Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-29, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. apríl 2008síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 tíðindi Nr. 81 - 29. apríl 2008 - Javnaðarflokkurin segði bæði undan sein- asta og næstseinasta vali, at hvørt oyra, sum skorið verður av ríkisveitingini, fer at ganga út yvir vælferða- røkið. Hetta er eisini so satt, sum tað er sagt. Men hvar er tann steindeyði og ampu- teraði Javnaðarflokk- urin, nú júst vælferða- røkið stendur fremst fyri skotum, spurdi formaður Sambands- floksins á landsfundi Landsfundur Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Á landsfundi Sambands­ floksins reisti Kaj Leo Johannesen, formaður flok­ sins, spurningin, hví Javn­ aðarflokkurin og Miðflokk­ urin í samgonguskjalinum vilja taka 200 miljónir krón­ ur frá vælferðarøkinum, sum er ætlaði niðurskururin í ríkisveitingini í hesum val­ skeiði. ­ Hetta er einki annað enn skelkandi og ábyrgdarleyst, tí vit trúðu veruliga, at hesir flokkar høvdu eitt frægari grundarlag at byggja á. At Tjóðveldi við sínum mis­ skilta fullveldispolitikki roynir at snúgva sær undan tí veruleika, at búskapurin verður etin upp innanífrá, er kanska lættari at skilja, helt floksformaðurin fyri. Amputeraður og steindeyður Hann segði, at henda van­ stýring, sum hann rópti ætlaða niðurskurin í ríkis­ veitingini, setir nakrar nýggjar spurningar fram í ljósið. ­ Hvar er ábyrgdin, hvar er samhaldsfesti, hvar er samvitskan? spurdi Kaj Leo. Tað undrar serliga for­ mann Sambandsfloksins, at Javnaðarflokkurin, sum situr við stjórnarleiðsluni, gongur á odda í øllum hes­ um. ­ Hetta man vera eitt vón­ brot – ikki minst fyri javn­ aðarfólk, legði hann aftrat. Kaj Leo vísti á, at Javnað­ arflokkurin bæði undan seinasta og næstseinasta vali segði, at hvørt oyra, sum skorið verður av ríkis­ veitingini, fer at ganga út yvir vælferðarøkið. ­ Hetta er eisini so satt, sum tað er sagt. Men hvar er tann steindeyði og ampu­ teraði Javnaðarflokkurin, nú júst vælferðarøkið stend­ ur fremst fyri skotum? spur­ di hann. Og formaður Sambands­ floksins legði aftrat: ­ Nei, her er veruliga brúk fyri at busta støvið av sanginum og byrja at syngja umaftur, sum onkur gjørdi, at “her má vend koma í” – og tað ongantíð ov skjótt! Skapa tryggleika Kaj Leo segði, at politikkur og umsiting av landsins ogn­ um er ikki eitt spæl, har tú bara blandar kortini av nýggjum og heldur fram, sum um einki var hent. ­ Tað ber slett ikki til at spæla við hundraðtals miljó­ num krónum og enntá milj­ ardum ­ uttan at vísa ábyrgd og tryggja sær, at landið veruliga er í góðum hond­ um. Ein samgonga kann ikki einans byggja á neyð­ loysnir. Neyðugt er við loys­ num og lyklum til at loysa avbjóðingarnar, sum hann tók til. Floksformaðurin ásann­ aði kortini, at Sambands­ flokkurin hevur ikki loysnir upp á alt. ­ Nei, sjálvandi hava vit ikki tað. Men sleppa vit fram at landsins leiðslu aft­ ur, áðrenn ov seint er, kunnu vit verða við til aftur at ska­ pa tryggleika millum fólk. Vit fara ikki at hækka skatt­ ir og avgjøld, legði Kaj Leo. Hann vísti á, at altjóða serfrøðin herfyri staðfesti, at fíggjar­og búskaparpoli­ tikkurin seinastu fýra árini hevur eydnast sera væl. ­ Tí skal eingin ivi vera um, at vit ætla at halda fram á somu kós, so skjótt vit aft­ ur – og vónandi innan stutta tíð ­ fáa møguleikan at myn­ da landsins stjórn. Sum nú er, sær tíverri út til at ganga skjótt hjá sitandi samgongu at tøma lastina. Líkt er enn­ tá til, at hetta í løtuni sær út til at vera eitt mál í sær sjálvum. Tað er skelkandi og kann ikki steðgast nóg skjótt, segði Kaj Leo. Lágtrýst á veg Floksformaðurin vísti á, at veðurlíkindini fyri Føroyar eru broytt seinasta góða árið, og hann helt fyri, at tann, sum ikki sær, at eitt djúpt lágtrýst er á veg, hann vil ikki síggja tað. ­ Tað er okkara størsta skylda sum politikarar og flokkur at gera vart við kom­ andi umstøðurnar í okkara landi. Hann segði, at neyðugt er at gera sær greitt, at Føroyar mugu tillaga seg til broyttar umstøður, taka avbjóðingar­ nar, sum liggja fyri framman – og loysa tær skilagott. ­ Gera vit ikki tað, ber heldur ikki til í góðari tíð at tryggja okkara borgarum framhaldandi vælferð. Væl­ ferðin verður ikki tryggjað við at gera sum strutsurin – at stinga høvdið í sandin við hugburðinum, at “tað man fara at ganga kort­ ini…”, segði Kaj Leo Johannesen. Eitt amputerað C Kaj Leo Johannesen, floksformaður, vísti á landsfundinum á, at veðurlíkindini fyri Føroyar eru broytt seinasta góða árið, og hann helt fyri, at tann, sum ikki sær, at eitt djúpt lágtrýst er á veg, vil ikki síggja tað Mynd: Vilmund Jacobsen Politikarar í Sambands­ flokkinum stinga høvdini saman í steðginum Mynd: Vilmund Jacobsen Nýtt farmaskip í flotan Eitt farmaskip afturat er komið í føroyska flotan. Talan er um norska sjálvlossaran Fjordbulk, sum trý feløg – tvey føroysk og eitt danskt – ígjøgnum eitt nýtt felag hava keypt. Tey føroysku feløgini eru Sp/f Lón og P/f Articon. Nýggja felagið, sum hevur keypt skipið, eitur Bal­Bulk. Í løtuni er skipið í dokk í Noregi og verður liggjandi har í nakrar dagar afturat og fer síðani í rakstur. Skipsmeklarafyritøkan Maretec hevur avgreitt skipakeypið, men keypararnir vilja ikki upplýsa keypsprísin. Nýggja farmaskipið fær heimstað í Tórshavn. Kelda og mynd: Skipini.com