týsdagur 29. apríl 2008síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
tíðindi
Nr. 81 - 29. apríl 2008
politikarunum, fann eg út
av, at hetta var ikki nakað,
sum ein og hvør slapp. Het
ta var nakað, eg kundi vera
errin av, og at hetta uttan
iva fór at vera læruríkt fyri
meg, segði hon.
Ein tann fyrsti, hon møtti,
tá hon kom inn í sambands
hølini, var Edmund Joen
sen.
Eg minnist, at tá hann
reisti seg upp at taka í hond
mína, hugsaði eg, at hann
er nógv størri í veruleikanum
enn í sjónvarpinum! Á
fundinum lærdi Edmund
meg ein hóp um samfelags
viðurskifti.
Miriam segði, at nú ein
tíð er fráliðin, hevur hon
veruliga fingið blóð upp á
tonna.
Nú skal tað vera, at vit
ungu skulu traðka til, so vit
eisini kunnu gera mun.
Málsetningurin
Hon segði, at málið hjá
Unga Sambandinum í fyrsta
lagi er at røkka út til tey
ungu, at kunna tey um, hvat
Sambandsflokkurin vil.
Eitt nú vilja vit kunna um
útbúgvingarmøguleikar,
skúlaskipan, ítrótt, tónleik
og annað, sum hoyrir ung
dóminum til. Skulu vit fáa
ung fólk úr øðrum londum
at koma til Føroya, er neyð
ugt, at vit gera okkurt spenn
andi, sum kann lokka tey
ungu hesa leið. Vit í Unga
Sambandinum halda, at ein
eftirskúli hevði verið eitt
gott hugskot.
Miriam vísti á, at í flestu
londum uttan um okkum er
10. flokkur næstan dottin
burtur, og tey ungu leita
sær heldur á eftirskúla.
Tí halda vit, at tað átti
ikki at verið nakar trupullei
ki at fingið ung til Føroya á
ein eftirskúla.
Sjálv gongur Miriam á
studentaskúla saman við
nógvum hundrað øðrum í
Føroyum, og hon heldur
flestu vera samd um, at tað
er keðiligt at hava lærugrein
ar, sum ungdómur ikki kann
brúka til víðari lesnað.
Ofta er tað so, at tær
lærugreinar, tú ikki hevur
brúk fyri, eru tær, sum gera,
at tín miðalkarakterur fell
ur. Hví skulu vit tá hava so
at siga óneyðugar lærugrein
ar, spurdi hon.
Unga Sambandi heldur
tí, at skúlaskipanin átti at
verið soleiðis, sum hon eitt
nú er í Danmark og øðrum
londum, at tú kanst velja
teg inn á linjur, tí tá hevur
tú tær lærugreinar, sum tær
dámar og hevur brúk fyri til
víðari lesnað.
Soleiðis kanst tú eisini
fáa ein uppaftur betri miðal
karakter, sum hevur alt at
siga í dag, legði hon aftrat.
Miriam helt eisini, at
ung, sum eru undir 18 ár og
ganga til víðari lesnað, eiga
at fáa lestrarstuðul.
Best í Danmark
Formaðurin í Unga Sam
bandinum helt, at tað, sum
vit kanska eiga at leggja
størstan dentin á, eru sjálvir
útbúgvingarmøguleikarnir.
Møguleikarnir eru nógv
ir, og torført er at velja, hvat
ungdómurin ætlar sær at
lesa – og hvar tey skulu fara
at fáa sær sína útbúgving.
Tað er rætt, at vit ungu kun
nu fara til Noregs, Svøríki,
Ongland og aðrastaðni at
lesa, og tað haldi eg, at fles
tu ung eisini hava í huga.
Miriam reisti síðan spurn
ingin, hví tað kortini man
vera so, at tey flestu velja at
fara til Danmarkar at lesa?
Jú, tað er tí, at í Danmark
eru bestu útbúgvingarmøgu
leikarnir hjá føroyingum.
Ikki bert tí, at vit duga mál
ið, men Danmark er kent
fyri at hava eina av heimsins
bestu
útbúgvingarskipa
num. Haraftrat kemur, at
stuðulin, sum lesandi fáa í
Danmark, er ein hin frægas
ti í heiminum. Og hvør tím
ir alla somlu tíðina at hugsa
um pening, tá tú lesur?
Hon vísti á, at lond hava
avtalur
sínámillum
um
atgongd til útbúgvingar,
men legði dent á, at tá føroy
ingar hava serlig rættindi til
útbúgvingar í Danmark, er
væl eingin orsøk at tveita
hesi rættindi burtur.
Kortini segði Miriam seg
undrast yvir, at bert 10% av
føroyingum fáa sær útbúgv
ing uttanfyri Danmark.
Hetta er neyvan av vant
andi áhuga, men heldur av
vantandi útbúgvingarpoli
tikki.
Formaðurin í Unga Sam
bandinum tók eitt dømi.
Vinkona mín, sum eigur
barn, gongur eisini á studen
taskúla. Hon fær 4.200
krónur um mánaðin, og tað
er ringt at hugsa sær, hvussu
í víðu verð hon klárar seg
við so lítið av peningi. Til
alla lukku býr hon heima
hjá foreldrunum, men um
hon hevði egin hús, hevði
stuðulin verið hin sami;
hon hevði tá eisini fingið
4.200 krónur um mánaðin.
Hvat er tað í dag? spurdi
Miriam.
