Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-29, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. apríl 2008síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 [ Nr. 81 - 29. apríl 2008 ] Sandoyingar skipa fyri bussferð til Klaksvíkar, hóast B71 skal spæla á útivølli ímóti KÍ yrkakvøld Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað er stórur fótbólts­ spenningur í Sandoy, og tað eru góðar vónir um, at ungu og lítið imponeraðu menn­ inir, sum manna B71, skulu halda fram við góðu gongdini, sum teir hava víst tær seinastu ferðirnar. Felags fyri tvær tær sein­ astu ferðirnar er, at sand­ oyingar hava verið aftanfyri, og at teir so eru komnir aftur í aftur á heimavølli. Ímóti EB/Streymi megnaðu teir at venda 0­2 til 2­2, og í fyrradagin vendu teir 0­1 til 3­1 sigur á Skála. Tað boðar frá góðum morali. Í annaðkvøld skal B71 spæla í Klaksvík. Talan er um yrkakvøld og so langa ferð, sum tað ber til hjá Formula liðnum hjá B71 at fara í ár. Men hetta heldur ikki B71 stuðlunum aftur. Tað verður skipað fyri bussferð av Gomlurætt og norður eftir klokkan 14.30. Eftir strævnu uppgerðina sunnudagin var løtt venjing á skránni í gjárkvøldið. Sammett við sunnudagin verður álopsspælarin Símun Hansen við aftur ímóti KÍ. Leikbannið hjá honum var eisini hesa ferð ein leikdag. Rasmus Nielsen er fram­ vegis knæskaddur, og Eirikur Poulsen, um ikki var við ímóti Skála, er framvegis burturstaddur. Tað kom væl við hjá KÍ, at teir sunnudagin á útivølli fingu eitt stig burturúr ímóti framúr væl spælandi ÍF. Men tað er framvegis trýst á klaksvíkingum, sum illa kunnu liva við øðrum enn fullari úrtøku á heimavølli ímóti B71. Í gjárkvøldið var løtt venjing á skránni. Harley Bertholdsen, sum orsaka av skaða ikki hevur verið við tær seinastu ferðirnar, er komin fyri seg aftur og verður í hópinum í annað­ kvøld. Allir hinir spælarar­ nir, sum vóru við í Fuglafirði, eru eisini tøkir. Jan Andreasen var skiftur inn eftir steðgin, og tað kann roknast við, at hann verður við frá fyrsta bríksli mikukvøldið. Tá ið B71 í fjør í 3. umfari var í Klaksvík, var tað rættuliga undirhaldandi. Úrslitið var 3­3, og soleiðis var úrslitið eisini, tá ið KÍ í 10. umfari var á Sandi. Í 19. umfari vunnu klaks­ víkingar 3­1 á heimavølli ímóti B71. KÍ-B71: KÍ er framvegis í mótbrekku Talan var um ferðmiklar dystir, tá B71 í fjør vitjaði í Klaksvík. Og stendur tað til vertirnar, verður ferðin ikki minni, nú KÍ so harðliga hevur tørv á stigum EB/Streymur hevur fleiri ivamál at dragast við, men teir hava illa ráð at kiksa, nú teir á heimavølli taka móti Víkingi Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað ljóðar sum hart stríð frá farnari øld, tá Víkingarnir úr Gøtu og Leirvík nú skulu til Margáir at dystast. Og tað kann væl vísa seg, at talan verður um harðan dyst. EB/Streymur hevur tvær ferðir á rað spælt javnleik á útivølli, og skulu teir hanga í oddinum, er neyðugt við