinna 4-0 á øðrum liði hjá vestmenn- ingum settu teir seg fastar á triðja plássið. Hetta er fyrstu ferð í søgu felagsins, at vunnið verður heiðurs- merki í bestu deildini, sum passar væl við at felagið fylti 40 ár fyrr í ár. Vestmanna niður og Havnin upp Havnin vann aðru deild við fimm stigum á odda, so teir koma upp í fyrstu deild í staðið hjá øðrum liði hjá vestmenningum. Hetta er fyrstu ferð, at Havnin hevur tvey lið í bestu deildini. Enn er tað bert Klaksvíkar Talvfelag, sum hevur klárar at varveitt tvey lið í bestu deildini, so spennandi verður at síggja, hvussu Havnin kemur at klára seg. Niðurflytingin úr aðru deild er ikki avgjørd enn, av tíð at Havnin 2 og Sanda- vágur 2 endaðu jøvn. Her verður umdystur telvaður. Rókur skrivað søgu Talvfelagið Rókur, sum kemur av Oyrarbakka, megnaði at vinna triðju deild, og er hetta fyrstu ferð, at felagið er komið upp í aðru deild. Felagið hevur ikki so drúgva søgu, men hevur bygt seg upp sera skjótt, har fleiri ung talentir longu er komin fram í ljósið. Millum teir eldru er tað serliga Finnbjørn Zachariassen, ið telist millum teir bestu telvararnar í Føroyum, sum hevur styrkt liðið. Leggjast kann afturat, at í unglingadeildin var longu avgjørt í næstseinasta um- fari, at Klaksvíkar Talvfelag hevði vunnið. Langt kappingarár Hóast liðkapping nú er liðug, er kappingarárið ikki liðugt enn. Eitt umfari er eftir í longu Grand Prix kappingini, sum verður telvað í Havn komandi leygardag. Í fjør var fyrsta steypa- kappingin koyrd av bakka- stokki, og hetta tiltakið eyðnaðist so væl, at tað er komið fyri at vera. Steypa- kappingin verður telvað 11. mai í Gjáargarði. FM heitið fór til Vestmanna Vestmanna Talvfelag vann FM heitið 2008 við heili fýra stigum framman fyri nærmasta kappingarneyta Støðurnar í ymsu deildunum eftir 10. umfar: 1. deild Vestmanna 1 32,0 Klaksvík 1 28,0 Sandavágur 21,5 Havnin 19,5 Klaksvík 2 14,0 Vestmanna 2 5,0 2. deild Havnin 3 25,0 Kollafjørður 20,0 Toftir 20,0 Klaksvík 3 19,0 Sandavágur 2 18,0 Havnin 2 18,0 3. deild (Cup-Skipanin) 1-2 pláss Rókur 5,0 Gøta 3,0 3-4 pláss Vestmanna 3 5,5 Skopun 2,5 5-6 pláss Sandavágur 3 5,5 Havnin 4 2,5 7-8 pláss Vestmanna 4 7,0 Klaksvík 4 1,0 Unglingar Klaksvík 19,0 Vestmanna 17,0 Rókur 16,5 Havnin 16,0 Sandavágur 11,5 FAKTA