týsdagur 29. apríl 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 81 - 29. apríl 2008
- Vit hava onga áset-
ing í byggisamtyktini
um, hvar vit kunnu
leggja eitt summar-
húsøki, sigur Jákup
Suni Lauritsen, borgar-
stjóri í Sørvágs komm-
unu, sum viðmerk-
ing til ætlanina um
frítíðarhús í Mykinesi
Bygdamenning
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Mykines: - Sum er kunnu
vit bert geva byggiloyvi til
sethús, sigur borgarstjórin í
Sørvágs kommunu, sum
eisini umfatar Mykines.
Í blaðnum í gjár greiddu
vit frá ætlanini hjá Regini
Joensen og øðrum, sum
ætla at byggja frítíðaríbúðir
í
Mykinesi.
Trupulleiki
teirra var, at ongar ásetingar
vóru um slík øki í hesi
vestastu oyggj okkara.
Hetta fingu tey eisini at
vita í svari frá kommununi í
fjør, men hetta fekk tey
kortini ikki at falla í fátt, nú
nýggjar leiðreglur eru kom-
nar til kommunurnar um
summarhúsøki.
Sørvágs kommuna arbeið-
ir í løtuni við at gera eina
byggisamtykt fyri allar tær
fýra bygdirnar í kommununi,
herundir eisini Mykines.
- Hetta arbeiðið eru vit
farin undir, og tí kunnu vit
ikki geva loyvi til eina slíka
ætlan í Mykinesi, fyrrenn
tað er liðugt, slær Jákup
Suni Lauritsen fast.
Sjálvur er hann ikki kunn-
aður um nýggju leiðreglur-
nar frá løgmálaráðnum,
sum vórðu sendar út í farna
mánaði.
Íløga ella skattur
Ætlanin um frítíðaríbúðir í
Mykinesi er bert ein av
fleiri líknandi ætlanum í
Sørvágs kommunu.
Ætlanir hava somuleiðis
verið frammi um at skipa
eitt summarhúsøki í Gása-
dali, men enn er einki
ítøkiligt hent í hesum máli.
Borgarstjórin í Sørvági
vísir á ein annan spurning í
slíkum málum – spurningin
um hví summar kommunur
eru so trekar við at geva
loyvi til summarhúsøki.
Ein orsøk til hetta er hon,
at tað kostar nógvan pening
at gera eitt slíkt øki byggi-
búgvið. Og spurningurin
hjá kommununi vil altíð
vera, um hon fær peningin
inn aftur fyri hesa stóru
íløguna, - tað er: hvussu
nógvan pening leggja hesi
fólkini eftir seg í skatti til
kommununa.
Ella sum Jákup Suni Lau-
ritsen sigur tað: - Tað er
spurningurin, um tað er
rætt at páføra hinum borgar-
unum útreiðslur til eina
íløgu, og sum tey ikki sjálvi
fáa beinleiðis gagn av?
- Er talan hinvegin um
borgarar sum geva skatt til
kommununa, so er støðan
ein heilt onnur. Tað er neyv-
an nøkur kommuna, sum
ikki vil hava slíkar borgarar
til sín!
Berjast í skúlanum
Í grønlendska býnum Narsaq eru lærararnir nú so troyttir av
harðskapi millum næmingarnar, at teir krevja tiltøk, sum
skulu fáa skil á. Grønlendska útvarpið sigur, at næmingarnir
berjast í tímanum og í fríkorterunum, og at tað eru bæði tey
stóru og tey smáu. Leggja lærararnir uppí, kunnu teir vænta
at verða bæði klóraðir ogt bitnir. Nú tíma lærararnir ikki
meiri. Teir vilja hava eitt alment orðaskifti um harðskap í
grønlendsku skúlunum.
Skúlabørnini her í Narsaq klóra og bíta (Mynd: KNR)
ES og EFTA á fundi
Felags tingmannanevndin hjá ES og EFTA, sum
umrøður mál av felags áhuga, og hendan hevur í
dag fund í Reykjavík. Á fundinum, sum er tann
fyrsti av trimum í ár, skuldu tinglimirnir umrøða
sambandið framtíðarviðurskiftini og samstarvið
millum felagsskapirnar við serligum atliti til
heilsuverkið. Í nevndini eru 12 umboð fyri ES og
12 úr EFTA-londunum. Noreg eigur seks av EFTA-
umboðunum, Ísland fýra og Liktinstein tvey.
Eingin áseting
um Mykines
Fleiri kommunur
hava leingi bíðað
eftir eini reglugerð
um, hvussu eitt øki
til frítíðarhús skal
skipast. Nú hevur
Løgmálaráðið sent
eitt slíkt vegleiðandi
skriv út
Kommunur
Snorri Brend
- Tá kommunur regulera
øki til frítíðarhús, skal hetta
verða gjørt við atliti til
náttúruna, umhvørvið og
viðurskiftini í kommununi
sum heild, sigur Løgmála-
ráðið í vegleiðandi skrivin-
um til kommunurnar.
