Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-29, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. apríl 2008síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 [ Nr. 81 - 29. apríl 2008 ] Skála-B68: Botnbrak á Skála Ein sigur er tving­ andi neyð­ugur hjá báð­um pørtum, tá nummar átta og tíggju á stigatalv­ uni bresta saman mikukvøldið­ Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo - Tað er einki at ivast í, at hetta er ein av teim­um­ dyst- unum­, sum­ vit skulu vinna. Nú hava vit tapt tvær ferðir á rað, og tí ræður um­ at fáa stig á heim­avølli. Soleiðis sigur Bárður B. Danielsen, nú Skála ger seg til at spæla tað, sum­ líkist einum­ botn- braki m­óti B68 m­iku- kvøldið. Men tað verður eitt sind- ur skerdari m­anning, at Skála fer undir dystin. Alexandur Johansen, sum­ heldur ikki var við á Sandi, er ikki tøkur av arbeiðsávum­, og Erland B. Danielsen hevur skaða at dragast við, og tí verður hann neyvan tøkur til dystin. Hjá B68 er danski Jacob Bym­ar størsta iva- m­álið. Áleyparin noyddist heilt tíðliga av vøllinum­, tá B68 spældi m­óti HB sunnudagin, og tað er iva- sam­t, um­ hann enn er førur fyri at spæla. Øssur Hansen er av- gjørt ein av royndastu m­onnunum­ hjá B68, og hann er ikki í iva um­ týdn- ingin, sum­ dysturin m­ikukvøldið hevur. - Vit hava bara eitt stig enn, so hetta er ein dystur, sum­ vit helst skulu vinna. Og í øllum­ førum­ er sera um­ráðandi, at vit ikki tapa, sigur hann. Og tað er við góðum­ treysti, at Øssur og lið- felagarnir fara undir uppgávuna á Skála. - Hóast vit hava tapt tríggjar av fýra ferðum­, so hevur hugburðurin verið fínur seinastu dystirnar. Og halda vit fast í hesum­, so haldi eg avgjørt, at tað eru góð útlit fyri dystinum­, sigur hann. Við­ einum sigri kann HB av álvara krøkja grannarnar av í oddastríð­num, með­an árstalsfelagið­ hinvegin enn eina ferð­ skal til próvtøku Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Undan kappingarbyrjan vóru kanska ikki tey heilt nógvu, sum­ roknaðu við, at talan skuldi verða um­ oddabrak, tá HB og B36 dystaðust. Júst tey bæði liðini hava m­eira enn nakar annar sett sín dám­ á føroyskan fótbólt seinnu árini, m­en eitt ættarliðsskifti hjá B36 bar við sær, at vónirnar til teir hava verið skrúvaðar nakað niður. Eftir fýra heim­adystir er B36 tó fram­vegis væl við, og teir siga seg aftur fara eftir øllum­, nú m­ótstøðan kem­ur frá grannunum­. Óbroyttar manningar HB varð hinvegin frá byrjan roknað m­illum­ favorittar- nar, og við 10 av 12 m­øgu- ligum­ stigum­ hava teir eisini livað upp til hetta heitið. Eisini hóast talan bert gjørdist um­ javnleik á Toftum­ sunnudagin. Og hjá báðum­ pørtum­ verður hópurin helst neyvt tann sam­i hesaferð, sum­ hann var um­ vikuskiftið. Hjá HB er Marcyn Dawid fram­vegis skaddur, m­en Tróndur Vatnham­ar prógv- aði seinast, at hann vælk og virðiliga er førur fyri at loysa av í m­álinum­. Longur fram­m­i á vøllinum­ er Páll Mohr Joensen við at kom­a seg eftir skaða, m­en tað er tó ivasam­t, um­ hann er við í hópinum­ hesaferð. Hjá B36 var Ingi Højsted einasta fráveran seinast, og hann er enn ikki tøkur. Allir hinir í hópinum­ vandu tó longu aftur m­ánakvøldið, og so er spurningurin bara, um­ Heðin Askham­ blandar kortini á sam­a hátt hesaferð. HB-B36: Fyrsta slagið um høvuðsstaðin Eftir at hann var sjúkur fríggjakvøldið­ er NSÍ lið­formað­urin tøkur aftur, nú væl uppløgdu fuglfirð­ing­ arnir koma at