Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-29, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. apríl 2008síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 81 - 29. apríl 2008 Stutt Sagt Skúlabørn mintust Saddam Fleiri hundrað skúlagentur komu í gjár saman við grav­ staðin hjá fyrrverandi irakska forsetanum Sad­ dam Hussein, sum hevði fylt 71, var hann á lívi. Sad­ dam var føddur í býnum Awja tann 28. apríl í 1937, og hóast hann er hataður víða um í heimlandinum og aðrastaðni, er hann fram­ vegis nógv avhildin í landspartinum Salahuddin, haðani hann var ættaður. Skúlagenturnar, sum savn­ aðust við gravstað hansara í gjár, bóru eitt stórt skelti við orðunum „Vit fara ikki at gloyma teg, Saddam fað­ ir“. Tær flestu kystu grav­ staðin og bóðu ilt yvir USA og George W. Bush, for­ seta. Ein av teimum, sum høvdu fyrireikað tiltakið í gjár, segði við tíðindafólk, at tiltakið skuldi minna irak­ ar á tann frið, sum valdaði, tá Saddam ráddi fyri borgum. ­ Børnini, sum vuksu upp, meðan hann sat við ræðið, kendu seg trygg. Tey kendu einki til dráp og harðskap, segði Faten Abdel Qader við tíðinda­ fólkini. Tynnist hjá Sarkozy Tað gongst illa hjá franska forsetanum at varðveita ta góðu undirtøkuna, sum hann hevði millum fronsku veljararnar, tá hann bleiv valdur. Tvørturímóti er undirtøkan hjá Nicolas Sarkozy minkað nógv teir seinastu mánaðarnar, og nú vísir ein nýggj kanning, at bara 32 prosent av teim­ um spurdu eru nøgd við forsetan og tað, sum hann avrikar. Heili 64 prosent halda, at hann fær ov lítið burturúr, og so lítla undir­ tøku hevur eingin franskur forseti havt líka síðani 1981, skrivar AFP. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk - Hvussu ber tað til, at eingin hevur sæð ella hoyrt nakað, og at eingin hevur spurt um nakað (eysturríkska blaðið Standard) útlond Saddam Hussein hevði fylt 71 í gjár, var hann á lívi (Mynd: Polfoto) - Elisabeth var stræv- in sum ung, og eg vildi bara verja hana ímóti rúsevnum, sum sigur Josef Fritzl, sum misbrúkti dóttir sína í 24 ár og fekk sjey børn við henni Tann 73 ára gamli Josef Fritzl heldur eftir øllum at døma ikki, at hann hevur gjørt nakað skeivt. Í hvussu er hevði hann eina frágreið­ ing, tá eysturríkska løg­ reglan spurdi, hví hann gjørdi av at steingja dóttir sína inni í kjallaranum, tá hon fylti 18. ­ Hon var strævin sum ung, og eg gjørdi av at verja hana ímóti rúsevnum, svar­ aði Josef Fritzl. Í gjárkvøldið bleiv hann settur í varðhald, skuldsettur fyri at hava havt sína egnu óttir innistongda í samfull 24 ár, fyri at hava misbrúkt hana kynsliga og fyri at hava fingið sjey børn við henni. ­ Hann var púra róligur, og tað var einki, sum vísti, at hann iðraði seg um nak­ að, segði leiðarin í fongslin­ um, sum Josef Fritzl nú er í. Kortini er vaktarhaldið ógvuliga strangt, tí leiðslan í fongslinum bera ótta fyri, at hinir fangarnir kunnu gera seg inn á hann. Royndi at flýggja Eitt blað í Eysturríki skrivar í dag, at sum ung royndi Elisabeth tvær ferðir at flýggja frá foreldrunum. Undir