týsdagur 29. apríl 2008síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
vinnan
Nr. 81 - 29. apríl 2008
Bæði avreiðingarnøgd og -virði minkað
Fyrsta ársfjórðing 2008 er avreiðingarnøgd og -virði minkað fyri nærum øll fiskasløg í mun til
sama tíðarskeið 2007. Talan er um eina minking upp á 14% í nøgd og 21% í virði. Av botnfiski er
avreiðingarnøgdin minkað 16% og -virðið 19%. Tað er serliga fyri hýsu og upsa, at minkingin er,
meðan ein lítil framgongd sæst fyri toskin. Flatfiskurin minkar eisini ávikavist 20% í nøgd og 35%
í virði. Í hesum bólki er tað havtaskan, sum minkar munandi bæði í nøgd og virði. Harafturímóti er
nógv meira av svartkalva komið upp á land fyrsta ársfjórðing 2008 í mun til sama tíðarskeið 2007.
(www.hagstova.fo)
Í gjár varð skipað
fyri altjóða seminari
ella evnisdegi í
Norðurlandahúsinum,
har evnið var strongd
hjá sjófólki. Á skránni
vóru framløgur, bæði
við føroyingum og
útlendingum. Tað var
landsstýrismaðurin
í fiskivinnu-og
tilfeingismálum,
Tórbjørn Jacobsen,
sum setti dagin
Seminar
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Trygdarmiðstøðin í Klaks-
vík hevur síðan 2001 verið
limur í altjóða felagsskapin-
um IASST, sum stendur
fyri International Accociati-
on for Safety and Survival
Training. Endamál hjá hes-
um felagsskapi er at savna
veitarar av trygdarskeiðum
í felagsskap.
Í dag eru umleið 130 lim-
ir í felagsskapinum, býttir
yvir 43 lond, har Stórabret-
land er tað landið, sum hev-
ur flestu umboðini.
IASST hevur tveir árligar
fundi, sum eru ymsastaðni í
heiminum og í 2004, tá
fundurin varð hildin í Hull,
varð gjørt av, at Føroyar
skuldu verða vertur fyri
várfundinum í 2008.
Í gjár var so hesin fundur
– ella evnisdagur – hildin í
Norðurlandahúsinum.
Tað var landsstýrismaður-
in í fiskivinnu-og tilfeingis-
málum, Tórbjørn Jacobsen,
sum setti dagin, og síðan
beyð formaðurin í IASST,
Hilmar Snorrasson, vælkom-
in.
Eftir formellu byrjanina,
varð lagt fyri við framløgun-
um, sum tilsamans vóru
fimm í tali.
Fyrstur var Óli Hans
Hammer Olsen, fyrrverandi
stjóri á Skipaeftirlitinum.
Hann umrøddi galdandi lóg-
ir, sum hava atlit til sjógvin.
Næstur í røðini var Pál
Weihe, yvirlækni, sum tos-
aði um strongdartekin hjá
sjófólki.
Eyðun Joensen sálarfrøð-
ingur, hevði eisini framløgu
á evnisdegnum, har hann
røddi um viðgerð av skips-
brotnum.
Felags fyri Óla Hans
Hammer Olsen, Pál Weihe
og Eyðun Joensen er, at teir
hava allir drúgvar royndir
hvør á sínum øki.
Tveir útlendingar
Umframt føroysku fyrilestrar-
haldararnar, vóru eisini tveir
útlendingar bjóðaðir við.
Annar er úr Noregi og
hin úr USA.
Norðmaðurin
Halvard
Aasjord
hevur
drúgvar
royndir
frá
viðurkenda
granskingarstovninum SIN-
TEFF, við serkunleika inn-
an fiski-og alivinnu. Hann
tosaði um, hvussu framtíðar
fiskiskip kunnu koma at
síggja út - við serligum
atliti til arbeiðsumstøður.
Steven Callahan úr USA,
sum eisini helt fyrilestur á
evnisdegnum, er eitt nú
kendur úr sjónvarpsrásini
Discovery, har hann hevur
greitt frá sínari ferð yvir
um Altantshavið í sínum
seglbáti.
Steven rak nevniliga fyri
váð og vind í samfull 76
samdøgur, til fiskimenn úr
karibisku
oynni
Maria
Galante funnu hann.
Mongu dagarnir í gummi-
bátinum góðu honum roynd-
ir, sum kunnu vera gevandi
fyri onnur. Hann hevði vitjan
av hávum, hol kom á gummi-
bátin, og hann hevur eisini
sína søgu at siga um, hvør
dugur er í útgerðini í einum
slíkum bjargingarbáti.
Steven Callahan upplivdi
á hesi ferðini eisini, hvussu
likamliga
og
sálarliga
møðin kom yvir hann.
Endamálið við evnisdegn-
um var at geva luttakarum
eitt amboð aftrat, sum eitt nú
kann nýtast sum grundarlag
fyri broytingum, bæði á sál-
arliga økinum, lógarsíðuni -
ella á tí verkliga økinum.
Fyriskipararnir siga, at
hóskvøldið 1. mai klokkan
19 bjóðar Føroya Shell
sínum skipakundum á Hotel
Føroyar at líða á tvær frá-
sagnir. Onnur er frá Steven
Callahan um ferðina í bjarg-
ingarbátinum, og hin er frá
Hans Eli Hansen um ferðina
hjá sluppini Dart, sum skuldi
av Vestmanna til Klaksvíkar
á vetrardegi, men rak til
havs, uttan mat og vatn.
Tórbjørn setti
Tað var sum nevnt Tórbjørn
Jacobsen, landsstýrismaður,
sum setti evnisdagin í Norð-
Altjóða seminar um stron