Hon hevði aftrat, at henni
kunnugt, fáa mammur í
Danmark
bústaðarstuðul,
frían barnagarð og hægri
stuðul annars.
Tað kann ikki vera rætt,
at føroyskar mammur eru
tvungar at flyta av landinum,
tí lestrarmøguleikarnir eru
betri í Danmark.
Loysing ikki svarið
Formaðurin í Unga Sam
bandinum helt fyri, at tað
eru tey ungu, sum eru fram
tíð Føroya, og tí skuldi ikki
verið neyðugt at kjakast
um, at vit neyðturviliga
mugu út í heim.
Vit skulu ikki hava tað
trið besta ella næst besta.
Vit skulu hava bestu útbúgv
ingarmøguleikar, sum so
seinnu skulu gera Føroyum
og føroyingum gavn, segði
hon.
Hon nevndi eisini Oyra
sundkollegiið og onnur við,
har nógvir føroyingar búgva
undir lesnaðinum.
Hesi eru góð dømi um,
at sosialur trivnaður er týdn
ingarmikil, tá tú sum før
oyingur er í útlegd og langt
burtur frá øllum sum er tær
kært.
Miriam vísti á, at besta
tíðin
hjá
nógvum
før
oyingum var tíðin, tá tey
búðu saman við øðrum før
oyingum á kollegii.
Tað sigur seg sjálvt, at
fólk vilja liva undir bestu
umstøðum, tá tey lesa. Tí er
umráðandi fyri okkum fram
haldandi at hava eitt gott
samstarv við Danmark, og
hetta letur seg best gera í
ríkisfelagsskapinum, legði
hon aftrat.
Hon endurtók, at ríkis
felagsskapurin er okkara
besta loysn.
Vit kunnu uttan iva velja
at finna onkran annan
felagsskap at vera partur av,
men nógv bond knýta lond
ini í ríkisfelagsskapinum
saman.
Forkvinnan í Unga Sam
bandinum heldur soleiðis
ikki, at loysing er svarið
upp á einar frælsar Føroy
ar.
Orsøkirnar eru nógvar,
men í stuttum er trupulleik
in, at Føroyar er eitt lutfals
liga lítið land, ið skal liva
av tilfeinginum, vit hava í
havinum – og møguliga í
undirgrundini. Hetta til
feingið er óstøðugt, og fyri
at vit skulu kunna tryggja
okkara borgarum eins góð
livikor, sum í londunum
rundan um okkum, er neyð
ugt at verða partur av einum
sterkum felagsskapi.
Hon segði, at tað, sum
flestu ung tosa um, er spurn
ingurin um loysing ella sam
band, og ofta er tað bert hes
in spurningurin, sum skilir
sambandsfólk og tjóðveldis
fólk.
Hvør einstaklingur hev
ur sína egnu týðing av, hvat
frælsi er. Eg haldi, at frælsi
kann lýsast á mangan hátt,
og eftir mínum tykki kann
tað persónliga frælsi og
frælsi í felagsskapi eisini
lýsast soleiðis: Vit hava
frælsi til at fáa okkum
útbúgving, seta búgv, fáa
eitt gott starv og so fram
vegis. Hetta er ikki minst tí,
at vit altíð hava havt ein
stóran og sterkan Sambands
flokk, ið tryggjar hesi virðir
og altíð hevur verið við til
at menna tey, segði Miriam
Michelsen,
forkvinna
í
Unga
Sambandinum
á
landsfundi Sambandsfloks
ins leygardagin.
”
Soleiðis kanst tú fáa ein uppaftur betri
miðalkarakter, sum hevur alt at siga í
dag...
Í øðrum blaði seinni í vikuni fara vit at vísa á ymiskt, sum eitt nú Rósa Samuelsen, Jóhan Dahl
og Edmund Joensen søgdu á landsfundinum
Mynd: Vilmund Jacobsen
Tey umboðaðu Unga
Sambandið á landsfundi
Sambandsfloksins, Jógvan
Dahl (høgrumegin Edmund)
og Miriam Michelsen
Mynd: Vilmund Jacobsen
Fuglakrím á Fjóni
Fuglakrím er staðfest á einum høsnagarði við Stenstrup á
Fjóni. Tær 2100 hønurnar verða í dag dripnar og beindar
burtur. Fólk frá Fødevarestyrelsen fóru um miðdagsleitið
at geva høsnunum sproytur, og roknað verður við, at hetta
arbeiðið fer at taka einar átta tímar. Síðani verða høsnini
beind burtur. Samstundis verður ein trygdargeiri upp á
ein kilometur settur upp kring garðin. Talan er um ein
mildan form fyri fuglakrími, so tað verður ikki neyðugt
við einari veruligari verdarsonu, sigur Charlotte Bender,
samskiftisleiðari í Fødevarestyrelsen við Politiken
Trampað til deyðis
Ein kvinna varð trampað til deyðis av einari neytagongu,
sum gjørdist frá sær sjálvari. 45ára gamla kvinnan var
úti og spákaði túr við hundinum, sum eftir øllum at døma
hevur goy nakað illa. Eingin sá tilburðin, men roknað
verður við, at tey vanliga friðarligu neytini eru vorðin
bangin av hundinum og eru farin til stroks, hava runnið
kvinnuna um koll og síðani trampað til deyðis. Hetta
hendi bert fáar metrar frá einari fullari café, og
blóðdálkaði hundurin rann innar hagar og soleiðis varð
varskógvað um syndarligu hendingina. Roynt var við
fyrstu hjálp, men har var einki at gera, skrivar Daily Mail.