týsdagur 29. apríl 2008síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
[ Nr. 81 - 29. apríl 2008 ]
774
runnu á
flaggdegnum
Talan var um met, tá
Bragdið skipaði fyri
Flaggdagsrenning
fríggjadagin.
Ikki færri enn 774
luttakarar høvdu boðað
frá luttøku, og av hesum
runnu ella gingu tey
591 allan tein.
Góða veðrið hevði
helst sítt at siga, men
ikki minst fegnaðust
fyrireikararnir um, at
fleiri stór virki høvdu
eggjað sínum starvs
fólkum til at taka lut í
kappingini.
Soleiðis
vóru ikki færr enn 71
lið við í kappingini.
Fremstu rennararnir í
kappingini vóru annars
Guttormur
Sørensen
hjá monnum og Bjørk
Herup
Olsen
hjá
kvinnum.
-mørk
Hálvt
marathon
leygardagin
Leygardagin
klokkan
17 verður startskotið til
FMkappingina í hálv
um marathon latið av.
Teinurin, sum er 21,1
km langur, byrjar og
endar á Bursatanga.
Umframt at talan er
um FMkapping, er
talan eisini um opna
kapping. Og tí kunnu
øll tey, sum hava hug at
royna seg, tekna seg til
kappingina.
Tilmelding fer fram á
heimasíðuni, www.
athletics.fo, og er evsta
freist
fyri
hesum
fríggjakvøldið.
-mørk
SUM Smáunglinga
meistarastevnan í
svimjing varð hildin
í Vági fríggja og
leygardagin
Svimjing
Tíðindaskriv
Tað var stúgvandi fult av
fólki í svimjihøllini í Vági
fríggjadagin, tá SUM 2008
byrjaði. Byrjað var við
skrúðgongu har allir luttak
ararnir við Merkinum á
odda komu inn í høllina.
Síðani setti borgarstjórin
í Vági Kirstin Strøm Beck
stevnuna. Hon helt eina
megnar talu, har hon hug
leiddi um svimjing fyrr og
nú, og um tað, ið hesi ungu
leggja í svimjingina. Hon
segði seg duga at svimja,
men helt fyri, at tað var
nokk mest tað, at hon dugdi
at flóta, meðan framdriftin
nokk ikki var so stór.
Síðani varð farið til
kappingarnar, og her var
tað heimaliðið, ið tók sær
av flestu heiðursmerkjun
um. Býtið av hesum var
annars, sum víst á talvuni.
Heimaliðið vann flestu heiðursmerkini, tá
Smáunglingameistarastevna var í Vági fríggja- og leygardagin
Suðuroyggin
vann mest
Felag
Gull
Silvur
Bronsa
SuSvim
13
9
8
Reki
8
5
2
Ægir
5
9
11
HS
5
1
4
Flot
3
5
1
FS
0
2
1
Skeggjar
0
0
2
FAKTA
Eftir keðiliga 00 javn
leikin í tí, sum varð rópt
fyri dreymadysturin,
skulu Manchester United
og Barcelona í kvøld finna
útav, hvør teirra skal
spæla Champions League
finalu í Moskva
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Fyri fótbóltsfjepparar kring alt
Europa var talan um leikligt
vónbrot, tá Barcelona og
Manchester United dystaðust
á Camp Nou í Barcelona
seinasta mikukvøld.
Í kvøld er so seinna hálv
finalan á skránni, og hóast
vónbrotið seinast, so er lítil
ivi um, at vónirnar til eitt satt
brak eru stórar.
Skal Barcelona vinna seg
víðari, so er neyðugt at skora
– um ikki annað í brots
sparkskapping – men venj
arin, Frank Rijkaard, ætlar tó
ikki, at tað skal koma
somikið langt.
Móti Manchester United
mugu vit spæla væl. Og tað
nyttar okkum einki at spæla
verjufótbólt. Vit noyðast fram
at leggja trýst á teir, sigur Frank
Rijkaard undan dystinum.
Hollendski venjarin sigur
eisini, at tað væl kann vísa seg
sum ein sera dýrur avbrennari,
tá Ronaldo kiksaði brotsspark
á Camp Nou mikukvøldið.
