Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-29, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. apríl 2008síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 81 - 29. apríl 2008 Hundar forða astma Børn, sum veksa upp saman við hundi, eru í minni vanda fyri at fáa ovurviðkvæmi, astma og hoyfepur. Tað er niðurstøðan hjá nøkrum týskum granskarum, sum hava kannað viðurskiftini hjá 9.000 børnum. Granskararnir siga, at tað er snøgt sagt ov reint inni hjá fólki. Tað ger, at andverjan hjá børnum viknar, men er hundur í húsinum, viknar andverjan ikki so nógv, og hesi børnini eru í minni vanda fyri at fáa trupulleikar við andadráttinum. Hundur kann fyribyrgja, at børn fáa eitt nú astma Mynd: DR Matti í Íslandi Finski forsætisráðharrin, Matti Vanhanen, er í hesum døgum á almennari vitjan í Íslandi. Í gjár hitti hann íslendska starvsbróðir sín, Geir H. Haarde. Teir báðir tosaðu um ymisk viðurskifti í ES, men aftaná løgdu teir dent á, at teir høvdu ikki tosað um møguligan íslendskan limaskap í samveldinum. Teir tosaðu eisini um tey russisku hernaðarflogførini, sum javnan flúgva norðanfyri, og um handilssamskiftið landanna millum. Trot á sjúkrarøktar­ frøðingum er ein stórur trupulleiki á sjúkrahúsunum, men tað er ein trupulleiki, sum kann loysast við at brúka vanligt vit og skil, heldur Johanna Køtlum, forkvinna í Almanna­og heilsu­ røktarafelagnum Heilsuverk Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Við at brúka vanligt vit og skil, kunnu vit loysa ein stóran trupulleika hjá okk- ara heilsuverki, ikki minst hjá Landssjúkrahúsinum. Tað heldur Johanna Køtl- um, forkvinna í Almanna – og heilsurøktarafelagnum. Í seinastuni hevur nógv verið frammi um trupulleik- ar í Heilsuverkinum, serliga á Landssjúkrahúsinum. Í hesum sambandi hevur eisini nógv verið frammi um, at ein tann størsti trupul- leikin er, at tað er so stórt trot á sjúkrarøktarfrøðingum. Men Johanna Køtlum sig- ur, at hetta er ein trupulleiki, sum fyri ein stóran part kann loysast við nýhugsan og við at brúka vanligt vit og skil. Hon staðfestir, at tað gong- ur at ein stórur bólkur av heilsustarvsfólki, sum ikki verður gagnnýttur til fulnar. Og tað eru allir teir 230 heilsurøktararnir, sum eru í Føroyum og sum hava eina trý ár og ein mánað langa útbúgving í akkurát sjúkra- røkt. - Eg haldi, at tað snýr seg um at brúka okkara starvs- fólka-tilfeingi til fulnar, men tað verður tað ikki, sum er. Johanna Køtlum sigur, at hendan sama tankan hevur eisini landsstýrismaðurin í almanna-og heilsumálum, har hann tosar um at flyta fakmørk, so at heilsurøktarar eisini í nógv størri mun sleppa at átaka sær arbeiðs- uppgávur í heilsuverkinum, tí tað eru nógvar uppgávur, sum teir eru vælskikkaðir at røkja. - Tað taki eg staðiliga undir við, tí tað sigur seg sjálvt, at tað er tað einasta rætta. Forkvinnan í almanna- og heilsurøktarfelagnum sigur, at tað eru nógvar uppgávur á heilsuverkinum sum heilsu- røktarar kunnu taka sær av, bara vilji er at síggja teir møguleikar, ið liggja í einum tvørfakligum samstarvi, bara opinleiki er til at síggja tað gagnliga í einum tvørfak- ligum samstarvi. Hon vísir á, at tað er ikki ókent í londunum rundanum okkum, at tað tekur sína tíð at finna stevið ímillum heilsurøktarar og sjúkrarøkt- arfrøðingar. Í Danmark tók tað 15-20 ár at finna stevið ímillum heilsurøktararnar og sjúkra røktarfrøðingarnar, men har hava partarnir nú funnið seg til rættis. - Vónandi tekur tað ikki so langa tíð í Føroyum, men