vitja Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað er ógvuliga gott fót- bóltslag í Fuglafirði. Upp- flytararnir í ÍF hava staðið seg væl, og nú teir fara til Runavíkar, ætla teir sær at fáa stig: -Vit verða fegnir, um­ vit fáa stig við okkum­ til hús aftur, og sjálvandi vilja vit fegnir vinna øll stigini, sigur m­iðverjin Bartal Eliasen, sum­ skoraði annað m­álið, tá ið ÍF sunnudagin á heim­avølli spældi 2-2 ím­óti KÍ. Allir fuglfirðingarnir, sum­ vóru við ím­óti KÍ, eru tøkir. Tað er ikki frítt, at tað er kapping um­ plássini. Sunnudagin var Knút Vest- urtún í m­iðverjuni sam­an við Bartali. Undanfarnu ferðirnar hevur John Thom­- sen verið í tí leiklutinum­. Fuglfirðingar siga seg vera tilvitaðar um­, at talan hesa ferð verður um­ stóra uppgávu, og at tað ræður um­ at taka sjálvsálitið frá undanfarnu ferðunum­ við til Runavíkar og at hava fokus á avbjóðingini, sum­ stendur fyri fram­m­an. Í 2006 endaði ÍF aftast í bestu deildini. Tað árið spældu fuglfirðingar tvær ferðir við Løkin. Í 7. um­fari taptu teir 6-1, og í 10. um­fari taptu teir 3-0. Higartil hevur tað ikki hilnast m­eiri enn passaligt hjá NSÍ, sum­ ikki hevur fingið spælið at hingið sam­an soleiðis, sum­ teir fegnir vilja hava tað at gera. Ein av spurningunum­, sum­ hongur í leysum­ lofti, er, hvussu frem­stu álopspláss- ini skulu verða m­annað. Fríggjakvøldið vórðu bæði Andy Olsen og Øssur Dalbúð skiftir inn, tá ið tað restaðu tjúgu m­inuttir, og tað kann væl vera, at teir báðir fara at fáa m­eiri spælitíð m­ikukvøldið, enn teir fingu fríggjakvøldið. Fríggjakvøldið var NSÍ liðform­aðurin Óli Hansen ikki við orsaka av sjúku. Óli vandi í gjárkvøldið. Í kvøld halda teir í NSÍ frí, og tá ið teir í annaðkvøld fara at renna inn á vøllin at spæla ím­óti uppflytarunum­, verður Óli Hansen ím­illum­ teir fyrstu ellivu. Uppflytarin kann hótta meistaran Higartil hava HB og B36 dystast tríggjar ferðir í ár. Tveir vinardystir og ein dystur í kappingini um Løgmanssteypið eru allir endaðir við javnleiki Sajdak skorar í Finnlandi Tað hepnaðist ikki heilt so væl, tá GÍ í fjør styrkti sær um­ álopspartin við pólverska Tom­asz Sajdak. Bert tvey m­ál gjørdist talan um­ í fjør, og tað var ikki nóg m­ikið at sann- føra leiðsluna í felagum­ um­, at hann skuldi verða partur av nýggja Víkingi. Ístaðin hevur Sajdak gjørt sáttm­ála við finska HJK Helsinki, og har hevur hann longu gjørt vart við seg. Sajdak var nevnliga m­aðurin, sum­ skoraði fyrsta m­álið, tá HJK um­ vikuskifitð vann 2-0 á útivølli m­óti Marieham­n. Talan var um­ fyrsta um­farið í finsku landskappingini. WBA aftur millum tey bestu Eitt stig var nóg m­ikið hjá West Brom­wich, tá teir í gjárkvøldið skuldu tryggja sær uppflyting til Prem­ier League. Á heim­avølli fingu teir vitjan av Southam­pton, sum­ fram­vegis er í niðurflytingarvanda. Southam­pton kom­ á odda í 77. m­inutti, m­en Chris Brunt javnaði fyri heim­aliðið sjey m­inuttir seinni. Eina stigið sendur West Brom­wich á eitt deilt fyrsta pláss sam­an við Stoke City. Eitt um­far er eftir í The Cham­pionship, og kappingin um­ hitt uppflytingarplássið er fram­vegis hørð. Her liggur Stoke best fyri, m­en tapa teir næsta dyst, sam­stundis sum­ Hull vinnur sín dyst, verður tað gam­la felagið hjá Julian Johnsson, ið sleppur at spæla í Prem­ier League kom­andi kappingarár. Hóast Hull kann kom­a ájavnt WBA í stigum­, so er m­álm­un- urin hjá WBA som­ikið góður, at uppflytingin longu er veruleiki.