Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-30, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. apríl 2008síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 82 - 30. apríl 2008 Føroyar vera leiktjald, tá kenda norska skaldsøgan Buzz Aldrin, hvor ble det af deg i alt mylderet? verður gjørd til sjónvarpsrøð seinni í ár Filmur Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Í næstu viku koma leikstjór­ in, Geir Henning Hopland, og rithøvundurin Johan Har­ stad til Føroyar at kanna umstøðurnar, í sambandi við at skaldsøgan hjá Har­ stad, Buzz Aldrin, hvor ble det af deg i alt mylderet nú verður gjørd til sjónvarps­ røð. Føroyskar leikarar Eins og í bókini, er ætlanin at stórur partur av sjónvarps­ røðini skal ganga fyri seg í Føroyum. Í bókini spælir eitt nú ein niðurlagdur virk­ isbygningur í Gjógv ein týðandi leiklut, sum karmur um fleiri av lagnunum í skaldsøguni. Tey, ið hava lis­ ið bókina, minnast ivaleyst, at tíðin í hesum bygningin­ um, ið verður brúktur sum heim til sálarsjúk, fær ein avgerandi týdning fyri lívið og framtíðina hjá høvuðs­ persóninum Mattias. Leik­ stjórin Geir Henning Hop­ land váttar, at ætlanin er, at eisini í sjónvarpsrøðini skal hesin parturin av søguni fara fram í Gjógv, har hann og høvundurin fara at royna at finna ein hóskandi bygn­ ing. Endamálið við vitjanini í Føroyum er eisini at koma í samband við føroyskar sjón­ leikarar. Fleiri av mest týð­ andi persónunum í bókini eru nevniliga føroyingar, og skulu hesir eisini leikast av føroyskum sjónleikarum. Føroyar sum sinnisstøða Søgan í bókini snarar kring kreppulíknandi sálarstøð­ una hjá Mattias, sum kennir tað sum er hann í onkrum slag av ongamannalandi. Sjálvur samanlíknar hann seg helst við amerikanska rúmdarmannin, Buzz Aldr­ in, ið var næsti maður á mánanum eftir Neil Arm­ strong. Tí minnast fólk flest heldur ikki nakað serligt til Buzz Aldrin frá hendingini. Hann gjørdist tann ævigi nummar tvey, sum meir ella minni fór í gloymskuna. Og soleiðis vil Mattias eisini helst liva – sum ein, ið ongin varnast ella minn­ ist. Tí passar tað honum fínt at vera endaður í Føroyum, har landslagið minnir hann mest um eitt oyðið mána­ lendi, har lítið og onki hend­ ir. Tí kemur føroyska lands­ lagið eisini at hava ein av­ gerandi leiklut í sjónvarps­ røðini, sigur leikstjórin, Geir Henning Hopland, sum vónar, at upptøkurnar kunnu byrja í heyst. Í NRK Sum sjónvarpsrøð verður ”Buzz Aldrin, hvor ble det av deg i alt mylderet” skip­ að í fýra pørtum, sum hvør varir 55 minuttir. Avtalað er gjørd við norska sjónvarpið NRK, sum fer at senda røðina í 2010, men leikstjórin dylur ikki yvir, at hann vónar, at føroyska sjónvarpið eisini fer at senda røðina. Kostnaðarætlanin fyri røðina er 28 milliónir norsk­ ar krónir. Seks stjørnukokkar á Hotel Føroyum sunnukvøldið Sunnukvøldið 4. mai skipar Hotel Føroyar fyri einum serligum gastronomiskum tiltaki. Tað eru seks av kendastu stjørnukokkunum, sum vitja, og fara teir at borðreiða hvør sín rætt hetta kvøldið. ­ Flestu rávørurnar eru føroyskar, so spennandi verður at síggja, hvussu hesir meistarar fara at gagnnýta hesar, sigur Johannes Jensen, stjóri á Hotel Føroyum. Peningurin, sum kemur inn, fer í ein norðurlendskan grunn til frama fyri norðurlendsku matlistina, har møguleiki verður hjá føroyskum kokkum at søkja um peningaligan stuðul til víðarimenning. Eisini fáa tveir føroyskir kokkar høvi at arbeiða í eina viku saman við hvørjum av hesum seks kokkunum, har ferðing og uppihald verður goldið av grunninum. Tiltakið er alment og byrjað verður kl. 18. Buzz Aldrin gerast til film í Føroyum Bygma-samtakið, sum eigur fleiri handlar í Danmark og í Svøríki, hevur keypt allan partapeningin frá Adam Madsen, sum er annar av høvuðs- partaeigarunum í P/F Balslev Timburhandil og Byggibúð ViNNA Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo ­ Alt fær ein enda. Hetta hevur Adam Mad­ sen sannað, nú hann hevur selt partabrøv síni í Balslev til Bygma­samtakið. Familja hansara hevur átt partabrøvini í trý ættarlið. Sambært upplýsingum frá Adam Madsen hevur sera stórur áhugi verið frá ymiskum keyparum at keypa partabrøvini. Tað hevur tí ikki verið trupult at taka avgerð um at selja, av tí at Adam Madsen seinastu árini hevur lagt ætlanir um ættarliðsskifti, deils orsakað av aldrinum, men eisini meðan tíð er at finna rætta keyparan at tryggja framtíð felagsins. Bygma er eitt stórt sam­ tak við nógvum deildum í Danmark og Svøríki, og virksemið røkkur frá umboðssølu, heilsølu, smá­ sølu tilútbúgving, flutning, umframt nógv annað virk­ semi. Við tað at Bygma bjóðaði seg fram at keypa, var valið nærliggjandi orsakað av, at virksemið hjá Bygma hósk­ ar væl til Balslev, serliga tá ið hugsað verður um inn­ keyp og flutning. Mett verður, at kappingar­ evnini hjá Balslev verða styrkt munandi. Serliga skal vísast á, at Bygma setur útbúgving høgt, og hevur felagið egna útbúgvingardeild fyri starvs­ fólk. Balslev er frammanundan ein vælrikin fyritøka við dugnaligum starvsfólkum, og tá ið tey fáa fakligan íblástur uttanífrá, verður úrslitið eitt enn sterkari felag á marknaðinum. Tað er upplýst, at stjórn og starvsfólk halda fram, og felagið fer skjótt at seta í verk tær loysnir, sum Bygma­samtakið kann bjóða. ­ Adam Madsen, sum hevur arbeitt fyri Balslev tað mesta av síni tíð, takkar øllum fyri góð og spennandi ár við nógvum upplivingum, og ynskir øllum alt tað besta frameftir, sigur fe­ lagið í tíðindaskrivi. Keypsprísurin er ikki upp­ lýstur. Eginpenginur felag­ sins var pr. 31. desember í fjør gjóðar 57 milliónir krónur, og ársúrlitið fyri 2006 var 5,4 milliónir krón­ ur. Balslev skiftir eigara Í komandi viku koma leikstjórin, Geir Henning Hopland, og rithøvundurin Johan Harstad til Føroyar at fyrireika filmsupptøkur av bókini hjá Harstad Leikstjórin, Geir Henning Hopland, skal standa fyri upptøkunum í Føroyum til sjónvarpsrøðina ”Buzz Aldrin, hvor ble det av deg i alt mylderet”