avhoyringunum hevur hon sagt løgregluni, at tann kynsliga misnýtslan byrjaði, longu tá hon var 11 ára gomul. Fimm ár seinni royndi hon at flýggja, men pápin fann hana og tók hana við sær aftur til hús. Tá hon var 18, gjørdi hon aftur eina roynd at sleppa burtur frá foreldrunum. Men eisini hesaferð fann pápin hana, og hesaferð revsaði hann hana við at læsa hana inni í kjallaranum, har hon sat tey næstu 24 árini. Hoyrdi Elisabeth Eysturríkska blaðið, sum skrivar, at Elisabeth royndi at flýggja frá foreldrunum veit eisini at siga, at gentan rópti eftir hjálp, og at hon dukaði á veggirnar í kjallar­ anum, uttan at nakar hoyrdi hana. Heldur ikki mamman, sum búði í somu húsum. Men ein maður, sum leig­ aði eitt kamar frá Josef Fritzl í nítiárunum, helt seg hoyra okkurt. Hann sigur við eysturríkska blaðið, at hann hoyrdi barnagrát, men at hann helt tað vera okkurt barn hjá grannunum, sum græt. ­ Ta einu ferðina helt eg meg eisini hoyra okkurt ljóð frá onkrum, sum flutti seg, men eg helt tað vera eina mús, sigur maðurin við blaðið. Eg vildi bara verja hana ímóti rúsevnum Í hesum rúmunum sat Elisabeth sum fangi og misbrúkt í samfull 24 ár Mynd: Polfoto Ræðusøgan hjá Elisabeth Josef Fritzl: -Eg vildi bara verja Elisabeth ímóti rúsevnum Mynd: Polfoto Tað, sum tann 42 ára gamla Elisa- beth hevur sagt eysturríksku løgregluni, er ein skelkandi ræðusøga: Pápin hevur misbrúkt hana kynsliga, síð­ ani hon var 11 ára gomul. Tá hon í august í 1984 fylti 18, lumpaði pápin hana niður í kjallaran, har hann gav henni doyvandi evni og legði hana í hond­ jørn. Pápin segði konuni, vinum og grannum, at Elisabeth var rýmd, og at hon livdi saman við einari sekt. Tey næstu 24 árini misbrúkti pápin hana javnan, og eftir øllum at døma varnaðist mamman einki. Kjallarin bleiv støðugt út­ og umbygdur við fleiri rúmum, teirra millum einum bjálvaðum kliva, sum var 1,70 metur høgur millum loft og gólv. Í 1989 fekk Elisabeth tað fyrsta barnið við pápanum. Í 1990 fær Elisabeth ein son. Í síðstu viku sá hann fyri fyrstu ferð dagsins ljós. Í 1992 fær hon eina dóttir. Gentan verð­ ur løgd á trappusteinin hjá foreldrunum og er vaksin upp hjá pápanum. Í 1994 fær hon aftur eina gentu. Eisini hon veksur upp saman við pápanum. Í 1996 fær Elisabeth tvíburar, tveir dreing­ ir, men annar doyr, og pápin brennur líkið. Hin veksur upp saman við pápanum. í 2002 fær Elisabeth afturt ein drong, sum veksur upp í kjallaranum saman við mammuni. Eftir at læknarnir ígjøgnum fjølmiðlarnar bóðu Elisabeth gera vart við seg, fór hon á sjúkrahúsið, har hon greiddi frá, at hon júst var flýdd úr kjallaranum. Tann 28. apríl verður Josef F. varðhalds­ fongslaður. Undir avhoyring greiðir hann løgregluni frá tí loyniliga kjallaranum og letur løgregluna fáa koduna til kjallarahurð­ ina. Hann viðgongur kynsliga misnýtrslu, og at hann eigur børnini hjá Elisabeth. Elisabeth verður eisini avhoyrd, eftir at hon hevur fingið vissu fyri, at henni nýtist ikki at síggja pápan aftur. Elisabeth sær út til at vera tjúgu ár eldri, enn hon veruliga er.