Seinastu dystirnir hevur
Manchester
United
ikki
spruttað heilt so nógv, og við
bara fimm stigum í seinastu
fýra dystunum eru fólk farin
at tosa um kreppu, nú tað í
mesta lagi eru fýra dystir
eftir at spæla. Ein kreppa,
sum kann bera við sær, at
einki gull kemur til Old
Trafford í ár.
Men slíkt tos vil Sir Alex
Ferguson als ikki hoyra talan
um. Til oddabrakið leygar
dagin valdi hann at hava
Cristiano Ronaldo og Carlos
Tevez á beinkinum. Og tað
er ikki nakað, sum venjarin
nú angar.
Við somikið stórum
dystum við somikið lítlum
skotbráði var talan um eina
lætta avgerð. Hetta felagið
hevur uppiborið allar møgu
leikar í Europa, og tí varð
avgerðin tikin.
Og eg havi fult álit á
mínum spælarum. Sjálvandi
var vónbrotið stórt leyg
ardagin, men vit noyðast at
vinna dystin í kvøld, um vit
skulu víðari, sigur Sir Alex
Ferguson.
Við 11 heimasigrum á rað
hevur Manchester United
metið í europiskum høpi, og
tað metið kann økjast, um
talan aftur verður um sigur í
kvøld.
Rijkaard vil leypa á
liðið
Tróndur Vatnhamar (HB)
Atli Gregersen (Víkingur)
Ove Nysted (KÍ)
Alexander Jovevic (ÍF)
Levi Hanssen (EB/Str.)
Jann Ingi Petersen (B68)
Bárður Olsen (EB/Str.)
Alex José dos Santos (B36)
Gudmund S. Nielsen (B71)
Andreas Lava Olsen (Víkingur)
Balazs Sinko (ÍF)
U17 landsliðið úttikið
Pætur Clementsen og Áki Johansen hava nú sett nøvn á spælararnar, sum skulu mynda
U17 bruttohópin. U17 landsliðið skal spæla tvær altjóða kappingar í summar. KÍ og
HB hava nógvar góðar dreingjaspælarar, tí 15 spælarar úr hesum feløgum hava fingið
boð til bruttohópin. Úttiknu spælararnir til U17 bruttohópin eru: Teitur Gestsson, Ivan
Joensen, Helgi Samson, Sørmundur A. Kalsø, Aksel Dalgaard, Johan Jacobsen, Heðin
Klakstein KÍ, Kristian Joensen NSÍ, Dánjal P. Í Búðini, Hallur Hansson, Jógvan Skeel,
Ludvík Súnason, Jónberg á Mýrini, Andras B. Vágsheyg, Páll Holm Jacobsen, Sørin
N. Samuelsen HB, Sámal Weihe SKÁLA, Bárður Hansen VÍKINGUR, Bogi R.
Petersen, Ari Ellingsgaard ÍF, Holgar Djurhuus, Rógvi E. Nielsen, Eli F. Nielsen 07
Vestur, Magnar Vang, Gilli Sørensen, Rógvi Joensen, VB/Sumba/TB, Hans H.
Ejdesgaard EB/Streymur. Fyrsta venjingin hjá hópinum verður í Havn sunnudagin.
Ronaldinho 300 mió
Hóast Barcelona í kvøld stendur fyri helst stør
sta dystinum á árinum, so eru tað eisini onnur
viðurskifti, sum hava rúgvað nógv seinastu
tíðina. Eitt nú ljóðar fyri vist, at brasilski Ronal
dinho er á veg úr felagnum, men Barcelonafor
setin, Joan Laporta, sigur, at hetta undir ongum
umstøðum verður ókeypis. Tað einasta, sum eg
havi sagt, er, at Ronaldinho kostar 40 milliónir
evrur (300 mió kr.). Og so fáa vit at síggja, um
hann heldur fram í felagnum ella ikki, sigur
Laporta við spanska miðlar.
Sosialurin mannar Formula-liðið við teimum spælarum, sum stóðu seg best í
4. umfari av Formula-deildini