Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-29, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. apríl 2008síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 vinnan Nr. 81 - 29. apríl 2008 Flaggdagin byrjaði kappingin um at gerast heilsubesta fyritøka í Danmark. Bæði privatar og almennar fyritøkur kunnu tekna seg til kappingina. Hvør er heilsubesta fyritøka í Føroyum? HEILSUKAPPING Finnur Sivertsen, búskaparfrøðingur Business-line bs@post.olivant.fo www.bl.fo Nú skulu danskar fyritøkur og stovnar vísa, at teir ikki bara tosa um heilsu, men eisini gera nakað við hana. Fríggjadagin í farnu viku byrjaði tilmeldingin til kappingina “Heilsubesta Fyritøkan 2008”. Fyri at luttaka skal fyritøk­ an hava eina heilsustrategi og hesa hjálpir ráðgevingin SundhedsDoktor fyritøkun­ um at gera. ­ Eitt av málunum er, at starvsfólkini skulu hava venjing, at tey tapa seg, og at tey eta sunnari mat, sigur Rune Bech, ráðgevi og ein av stovnarunum av heilsu­ tænastuni SundhedsDoktor. Hava starvsfólkini tað gott, hevur fyri­ tøkan tað eisini gott Eitt av endamálunum við heilsukappingini er at minka um sjúkrafráveruna. Hugskotið er, at hugsast skal meira um, hvussu starvsfólkini hava tað. Tað er ikki nóg mikið at bjóða venjing og kropsrøkt. Nú skulu starvsfólkini hava eina heilsukanning. Blóð­ trýst, blóðsukur, kolesterol og feittprosent, o.a. skal mátast. ­ Tað er ein sannroynd, at nógv starvsfólk liva av køk­ um, kaffi og fastfood. Ein heilsukanning er ein veking, ið skal fáa tey at fata, at ósunnur lívsstílur er vanda­ mikil, bæði fyri privatlív og arbeiðslív. Ein heilsukanning er ein staðfesting av, hvørjum standi heilsan er í. Somu­ leiðis kann hon siga nakað um, hvussu stórur váðin er at fáa hjarta­ og æðrasjúkur seinni í lívinum, og hvussu minkast kann um henda vandan. Hvussu verður vinnarin funnin? ­ Vinnarin verður valdur eftir, hvussu fyritøkan hev­ ur loyst uppgávuna á ein skipaðan og nýskapandi hátt, men vit hava ongar fastan leist at ganga eftir. Tað snýr seg um, hvat fyri­ tøkan hevur sett sær fyri at føra út í lívið, og hvussu hon megnar at liva upp til málsetningin, sigur Rune Bech, sum samstundis ger greitt, at kanningin er ano­ nym í mun til leiðsluna. Heilsustøðan í fyritøkuni kann lættliga mátast við at kanna sjúkrafráveruna, ella við at starvsfólkini kunnu ávisa, at tey hava minka um sína vekt. Innanhýsis kapping mill­ um deild A og B kann eisini verða ein góður háttur at máta eftir, sigur Rune Bech. Ráðgevingin »SundhedsDoktor« ­ Vit bjóða tríggjar tænastur út: Tann fyrsta er at hjálpa leiðsluni at gera eina heilsu­ strategi. Síðani leggja vit eina ætlan, ið skal náa mál­ setningin. Her kann verða talan um at bjóða viðgerð­ arskipanir, betri kantinur, venjing ella heilsukanning. Til seinast bjóða vit fyri­ tøkum og stovnum at legga alt í eina fasta legu, sigur Rune Bech, ráðgevi hjá SundhedsDoktor. Føroysk heilsu­ kapping? Ongin ivi er um, at tað vildi verið eitt heilsufremjandi átak at sett eina slíka heilsu­ kapping í verk í Føroyum. Sum kunnugt er tað eitt krav, at føroysk sjófólk skulu hava heilsuváttan, meðan so at siga øll onnur sleppa undan. Ein heilsukapping vildi sett meira ferð á hjá fyri­ tøkunum og stovnum at fáa í lag eina skipan, ið gevur øllum starvsfólkum møgu­ leika fyri at verða kannað og viðgjørd. Úrslitið vildi verið ein sunnari og meira virkin arbeiðsmegi og færri sjúkradagar. Tí er lítil ivi um, at eitt tílíkt átak í Føroyum vildi verið væl fagnað, ikki minst av føroysku heilsumyndug­ leikunum, ið frammanundan gera eitt gott arbeiði fyri at stimbra almennu fólkaheils­ una í Føroyum. Tað er tí at vóna, at navn og árstal skjótt kann setast á vinnaran “Árins heilsu­ besta fyritøka í Føroyum” – eitt átak og ein heiður, ið mong fegin vildi verið ein partur av. Heilsubesta fyritøkan skal finnast Ein virkin arbeiðsmegi ynskir krevjandi avbjóðingar. Men ein fortreyt fyri hesum er, at heilsan er í lagi Bilasølan minkað ein fimting Sølan av persónumbilum minkaði við einum fimtingi fyrsta ársfjóðrðing í ár. Tað vísa tøl frá Akstovuni. Fyrstu tríggjar mánaðirnar í fjør seldu bilasølurnar 435 nýggjar bilar. Sama tíðarskeið í ár eru ”einans” seldir 348 nýggir bilar. Tað er ein minking upp á 20 prosent. Sama er galdandi fyri aðrar bilar. Talið av seldum lastbilum er minkað við sløkum 30 prosentum, og talið av vørubilum er minkað við sløkum 16 prosentum. Talið av motorsúkklum er minkað við 83 prosentum, og talið av seldum prutlum er minkað við sløkum 28 prosentum.