Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-30, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. apríl 2008síða 7

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 82 - 30. apríl 2008 Løgmaður ásannar, at tað verður ómetaliga torført hjá samgonguni at semjast um, hvussu útreiðslurnar skulu býtast næsta ár og eitt tað ringasta verður at finna semju um allar tunlarnar, sum skulu gerast Politikkur Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tað verður ómetaliga tor­ ført hjá samgonguni at semj­ ast um eina fíggjarlóg fyri næsta ár. Tað staðfestir Jóannes Eidesgaard, løgmaður. Í hesum sambandi ávaraði hann um, at tað liggja nakr­ ar tikkandi bumbur undir samgonguni. Í hesum sambandi hugsar hann um allar tunlarnar, sum talan hevur verið um at gera. ­ Vit hava nakrar tunlar, ið liggja sum ein tikkandi bumba undir samgonguni. ­ Tá ið vit koma til at rað­ festa íløgur hjá hesi sam­ gonguni, vil eg vera púra erligur, at vit hava eina tikk­ andi bumbu frammanfyri okkum, sum eitur tunlarnir. Hann segði, at tann, sum ikki dugir at síggja, at tunl­ arnir eru ein tikkandi bumba ímóti samgonguni, og kanska ímóti øllum sam­ felagnum, fer eitt sindur skeivur. Líkist svarta ongum Hann sigur, at tað, sum nú krevst, er, at vit gera eina tunnilssemju, sum ger, at vit eisini fáa orku og stundir til at taka onnur, neyðug mál, upp. Hann heldur, at tað líkist svarta ongum, at tað hevur tikið so langa tíð at fáa fíggj­ arlógina fyri í ár í Løgting­ ið. Samstundis er støðan tann, at vit hava ein óloystan tunnilstrupulleika fyri framman og tí helt hann, at tað er neyðugt hjá samgong­ uni at semjast um tunlarnar, so at málið verður loyst og so at samgongan fær tíð og orku at loysa onnur mál. Útlitini ikki tey bjartastu Annars helt Løgmaður, at útlitini fyri 2009 eru ikki tey bjartastu. ­ Vit hava oljuútreiðslur, sum longu nú eru ein trupul­ leiki fyri vinnuna og tað ein­ staka húsarhaldið og olju­ prísurin bara hækkar og hækkar, næstan ótálmað. ­ Vit hava matvøruprísir, sum eisini hækkað næstan ótálmað og sum avgjørt eru ein stórur trupulleiki hjá nógvum familjum, serliga barnafamiljum, umframt at rentan hækkar. Samstundis fylgja fiskaprísirnir ikki við uppeftir. ­ Av tí sama fer tað at krevja eitt ótrúliga gott politiskt handalag at fáa ein skilagóða fíggjarlóg fyri 2009, segði løgmaður. Hann helt, at tá sleppa politikarar veruliga at standa sína roynd og at prógva, at teir hava neyðuga styrki og evni at loysa teir stóru trupulleikarnar. Mótstríðandi fráboðanir Johan Dahl undraðist á, at løgmaður gramdi seg so illa um penganeyð, samstundis sum hann stóð á odda fyri eini samgongu, sum ætlaði at skerja ríkisveitingina 200 milliónir. Hann sá fyri sær, at tað verður neyðugt at hækka bæði skattir og av­ gjøld. Páll á Reynatúgvu helt, at samgongan hevði brúkt alt ov lítla tíð upp á at finna eina semju um tunlarnar. Í sambandi við undir­ sjóvartunlarnar, hevur ein spurningur verið um Eystur­ oyartunnilin varðveitast á privatum hondum, sum tóku stig til verkætlanina, ella um landið skal yvirtaka hann. Í hesum sambandi stað­ festu bæði Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, og Tordur Niclasen, ting­ maður fyri Miðflokkin, at Miðflokkurin er komin til ta niðurstøðu, at Skála­ fjarðartunnilin skal varðveit­ ast á privatum hondum og at teir privatu skulu eisini gera vegirnar, sum eru neyðugur í sambandi við tunnilin og sum eru mettir at kosta 200­300 milliónir. ­ So fær landskassin ráð til at gera Sandoyartunnilin, sigur Jenis av Rana. Og so kann Sandoyartunnilin koma á fíggjarlógina, skoytti Tordur Niclasen upp í. Hann helt eisini, at tað var eitt gott hugskot at fáa andstøðuna við í eina tunn­ ilssemju. Eisini teir báðir sam­ gongumenninir av Sand­ oynni, Páll á Reynatúgvu, hava nevnt, at teimum hóvar betri, at Eysturoyartunnilin verður verandi á privatum hondum, so at tað almenna fær ráð til at fara undir Sandoyartunnilin beinan­ vegin, tí teir síggja fyri sær, at skal tað almenna gera báðar tunlarnar, verður ikki ráð til at fara undir báðar undirsjóvartunlarnar í senn og teir góðtaka ikki, at Sand­ oyartunnilin verður útsettur til Eysturoynartunnilin