týsdagur 29. apríl 2008síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26 tíðindi
Nr. 81 - 29. apríl 2008
Miriam Michelsen
er nýggj forkvinna í
Unga Sambandinum.
Tað hevur sett seg
rættiliga fast í henni,
tá hon á sambands
fundi fyrstu ferð
møtti Edmundi
Joensen, fólkatings
manni. Eg minnist,
at tá hann reisti seg
upp at taka í hond
mína, hugsaði eg, at
hann er nógv størri
í veruleikanum enn
í sjónvarpinum!
Á fundinum lærdi
Edmund meg ein hóp
um samfelagsviður
skifti, sigur forkvinn
an, sum heldur, at
tað er nú, at tey ungu
skulu traðka til, so tey
kunnu gera mun
Landsfundur
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Yngsti røðari á landsfundi
Sambandsfloksins leygarda
gin var Miriam Michelsen,
forkvinna í Unga Sambandi
num. Eftir at hon hevði ver
ið á pallinum, fekk hon
nógv rósandi orð, og tað
var ikki sørt, at onkur sá
hana, sum enn eina møgu
liga – og komandi – kvinnu
rødd í Sambandsflokkinum,
sum tíðin gongur.
Tá ið Sosialurin fekk nøk
ur av løgtingsfólkum floks
ins at stilla upp til mynda
tøku saman við Miriam og
Jógvani Dahl, sum eisini
umboðaði Unga Samband á
landsfundinum, helt royndi
og garvaði politikarin og
fólkatingsmaðurin fyri, at
”um nøkur ár verður tú kan
ska Føroya løgmaður...”
Men hvat segði so kvinnu
liga stjørnuskotið hjá Unga
Sambandi á landsfundi
num?
Nógv størri
Tað er eitt sindur løgið hjá
mær at standa her og halda
røðu. Hetta er ikki nakað,
eg hevði kunnað droymt
um kundi lata seg gera,
sjálvt um eg altíð havi havt
sterkar meiningar um ymisk
viðurskifti.
Miriam mintist aftur á
dagin, tá Jóhan Dahl spurdi
hana, um eg hevði hug at
koma á ein fund hjá Unga
Sambandinum.
Tá visti eg ikki, hvat eg
skuldi svara, men so hugs
aði eg, at tað kanska hevði
verið gott, um eg slapp at
siga okkurt. Eg fór á fundin
fyri at vita, hvørjar ætlanir
Unga Sambandi hevði fyri
framtíðina, men segði við
meg sjálva, at um eg kom í
nevnd, fór eg bara at vera
eykalimur. Hetta endaði so
kortini við, at eg kom útaft
ur úr sambandshølunum
sum forkvinna.
Miriam segði, at tá ið het
ta frættist kring um í Vágs
bygd, var tað ein øgilig
umrøða, hetta fekk, og hon
var eitt sindur bangin fyri,
hvussu tað fór at vera at
”svinga” við teimum gomlu
tjóðveldismonnunum
í
Vági.
Men tá Jóhan Dahl ein
dagin ringdi og bað meg
koma á fund saman við øll
um teimum høgt mettu
”
Eg fór á fund fyri at vita, hvørjar ætlanir
Unga Sambandi hevði fyri framtíðina...
(Miriam Michelsen)
- Tað kann ikki vera rætt, at føroyskar
mammur eru tvungar til at flyta av
landinum, tí lestrarmøguleikarnir
eru betri í Danmark, har tær eisini
fáa bústaðarstuðul, frían barnagarð
og hægri stuðul annars, segði
Miriam Michelsen, forkvinna í Unga
Sambandinum
Mynd: Vilmund Jacobsen
Konservativu á odda
Lokalval verður í Onglandi og Wales hósdagin, og
sambært meiningakanningum standa teir konservativu at
vinna. Teir hava gingið alsamt fram í kanningunum
seinasta mánaðin, og sambært ComRes, sum hevur gjørt
eina veljarakanning fyri The Independent, liggja teir
konservativu nú til 40% av atkvøðunum, sum er tvey
prosent meir enn fyri einum mánað síðani, meðan Labour
fær 26%, sum er 5% færri. Liberalu Demokratarnir fáa
3% meir og koma upp á 20%, meðan aðrir flokkar
tilsamans fáa 14% av atkvøðunum, skrivar Sky News.
Hús fyri milliardir
Sambært dagblaðnum Mail on Sunday hevur Roman
Abramovich, russiskur oljumilliardingur og eigari av
Chelsea, søkt um byggiloyvi til eitt risastórt hús í átta
hæddum, harav tær tríggjar skulu verða undir jørð. Har
skulu verða bæði privatbiografur, innandura svimjihylur,
dampbað og spælirúm. Bygningurin skal liggja í
Knightsbridge í London, har eisini vøruhúsið Harrod’s
liggur, og fer ætlandi at kosta 1,5 milliardir krónur tá
hann er liðugur. Talan verður um dýrasta privata heimið í
Onglandi.
Ung skulu
stíga fram