Tey seinnu árini hava alt
fleiri og fleiri fólk spurt seg
fyri hjá kommunum kring
landið um møguleikan at
byggja sær eitt summarhús.
Nógvar bygdir liggja so-
leiðis fyri, at umstøðurnar
til hetta eru avbera góðar.
Men
spurningurin
hjá
kommununum hevur allatíð-
ina verið, hvussu ein best
skipar hetta, og haraftrat
tryggjar at hetta verður
gjørt eftir galdandi reglum
og lógum.
Eitt dømi um hetta er søg-
an, vit høvdu í blaðnum í
gjár, har fólk við ættar-
bondum úr Mykinesi ætla
at byggja fýra frítíðarlonir
til tey ferðandi. Tey søktu
um hetta í 2006, men svarið
frá kommununi vísti, at tey
ikki høvdu leiðreglur ella
ásetingar til summarhús-
øki.
Í farnu viku sendu tey
eina nýggja umsókn til Sør-
vágs kommunu, eftir at
løgmálaráðið er komið við
einum vegleiðandi skrivi
um krøv til byggisamtyktir
og øki til frítíðarhús.
Hetta vegleiðandi skrivið
er dagfest 18. mars í ár, og
er sent øllum kommunum.
Hóskandi litur
Í skrivinum vísir ráðið á, at
seinastu tíðina hava fleiri
og fleiri spurningar og mál
verið til viðgerðar, har
kommunur leggja nýggj frí-
tíðarhúsaøki ella summar-
húsøki út í byggisamtykt-
ini.
Í sambandi við hesi frí-
tíðarhúsaøki er sera ymiskt,
hvussu ásetingarnar í upp-
skotunum til byggisamtyktir
hava verið orðaðar. Løg-
málaráðið metir tískil tørv
vera á at seta nøkur eins-
háttað krøv til allar komm-
unur, ið fara ella eru farnar
undir at leggja tílík nýggj
øki út.
Í sambandi við góðkenn-
ing skal kommunan mót-
vegis
Løgmálaráðnum
greitt kunna vísa á hvat øki
er at rokna sum frítíðarhúsa-
øki.
- Vit leggja dent á, at frí-
tíðarhúsaøki, eins og øll
onnur planlegging, verða
regulerað við atliti til náttúr-
una, umhvørvið og viður-
skiftini í kommununi sum
heild, og at ein byggisam-
tykt ella broyting í byggi-
samtykt altíð er grundað á
skynsama heildarplanlegg-
ing, verður sagt.
Út frá hesum skal komm-
unan taka atlit til fleiri
viðurskifti, millum annað
tann yvirskipaða politikkin
hjá kommununi um frítíðar-
hús. Neyðugt er gera greitt,
um ætlanin er at savna frítíð-
arhúsini á einum staði, ella
at spjaða byggingina, og
hvussu økini og byggingin
tá verður skipað.
Kommunan skal eisini
gera greitt, hvørji atlit skulu
takast til náttúruna í økjum
har frítíðarhús kunnu vera,
millum annað um reglur
skulu verða um stødd, snið
og lit á húsum, so tey fella
sum best inn í heildarmynd-
ina á staðnum.
Kunnast skal somuleiðis
um serligar reglur skulu ger-
ast galdandi, til tess at
minka um árinið á náttúru
og umhvørvi.
Í triðja lagi skal komm-
unan eisini gera greitt, hví
ein júst hevur valt umrødda
umráðið til frítíðarhús.
Atlit mugu takast til umhvørvið
Frítíðarhús eru ikki bústaður
Tá øki verður lagt út til frítíðarhús, skal byggisamtyktin hjá kommununi í hvussu so
er hava ásetingar fyri økið um millum annað:
• Mest loyvdu hædd og vídd á húsum, og møguliga áseting um, at tað bert má
verða bygt í einari hædd (her eigur serligt atlit verða havt til skapið av
frítíðarhúsaøkinum og økinum rundan um).
• Tekniskar veitingar, vatn, el. o.a., herundir krav um kloakk.
• Krav um vegaføring til frítíðarhúsaøkið og í frítíðarhúsaøkinum.
• Møgulig bilhús, bilskúr, úthús og aðrar minni bygningar.
• Møgulig krøv til lit á húsunum (við atliti til økið og náttúruna kring økið, t.d. kann
hugsast, at møguligt krav um “jørðlitir” varð ásett), takhall, byggitilfar o.l.
• At bara eitt frítíðarhús kann verða bygt og innrættað á hvørjum sjálvstøðugum
matrikli.
• Hvat er at rokna sum frítíðarhús, hvussu frítíðarhús kunnu verða nýtt, herundir at
frítíðarhús IKKI kunnu nýtast sum bústaður.
- Vit kunnu ikki geva loyvi
til eina ætlan um summar-
húsøki, fyrrenn arbeiðið
at gera byggisamtyktina
er liðugt, sigur Jákup Suni
Lauritsen, borgarstjóri í
Sørvági (og í Mykinesi)