trimum stigum, nú teir eru á heimavølli. Og eisini Víkingur ætlar sær fleiri stig. Seks stig í fýra dystum halda felagnum miðskeiðis á talvuni, og ætlanin er í øllum førum at sleppa longur upp. ­ Vit vunnu móti føroya­ meistarunum seinast, so vit halda, at vit hava møguleika móti øllum. Og megna vit at halda fast um innsatsin, sum vit sýndu seinast, so dugi eg ikki at síggja, hví vit einki skulu fáa burturúr, sigur Andreas Lava Olsen úr Víkingi. Við undantakið av Áslaki R. Petersen, sum hevur verið skaddur eina tíð, eru allir spælararnir hjá Víkingi tøkir. Ivamál í verjuni Tað eru teir ikki hjá EB/ Streymi. Serliga er tað miðverjan, sum tykist hava trupulleikar. Egil á Bø er aftur hesaferð, eftir at hann hevur sitið leikbann av sær, men bæði Marni Djurhuus og Fróði Clementsen, sum røktu miðverjusessirnar móti B36, eru ivasamir. Og tað kann viðføra eina heilt nýggja verjusamanseting. Og tað telur heldur ikki rætta vegin, at Mikkjal Thomassen eftir øllum at døma má geva avboð. Miðvallarin hevur í eina tíð havt trupulleikar við hæl­ sinuni, og móti B36 noydd­ ist hann av vøllinum, tá tað ikki var hugsingur um at renna meira. EB/S-Víkingur: Víkingar til Margáir Formula-deildin vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 HB 4 3 - 1 - 0 13 2 11 10 2 EB/S 4 2 - 2 - 0 10 4 6 8 3 B36 4 2 - 2 - 0 8 3 5 8 4 NSÍ 4 2 - 1 - 1 5 3 2 7 5 ÍF 4 2 - 1 - 1 4 6 -2 7 6 Víkingur 4 2 - 0 - 2 6 4 2 6 7 B71 4 1 - 1 - 2 6 8 -2 4 8 Skála 4 1 - 0 - 3 4 13 -9 3 9 KÍ 4 0 - 1 - 3 4 10 -6 1 10 B68 4 0 - 1 - 3 2 9 -7 1 1. deild vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 TB 4 4 - 0 - 0 20 0 20 12 2 VB/S 3 3 - 0 - 0 15 4 11 9 3 AB 3 2 - 0 - 1 18 5 13 6 4 07 Vestur 3 2 - 0 - 1 10 9 1 6 5 HB 3 1 - 1 - 1 4 3 1 4 6 Víkingur 3 1 - 1 - 1 4 10 -6 4 7 KÍ 3 1 - 0 - 2 4 15 -11 3 8 EB/S 4 1 - 0 - 3 2 17 -15 3 9 B68 3 0 - 0 - 3 2 8 -6 0 10 NSÍ 3 0 - 0 - 3 4 12 -8 0 Tummas Lervig nýggjur KÍ-formaður Klaksvíkar Ítróttarfelag hevði aðalfund í gjárkvøldið. Millum málini á dagsskránni var val av nýggjum formanni. Bara eitt valevni var. Tað var Tummas Lervig. Tummas er maskinmeistari, og hann hevur siglt nógv í Grønlandi. Seinastu mánaðirnar hevur hann tó arbeitt heima í Føroyum. Hann er sølumaður hjá KJ Hydraulik á Kambsdali. Tummas Lervig kom í Klaksvíkar býráð í mars mánaði, og í nú hevur hann yvirtikið formanssessin í KÍ, sum Torleif Sigurðsson sat í. Síðani Torleif Sigurðsson doyði 12. februar í ár, hevur Nichels Lützen, næstformaður, røkt formanssessin. Í kvøld legði Nichels frá sær eftir langa tænastu í felagnum. Nýggjur í nevndini er Andreas Joseph­ sen, sum er ábyrgdarfólk fyri fótbóltinum. John William Joensen er næstformaður, Guttorm Sørensen er kassameistari og Jóhan Lützen er ábyrgdarfólk fyri samskifti. Formula-deildin Dagur Dystur Dómari 30.04 NSÍ­ÍF Rúni Højgaard 30.04 EB/S­Víkingur Ransin Djurhuus 30.04 HB­B36 Jens Petur Brattalíð 30.04 Skála­B68 Lars Müller