Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-29, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. apríl 2008síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 81 - 29. apríl 2008 Vænta minni vøkstur ES-nevndin væntar, at tann búskaparligi vøksturin í limalondunum verður minni næsta ár enn í ár, og at inflasjónin fer at veksa. Í einari nýggjari meting sigur nevndin, at búskaparvøksturin verður 2,0 prosent í ár og 1,8 prosent næsta ár. Inflasjónin fer hinvegin. Hon verður ætlandi 2,4 prosent í ár og 3,6 prosent í 2009. Hinvegin væntar nevndin, at inflasjónin fer at fella aftur, og soleiðis at hon verður 2,4 prosent aftur í 2009. Portugisarin Joaquin Almunia og búskaparkommiserur hjá ES Mynd: Polfoto Reiðarar hava heitt á samgonguna um at avtaka allar forðingar hjá skipunum at avreiða uttanlands Fiskivinna Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Nú mugu føroysku fiski- skipini fáa fríar ræsur at avreiða fiskin uttanlands. Tað heldur Reiðarafelagið. Viberg Sørensen, formað- ur í Reiðarafelagnum, sigur, at nú er støðan komin hartil, at politikararnir noyðast at taka støðu til tað álvarsligu støðu, sum fiskiflotin er í komin í. - Politikararnir vita av trupulleikanum og teir hava bjóðað seg fram at stýra landinum. Men lata teir eyguni aftur fyri trupulleik- um í fiskivinnuni, eru teir ikki búnir at stýra. - Tað eru politikararnir, sum gera rammurnar, vit vir- ka undir, men eru tær so trong- ar, at vit ikki fáa virka frítt, mugu karmarnir víðkast. Allar forðingar burtur Formaðurin í Reiðarafelag- num staðfestir, at tað eru í hvussu so er tveir trupul- leikar hjá fiskiflotanum, sum politikararnir kunnu loysa alt fyri eitt og sum kundi hjálpt munandi. - Í løtuni hava vit forboð ímóti at avreiða meiri enn 25% av veiðini uttanlands og tað avmarkar okkara møgu- leikar ógvuliga nógv at fáa tann besta avreiðingarprísin. - Tað er eitt haft um bein- ini á fiskiflotanum og tað haftið má loysast. Viberg Sørensen staðfest- ir sostatt, at avmarkingarnar ímóti at avreiða uttanlands, eigur at verða avtikið beinanvegin. - Tað er sjálvsagt, at fiski- flotin eigur altíð at fáa møguleikan at fáa tann besta avreiðingarprísin. - Eru virkini í Føroyum ikki kappingarfør, eiga vit tískil at hava frítt at fara uttanlands við fiskinum. Tað snýr seg altíð um, er at fáa sum mest fyri fiskin og so má tað koma í aðru røð, hvar vit avreiða, sigur hann. Viberg Sørensen sigur, at sostatt hevur politiski myndugleikin beint nú fing- ið eina beinleiðis áheitan um at avtaka forðingarnar fyri at avreiða uttanlands. Skilir tú ikki grundgev- ingina fyri at fiskurin skal avreiðast í Føroyum, tí verður ov nógv avreitt uttan- lands, fer samstundis ov nógv arbeiði av landinum? - Jú, men veruleikin er eisini, at virkini á landið knógvað eisini undir einum stórum troti á arbeiðsfólki og klára tískil ikki at arbeiða fiskin undan. Ein ónd ringrás Nú eru vit so eisini komin í ta støðu, at føroyskir fiska- keyparar eru komnir í penga- neyð og tað merkir fiski- flotin týðiliga, sigur for- maðurin í Reiðarafelagnum. - Teir, sum eru vanir at bjóða á uppboðssøluni, eru ikki so virknir, sum teir plagdu vera. - Hetta er ein forðing aft- urat fyri at fáa tann besta avreiðingarprísin. Sostatt eru vit í eini óndari ringrás, tí hetta styrkir kreppuna allan vegin ígjøgnum. Hann staðfestir eisini, at tað er ógvuliga tórført hjá skipum at útvega manning og tí vil hann eisini hava fríar ræsur at fáa útlendska manning umborð á skipini fyri at fáa manning. Ikki nógv mikið Hinvegin staðfestir Viberg Sørensen, at hetta er ikki nógv mikið til at bjarga flotanum, soleiðis sum støðan er nú. Hinvegin sigur hann, at ynskið um at fáa almennan studning, fer ikki at koma frá reiðarunum. - Vit hava verið inni á studningssporinum og tað førdi ikki nakað gott við sær, so tað fara vit ikki at biðja um aftur. Hinvegin vil hann ikki siga, hvussu hann so heldur, at politikararnir eiga at loysa kreppuna hjá fiskiflotanum. - Eg haldi, at politiski mynd- ugleikin eigur at koma við einum útspæli, sigur hann. Annars viðgongur Viberg Sørensen, at í løtuni sær rættiliga svart út hjá fiski- vinnuni. - Oljan er okkara størsti trupulleiki, men tað er knív- skorið at fáa Fiskimannafel- agið at vera við til at gjalda oljuna. Hinvegin hevur verið upp á tal at lata lemmatrolararnar sleppa at partrola og tað hevði sjálvandi verið ein stór hjálp, tí tað hevði spart bæði olju og reiðskap, heldur for- maðurin í Reiðarafelagnum. Viberg Sørensen sigur, at nógv skip eru við at bukka undir og hann leggur aftur- at, at tað er heilt vónleyst at spáa um støðuna, bara nakrar mánaðir fram. - Men tað er ógvuliga sannlíkt, at oljan fer enn longur upp. Í løtuni kostar oljan yvir fimm krónur fyri liturin og fer hon upp á sjey krónur, er grundarlagið púr- asta tikið undan flotanum. Men tað er als ikki ósann- líkt, at oljan fer har upp. Viberg Sørensen sigur, at tað hjálpir onki at lata skip- ini fara um eina tvingsils- sølu. - Trupulleikin er at fáa sam- anhang í sjálvan raksturin hjá skipunum og eisini tey skip, sum ikki skylda eina krónu, eru í stórum trupulleikum, sigur Viberg Sørensen. Annars blandar Reiðarafel- agið seg ikki upp í, hvussu nógv, hvørt skip kostar, ella, hvussu nógv skipini eru í tali. - Okkara áhugamál eru at fáa samanhang í raksturin og restina hava vit onga støðu til, sigur Viberg Sørensen. - Í hesari kreppuni nyttar lítið at dúva upp á at prísurin og fiskiskapur skulu batna, tí hesuferð eru tað útreiðsl- urnar, sum eru trupulleikin og tað er alt, sum talar fyri, at tær fara enn longur upp. Hinvegin ásannar hann eisini, at tað eru ymisk til- tøk, sum reiðarar kunnu seta í verk fyri at minka um útreiðslurnar. - Men tað er eisini ómeta- liga dýrt at skifta motor og at seta onnur tiltøk í verk og flotin hevur ongantíð havt so stór avlop, at tað hevur verið nakað serligt at tikið av og sum støðan er nú, ber tað ikki til, leggur hann afturat. Útflyta meir óvirkaðan fisk - Tað sær svart út hjá okkara fiskiflota, men tíverri hava vit altíð lyndi til at bíða, til skaðin er hendur, sigur Viberg Sørensen, formaður í Reiðarafelagnum