týsdagur 29. apríl 2008síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
vinnan
Nr. 81 - 29. apríl 2008
Nýtsluinnflutningurin stendur í stað
Fyrstu tveir mánaðirnar í 2008 er innflutt fyri 756 milliónir krónur. Tað eru 53 milliónir
minni enn somu mánaðir síðsta ár. Um skip ikki verða tikin við, er ein vøkstur upp á 74
milliónir krónur, sum er 11% meir enn í fjør. Innflutningurin til byggivinnuna og annan
ídnað veksur framhaldandi, ávíkavist 25% og 22%. Eisini varð innflutt fyri 34% meir av
brennievni. Innflutningurin til beinleiðis húsarhaldsnýtslu er ikki vaksin hesar báðar
mánaðirnar, men er á leið tann sami sum seinasta ár. Innflutningurin av alifóðri er
minkaður nógv hesar báðar mánaðirnar. Higartil í ár er innflutt fyri 8 milliónir krónur
minni enn seinasta ár, tað er ein minking á 69%. Innflutningurin av akførum er minkaður
20%. (www.hagstova.fo)
ngd á hjá sjófólki
urlandahúsinum í gjár.
Yvirfyri útlendsku gest
unum vísti hann á, at í Før
oyum býr eingin av prakt
iskum orsøkum.
Ein av stóru høvundum
okkara, Heðin Brú, eigur
hesi orðini. Vit liggja norður
ímóti arktisku skipanini, har
veturin er harður og myrkur.
Føroyar liggja soleiðis árend
ar í mun til trýstskipanirnar,
ið ferðmiklar koma bóltandi
í beinari kós úr Miðog Norð
urameriku og geva okkum
ein óvanligan turbulens í
veðurlagnum.
Hann segði, at tá okkum
so lítið er tillutað av landa
øki í skapanarverkinum, er
lagnufelagsskapurin við hav
ið og loftrúmið sjálvsagdur.
Vit liva mitt í sjónum og
av tí sum úr sjónum kemur.
Alt okkara vørukeyp uttan
lands verður fíggjað við til
feingisrentuni úr egnum
fiskastovnum og umbýttum
rættindum í fremmandum
sjógvi.
Landsstýrismaðurin helt
tað vera sera skilagott av
altjóða
felagsskapinum
IASST at skipa várfundin
2008 í Føroyum.
Amboðini, sum hava lív
bjargað fólkinum í hesum
oyggjum, hava verið bátar
og skip í hundraðir av árum
ja, heilt síðan landnám.
Vit kenna søguna um trygd
á sjónum og ófatiliga kostn
aðin av ov veikum lógar
karmum og fyriskipanum
frá altjóða samfelagnum og
ikki minst frá nationalum
politiskum skipanum.
Tórbjørn
ásannaði,
at
mannalív eftir mannalív
eru í ótíð tikin úr mannaætt
ini á hesi kontuni.
Sivilisatiónin rakk tó
umsíðir inn um lúnningarnar
og bara í okkara tíð hava vit
gjørt eitt skarvslop rætta
vegin, sum ongin hevði
roknað við kundi henda.
Hetta sigi eg av egnum
royndum sum sjófarandi alt
mítt lív, líka fram til tann
dag, tá politisk “basilla”
hertók sálina og leinkjaði
hana í óloysiligar fjøtrar.
Trygd er lívsstílur
Landsstýrismaðurin segði,
at trygd yvirhøvur er tíbetur
vorðið eitt fyribrigdi, sum
er nógv umrøtt í tíðini eitt
gott brand.
Eisini í Føroyum er
hetta nú ein lívsstílur. Polit
iska skipanin hevur raðfest
hetta í fremstu røð í mong
ár, og endamálið er áhald
andi ein optimalisering, ein
støðug jagstran eftir 0loysn
ini, har eingin dettur niður
ímillum orsaka av, at fyri
reikingarnar ikki vóru nóg
dyggar.
Hann vísti á, at okkara
trygdarstovnar eru ungir.
Tað eru bert fá ár síðan,
at hetta danska hjálandið
skipaði hesi viðurskifti und
ir egnum ræði, segði Tór
bjørn Jacobsen m.a., tá hann
setti evnisdagin í Norður
landahúsinum í gjár.
Sosialurin fer at venda
aftur til ymiskt av tí, sum
var frammi á hesum áhuga
verda seminari um strongd
hjá sjófólki.
Leiðarin á Trygdarmiðstøðini
og føroyski fyriskiparin
av IASST-tiltakinum,
Marius Magnussen, er væl
nøgdur við evnisdagin í
Norðurlandahúsinum
Mynd: Jens Kr. Vang
Teir, sum hildu fyrilestur
á evnisdegnum, fingu
eina lítla gávu frá IASST.
Her er tað Eyðun Joensen,
sálarfrøðingur, sum fær sína
gávu
Mynds: Jens Kr. Vang
Pál Weihe, yvirlækni, helt
áhugaverdan fyrilestur um
strongdartekin hjá sjófólki
Mynd: Jens Kr. Vang