í øllum førum kundu vit brúkt danska heilsuverkið sum fyrimynd á hesum øki, heldur Johanna Køtlum. Hinvegin harmar tað hana eisini, at næstforkvinnan í Felagnum Føroyskir Sjúkra- røktarfrøðingum í bløðunum mestsum vísir aftur at lata heilsurøktarar í størri mun sleppa til arbeiðis í heilsu- verkinum, tí har skulu bara sjúkrarøktarfrøðingar vera. - Eisini heilsurøkrarar hava eina drúgva útbúgving í sjúkurarøkt og tað eru nógvar funktiónir, vit kunnu røkja einsvæl og sjúkra- røktarfrøðingar. Annars er Johanna Køtlum samd við teimum sum siga at tað er stórt trot á sjúkrarøkt- arfrøðingum og hon fegnast saman við Felagnum Før- oyskir Sjúkrarøktarfrøðingar um, at ein flokkur afturat skal takast inn á sjúkrarøktar- frøðiskúlan næsta ár. - Men fyri at tikið toppin av ísfjallinum, skuldu vit brúkt okkara heilsurøktarar til fulnar og tað vóni eg at allir partar duga at síggja. - Tað hevði eisini verið stórt brúk á at tikið ein flokk av heilsurøktarum og heilsu- hjálparum inn afturat, tí tað er stórt trot á hesari arbeiðs- megi. Annars heldur hon, at tað er eitt brek í Føroyum, at heilsurøktarar kunnu ikki útbúgva seg víðari til sjúkra- røktarfrøðing, tí tað ber til í Danmark upp á tvey og eitt hálvt ár. Meir vit og skil á sjúkrahús Við nýhugsan og samstarvsvilja, ber til at loysa ein stóran part av starvsfólkatrupulleikanum á Landssjúkrahúsinum, sigur Johanna Køtlum ­ Eg veit ikki um slíkt áður, sigur Tummas Joensen, bóndi í Skálavík seyður Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Skálavík: Tað vóru eygu í monnum, tá tann eina ær hansara skuldi lemba sein- asta sunnudag. Tá lambið kom út, vísti tað seg at hava ikki færri enn átta bein! - Eg havi havt heimaseyð í mong ár, men eg havi aldrin áður upplivað nakað slíkt, sigur Tummas Joensen við Sosialin. Ærin var gjólingur, ella ein gemlingur sum tey siga tað í Skálavík – tað er: eitt lamb sum varð lembt í fjør. Men sum skilst royna menn at sleppa undan at tey lemba árið eftir. Í hesum førinum er tað altso ikki eydnast, tí seinna- partin sunnudagin lembdi henda ærin. Óneyðugt er helst at siga, at lambið var deyðføtt! Seks bein Tummas Joensen hevur sjálvur hoyrt um lomb í útlondum við fleiri enn fýra beinum. - Eg havi hoyrt um lomb við bæði 5 og 6 beinum, men ongatíð 8!, sigur hann við einum brosi. Eitt dømi um slík óvanlig lomb var í Hollandi fyri fimm árum síðani. Í februar mánaði hetta árið vistu bløð at siga frá eini hending, tá bóndin Rob Adiaans hjálpti eini ær við at lemba. - Tá eg hjálpti til við lemb- ingini merkti er knappliga ein hóp av beinum, segði hann við hollendskar fjølmiðlar. Løtu seinni stóð hann við einum lambi við seks beinum í føvninginum. Sjálvur trúði hann at talan var um tvey lomb, men fekk seinni annað at síggja. Hetta lambið yvirlivdi lembingina. Sjey bein Í august mánaði í fjør hendi hetta sama einum bónda, Mr. Callaghan í New Zealandi. Hetta lambið hevði 7 bein – fýra at ganga við; tvey sum hingu máttleys niður við frambeinunum og eitt eyka við bakbeinini. - Tá lambið fór til gongu brúkti tað tvey bein framm- an og trý aftan, skrivaði blaðið Ashburton Guardian 2. august 2007. Henda 7-beinta veran manglaði ein part av magan- um, og nógv bendi á neyðugt var at avlíva tað. Lambið varð lembt sum ein tvíkynjað vera, saman við einum øðrum lambi sum var fullført. Men lambið í Skálavík ber kortini prísin! Lamb við átta beinum Lambið í Skálavík varð lembt við átta beinum. Tað var deyðføtt Mynd: Winnie Hentze Andreasen