týsdagur 29. apríl 2008síða 5
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 81 - 29. apríl 2008
5
Nýggi sjónleikara
bólkurin, Huðrar,
hevur komandi
leygardag frumsýning
av leikinum Othello
hjá Shakespeare,
sum Hanus Kamban
hevur týtt. Tað eru 11
framførslur á skránni,
og tær verða allar í
Sjónleikarhúsinum í
Havn
LeikList
Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Ein nýggjur sjónleikarbólk
ur, ið varð stovnaður í jan
uar í ár, og sum kallar seg
Hurðar, kemur komandi
vikuskifti við einum leiki
eftir Shakespeare. Kendi
leikurin, sum Hanus Kamb
an hevur týtt, er Othello.
Listarliga vegleiðing og
leikstjórn stendur Hans Tór
garð fyri, meðan Jóna Thom
sen hevur gjørt koreografi
og luttekur eisini sjálv við
dansi í sjónleikinum.
Leikararnir,
ið
sjálvir
hava tikið stig til sjónleikin
og nýggja bólkin, eru sjey í
tali. Tey eru Sóley Daniel
sen, Durita Dahl Andreas
sen, Tjóðhild Patursson,
Búi Rouch, Jákup Wardum,
Dávur Djurhuus og Edvard
Skúvadal. Leikurin er vand
ur í einar tríggjar mánaðir.
Othello er ein gamal leik
ur, men kjarnan í søguni er
tíðarleys. Sum eitt nýmótans
ískoyti er livandi tónleikur,
dansur og ljós ein týðandi
partur av framførsluni. Tón
leikararnir eru Búgvi J.
Magnusen, John Ivar Venn
ed, Ísak Petersen og Mattias
D. Kapnas.
Sýningarnar byrja klokk
an 20 hvørt kvøld frá 3. maj
og atgongumerki á 125
krónur fáast til keyps í
Kunningarstovuni og ein
tíma undan hvørjari sýning
í Sjónleikarhúsinum.
Shakespeare í
Sjónleikarhúsið
Yvirlýsing
Á aðalfundinum hjá Javna í Havn leygardagin 26/4-
2008 varð niðanfyri standandi yvirlýsing samtykt:
Javni hevur staðfest, at ein samd rættarnevnd hevur mælt frá at
taka undir við uppskotinum at seta donsku verjulógina (værge
målsloven) í gildi í Føroyum, tí tað krevur dagføring av so nógvum
øðrum lógum. Rættarnevndin ásannar samstundis, at tað er tørvur
á at dagføra lóggávuna á økinum.
Javni heitir tí við hesum staðiliga á Føroya Løgting at leggja upp
skotið at seta donsku verjulógina í gildi í Føroyum fram av nýggjum
eftir ólavsøku – og at brúka tíðina til tá til at dagføra tær lógir, ið
krevjast.
Samstundis heitir Javni staðiliga á Føroya Løgting at seta ST
sáttmálan um javnrættindi fyri brekað í gildi í Føroyum, samstundis
sum hann verður settur í gildi í Danmark.
Soleiðis samtykt á aðalfundi Javna í Havn 26/4-2008
Hanus Kamban hevur týtt Shakespeare-sjónleikin, Othello, sum fyrstu ferð verður sýndur í
Sjónleikarhúsinum leygardagin
Í kvøld kl 19.00 fer Havnar
Ungdóms Hornorkestur og
orkestrið Spírar at hava
konsert í Miðlahúsinum
H.U.H hevur verið virki í
fleiri ár. Síðstu tvey árini
eru fleiri av teimum eldru
spælarunum fluttir av land
inum í lestrarøðrindum og
hevur orkestrið síðani fing
ið fleiri nýggjar spælarar.
Bæði Spírar og H.U.H
eru tónleikabólkar á Tórs
havnar Musikkskúla. Venj
arar hjá H.U.H eru Ken
Jones og Ólavur Olsen og í
Spírum Ken Jones og Bjarni
Berg
Konsertin verður sum
áður nevnt í kvøld kl 19.00
í Miðlahúsinum og er hon
ókeypis.
Horntónleikur
í Miðlahúsinum