týsdagur 29. apríl 2008síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
vinnan
Nr. 81 - 29. apríl 2008
í undirgrundini
Samd
vinnunevnd
Vinnunevndin hevur nú
viðgjørt uppskotið til 3.
útbjóðing til oljuleiting á
landgrunninum og heitir á
tingið um at samtykkja
uppskotið, sum Tórbjørn
Jacobsen, landsstýris
maður legði fyri tingið
herfyri. Tað kemur til 2.
viðgerð 5. mai. Petur
Joensen, stjóri á Jarðfeingi
er fegin um, at tað loksins
eydnast at gera útbjóð
ingina til veruleika. So
skjótt tingið hevur enda
liga samtykt hana verður
farið at gera klárt til at fáa
útbjóðingina út til olju
feløgini. Umsóknir skulu
so latast inn til eftir
summarfrítíðina og gongst
væl, so verða loyvini latin
í oktober ella november.
(JM)
Nýggj
oljufeløg
vísa áhuga
Nú Jarðfeingi hevur latið
upp fyri gomlum data frá
leiting og kanningum á
føroyska landgrunninum
hevur tað víst seg, at fleiri
”nýggj” oljufeløg hava víst
hesum ans og hava ynskt
at fáa upplýsingar og at
verða kunnað sohvørt.
Hetta upplýsir Petur Joen
sen, stjóri á Jarðfeingi.
Hann sipar til, at tá leiti
loyvi eru vorðin so og so
gomul, tá fellur freistin
fyri at kunna almanna
kunngera upplýsingar
burtur. Hesin áhugi frá
øðrum oljufeløgum enn
teimum, sum eru virkin á
føroyaøkinum í dag, kann
fáa stóran týdning fyri eitt
nú útbjóðing, sum stendur
fyri framman. Petur
Joensen vil ikki upplýsa,
hvørji feløg talan er um,
men sambart keldum hjá
blaðnum, so hava fleiri av
teimum stóru altjóða
oljufeløgunum leingi sitið
á síðulinjuni og fylgt
oljutilgongdini við
Føroyar, eitt nú franska
Total, amerikanska
ExxonMobile og
kanadiska Petro Canada.
(JM)
600 mió kinverjar hava nú
fartelefon
Telesamskiftið mennist nógv í Kina. Í dag hava 575 milliónir, svarandi
til 45% av íbúgvunum fartelefon. Hetta verður staðfest í kinverskum
fjølmiðlum, har tað eitt nú framgongur, at av einum samlaðum fólkatali
upp á 1,3 milliard hava 575 mió kinverjar eina fartelefon meðan 361 mió
hava fasttelefon. Sølan av fartelefonum økist sera skjótt í heimsins
fólkaríkasta landi. Almenna tíðindastovan, Xinhua, skrivar, at 1.
ársfjórðingin 2008 er talið á fartelefonhaldum økt við 27,3 mió stk.
Google er sterkasta vørumerki
Annað árið á rað er Google kosið heimsins sterkasta vørumerki. Virði: Umleið 433 milliardir
krónur. Tað er kanningarstovnurin Millward Brown, sum lyftir Google heilt upp á topplistan yvir
sterkastu vørumerkini í heiminum. Somu staðsetingina fekk Google fyri einum ári síðani. Á næsta
plássi liggur General Electric, meðan NBC og Microsoft liggja á 3. og 4. plássi. Staðsetingin hjá
Google kemur í kjalarvørrinum av óvanliga góðum
fíggjarligum avrikum og góða handfaring av
vørumerkinum, sigur Peter Walshe, leiðandi ráðgevi
hjá Millward Brown, við Guardian. Vørumerkið
Nokia er virðismesta vørumerki í Evropa og hevur
eitt virði uppá 221 milliardir krónur.
an, fiskivinnan, kemur í
eina kapping við eina ein
staka vinnu, sum ikki hevur
verið her fyrr. Eg nevndi
undir 1. viðgerð av uppskot
inum til 3. útbjóðing, at vit
eiga at fara undir eitt aðal
orðaskifti á tingi um, hvat
politiska skipanin heldur
vit eiga at gera fyri, at sam
felagið er ført fyri at taka
ímóti teimum stóru avleið
ingum, sum fara at standast
av eini oljuvinnu.