er liðugur. Hinvegin hevur Bjørt Samuelsen, landsstýris­ kvinna í vinnumálum boðað frá, at restin av samgonguni hellir mest til at taka Skála­ fjarðartunnilin úr hondunum á teimum privatu og at leggja hann undir landið. Samgongan er nú farin at kanna, hvussu rentu­ stuðulin til sethúsa­ eigarar kann skerjast rentustuðul Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Rentustuðulin til sethúsa­ eigarar er við at verða ein stór útreiðsla hjá lands­ kassanum. Men nú er samgongan farin at kanna, hvussu hann kann skerjast, Tað boðaði løgmaður frá í Løgtinginum í gjár, tá ið fíggjarlógin var til við­ gerðar. Løgmaður sigur, at tað er landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, sum er far­ in undir hesar kanningar­ nar. ­ Eg eri púra sannførdur um, at vit eiga at taka spurningin um rentustuðul upp í fullum álvara, segði Jóannes Eidesgaard. Hann sigur, at endamálið við hesum kanningum er at skerja rentustuðulin, men hann skal ikki skerjast so, at hann verður ein hótt­ an ímóti tí einstaka húsar­ haldinum. ­ Rentustuðulin er tað, sum nógvar familjur í veruleikanum yvirliva upp á og tí er tað umráðandi, at vit skerja rentustuðulin við skili so at vit ikki hála teppið undan sethúsaeig­ arum. Neyðugt at skerja Løgmaður heldur, at tað verður neyðugt at gera nøkur inntriv fyri at temja útreiðslurnar hjá lands­ kassanum og í hesum sam­ bandi er rentustuðulin ein útreiðsla, sum samgongan roynir at tálma. Men tað verður eisini neyðugt at hyggja eftir øðrum útreiðslum, sum eru veksandi. Eyðgunn Samuelsen, forkvinna í fíggjarnevnd­ ini, segði, at í ár fer rentu­ stuðul til sethúsaeigarar at kosta landskassanum 101 millión og tað er næstan tvær ferðir so nógv sum fyri bara fýra árum síð­ ani. Orsøkin er hægri útlán, hægri renta og longri av­ dráttartíðir. Jenis av Rana vildi hava løgmann at vátta, at rentu­ stuðulin verður ikki rørdur við afturvirkandi kraft. Men tað gjørdi løgmaður ikki! Hinvegin staðfesti hann, at rentustuðulin er lívs­ grundarlagið hjá heilt nógvum familjum. Og hann helt, at tað eig­ ur at bera til at umskipa rentustuðulin, so at hann kemur teimum til góðar, sum veruliga hava brúk fyri honum. Og hann helt, at tað er stórur munur á fólki. Tey, sum seta búgv fyrstu ferð á ungum árum hava størri tørv á rentustuðuli enn tey, sum seta búgv fyri aðru ferð á meiri tilkom­ num árum. Men sum støðan er nú, fáa øll tann sama rentu­ stuðulin. ­ Tað ber eisini til at fáa rentustuðul alt lívið og tað ber til hjá sethúsaeigarum at fáa rentustuðul, hóast teir ongan avdrátt betala yvirhøvur. ­ Tí helt hann, at har eru nógv viðurskifti, sum kunnu kannast í hesum sambandi og at tað ber til at tálma útreiðslunum til rentustuðulin, uttan at raka teir sethúsaeigarar, sum veruliga hava brúk fyri honum. Løgmaður ávarar um tikkandi bumbur undir samgonguni Rentustuðulin til húsaeigarar skerjast Faroe Petroleum fann onga olju Faroe Petroleum boðar frá, at nú er liðugt at bora Yoda brunnin á loyvi PL271 í Noreg. Borað varð niður á 3.115 metrar, men eingi kolvetni vórðu funnin. Tað gekk væl at bora, og eingir eyka kostnaðir stóðust av boringini. Møguleiki er framvegis fyri at finna kolvetni á loyvinum, sigur Faroe Petroleum. Hini oljufeløgini sum luttóku í boringini vóru Statoil, sum varð fyristøðufelag, Talisman og Noreco. Faroe Petroleum hevur íalt 47 loyvir, og av hesum eru 20 í Noreg. Hóast skuffandi úrslitið, so heldur felagið á fram við at bora leitibrunnar; komandi 20 mánaðirnar verða 20 brunnar boraðir í Noreg, Bretlandi og Føroyum. Aftur í gjár kjakaðust tinglimir um tunlar og enn einaferð kom til sjóndar, at samgongan er alt annað enn samd og løgmaður ásannar nú eisini, at tunlarnir eru ein tikkandi bumba undir samgonguni Frelsunarherurin songløtu í Kagganum Í morgin, kristi himmalferðardag skipar Frelsunarherurin fyri songløtu ­ ”Kom og syngið við” ­ í Kagganum á Dalavegi 1 frá klokkan 19. Tað verður sangcafé har Sofus Hansen og Victor Carlsen, Árni og Marnar Andreasen, Gerhard og Sámal Hanne Lognberg, Teddy Petersen, Thorkil Mørkøre, Sigrid Rasmussen, Regin Haraldsen, Leight Hjaltalin, Ingrid­ Jensia­Jóhana Sofía, Eyfinn og Palli og onnur syngja.