týsdagur 29. apríl 2008síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Við einum virðistapi
upp á 67% hetta
seinasta árið, fær
flogfelagið SAS
eina keðiliga topp-
staðseting á listanum
yvir flogfeløg í
Evropa, ið hava mist
mest marknaðarvirði
FLOGVINNA
Finnur Sivertsen,
búskaparfrøðingur
Business-line
bs@post.olivant.fo
www.bl.fo
Ikki allar topp-staðsetingar
eru av tí góða. Tað má stóra
norðurlendska flogfelagið
SAS ásanna, eftir at felagið
nú liggur ovast á listanum
yvir flogfeløg, ið hava mist
mest marknaðarvirði hesar
seinastu 12 mánaðirnar.
Felags
norðurlendska
flogfelagið hevur mist 67%
av sínum marknaðarvirði
hetta seinasta árið, og saml-
aða virðið á felagnum ligg-
ur nú niðanfyri sjey milli-
ardir kr., vísir ein nýggj
uppgerð.
Ikki bara SAS
Eisini onnur flogfeløg hava
mist meira enn 60% av
sínum virði, herundir stóra
bretska flogfelagið British
Airways og lágprísflogfe-
lagið Easyjet. Somuleiðis
hava risastóru flogfeløgini
Air France/KLM og týska
Lufthansa mist ávikavist
helmingin og fimtingin av
sínum marknaðarvirði hetta
seinasta árið.
Undantakið
Norwegian
Bara norska lágprísflogfe-
lagið
Norwegian
hevur
megnað at økja sítt markn-
aðarvirði í eini tíð, tá útlit
eru til niðurgongd í heims-
búskapinum, og methøgir
oljuprísir senda flogfeløgini
út í ein kollektivan niður-
túr.
SAS kundi ikki innfría
sínar spariætlanir
At tað júst er SAS sum ligg-
ur ovast á tapslistanum, eru
tað sambært serfrøðingum
fleiri orsøkir til, umframt
tær, ið hava rakt alla flog-
vinnuna.
- Fyri tað fyrsta var kurs-
urin á SAS partabrøvunum
í so høgt ásettur fyri einum
ári síðani, tí vónir vóru um,
at kunngjørda strategi- og
spariætlanin hjá leiðsluni
kundi givið felagnum hækk-
andi inntøkur.
Men síðani hevur leiðslan
hjá SAS viðgingið, at hon
ikki hevur megnað at gjøg-
numføra
spariætlaninar
sum vónað, men bert spart
25% móti teimum 33% sum
áður mett. Hetta hevur gjørt
íleggjarar ótryggar, sigur
Brian Børsting, partabræva-
greinari hjá LD Markets.
Hann vísir á, at SAS teir
fyrstu mánaðirnar í árinum
hevur havt eina lækking í
flogferðaprísum millum 5
og 8% samstundis sum
útreiðslur til brennievni
støðugt hækka munandi.
Og tá ein príslækking upp á
eitt prosentstig gevur eina
inntøkuminking upp á 300
mió kr., so er hetta sum
eiturevni hjá einum felag,
ið hevur ætlanir um at fleir-
falda inntøkurnar innan
2011.
Dash kostar cash
Ein trupulleiki kemur sjáld-
an einsamallur. SAS hevur
seinasta árið havt ikki havt
færri enn trý álvarslig
óhapp við sínum sonevndu
Dash-flogførunum,
ið
seinni er tikin úr rakstri.
Hetta hevur sett síni djúpu
spor í felagið og bert gjørt
trongu støðuna hjá SAS
uppaftur verri, sigur Brian
Børsting,
partabrævaser-
frøðingur.
SAS-partabrøv í fríum falli
Mats Jansson, forstjóri í SAS:
- Tað er ov stórt gap millum
tað, vit hava megnað, og
tað, vit settu okkum fyri.
Hetta er eitt keðiligt tekin
um, at vit ikki evna at taka
rættar avgerðir og ikki
gerða neyðugar broytingar
rættstundis
Óhappini við sokallaðu
Dash-flogførum í somu
viku í fjør heyst settu hvøkk
í ferðafólk hjá SAS
Vinnan
Vinnutíðindi í Sosialinum fast hvønn týsdag
– eisini aðrar dagar