Tórbjørn Jacobsen sigur
víðari, at tað er eingin ivi
um, at ein oljuvinna fer at
hava ávirkan á nærum øll
øki í landinum, tey sosialu
og tey vinnuligu viðurskift
ini, møguliga tey átrúnaðar
ligu viðurskiftini, tey ment
anarligu viðurskiftini osfr.
Ein pottur av olju
til mentanina
Nú hevur tú sjálvur sitið
sum
mentamálaráðharri.
Tað hevur verið nevnt, at
inntøkur frá eini oljuvinnu
skulu fara nærum óskerdar
í ein olju ella búskapargrunn
men eisini til granking. Sær
tú ikki eisini nakað skilagott
í at brúka oljupengar til at
menna okkara mentan?
Tað var Gunnar Hoydal,
rithøvundi, sum segði, at tá
ein møgulig oljuframleiðsla
fer í gongd í Føroyum, so
eigur landið at skipa so
leiðis fyri, at ein pottur av
hvørjari tunnu av olju fer til
føroyska mentan. Tað haldi
eg er sera skilagott. Tá vit
sótu í andstøðu løgdu vit
uppskot fram um ein bú
skapargrunn, og tá varð tað
ein partur av honum, at
man lat so og so nógv av
oljuinntøkum til mentanina
og her ikki minst til at verja
og hjúkla um føroyska mál
ið. So vit eiga avgjørt, eisini
um vit finna olju, at gera
eina veruliga mentanardubb
ing í Føroyum.
Oljuframleiðsla
og Co2
Nú merkir oljuframleiðsla
meira útlát av Co2. Sær tú
nakað moralskt dilemma í,
at vit siga okkum vilja taka
ábyrgd av umhvørvinum,
samtíðis sum vit brennandi
ynskja okkum eina føroyska
oljuframleiðslu.
Har kemur ein ávísur
divergensur. Har vit øðru
megin siga okkum síggja
fram til eina føroyska olju
vinnu, og samtíðis eru vit
vertir fyri eini umhvørvis
ráðstevnu, har man sær,
hvussu døpur skýggini eru
fyri framman. Hetta eru
sera stórir spurningar at
taka upp. Men samtíðis vita
vit, at olja nógv ár fram
verður ein meginorkukelda
í framdriftini av bæði skip
um, flogførum og elverkum
osfr. Tað verður í hvussu er
ein vøra, sum man fer at
brúka, og tá hon verður
framleidd alla aðrastaðni,
har hon finst, so dugi eg
ikki at síggja, hví hon ikki
skal framleiðast her eisini.
Hvussu sær tú fyri tær,
at landsstýrið fer at gera
nakað ítøkiligt fyri at fáa
útlendsk oljufeløg at gera
íløgur í Føroyum?
Tað er eitt arbeiði, sum
er í gongd alla tíðina. Og
tað liggur eisini í tí sann
roynd, at tá vit fara í tingið
við einum uppskoti til leit
ing, so fara fyrisitingin og
landsstýrið í gongd at fáa
øll áhugamál, ið peika
henda vegin, at vera við og
sum vónandi einaferð førir
til, at vit raka við olju í
undirgrundini.
”Tað er er ein gamal tanki hjá mær, at
man eigur at leggja allar tilfeingisvinnurnar
saman í eitt ráð.”
”Finnur tú olju, og eitt stórt virksemi í landinum
stendst av tí, so má tann politiska skipanin gera sær
greitt, at tað fer at hava eina stóra ávirkan á tað
føroyska samfelagið.”
Tórbjørn Jacobsen, oljumálaráðharri
saman við stjóranum á Jarðfeingi, Petur
Joensen