Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-30, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. apríl 2008síða 9

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 82 - 30. apríl 2008 Kerviel fingið arbeiði Umdømið er ikki altíð avgerandi, tá ein skal søkja starv, og tað kann í hvussu er fransmaðurin Jérome Kerviel vera fegin um. Í fjør bleiv hann avdúkaður og tikin fyri at hava kostað franska stórbankanum Société Générale 36 milliardir krónur, men hóast tað hevur hann nú fingið annað starv. Blaðið Le Points veit at siga, at Jérome Kerviel arbeiðir hjá einari KT-fyritøku. Tað er ógreitt, um Société Génárale fer at krevja sínar pengar aftur. Børnini eiga framtíðina Tey, sum hava tikið seg saman at skipa býráðsmeiriluta í teirri nýggju Eystur-Vestur kommununi í Grønlandi frá ársskiftinum, skrivaðu í gjár undir eina avtalu, sum skal varpa ljós á børnini og teirra kor. Asii Chemnitz Narup, sum verður fyrsti borgarstjórin í nýggju kommununi, sigur við KNR, at avtalan er ein boðskapur um, at kommunan ætlar sær at loysa trupulleikarnar hjá børnunum og foreldrum teirra, og at hetta er ein stór uppgáva. Hóast heimskendur fyri svik fekk Jérome Kerviel nýtt arbeiði Mynd: TV2 Øll tosa um tey bleytu virðini, og hvat er meira bleytt enn okkara børn? Men føgur orð er ikki nóg mikið. Pengar skulu til, skulu vit hjálpa okkara børnum móti pedofilum, sigur Arnbjørn Fagraklett, ið sjálvur varð mis­ nýttur sum barn misnýtsla Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Arnbjørn Fagraklett og tvær kvinnur, sum eisini eru misbrúktar sum barn, ferð- ast í hesum døgum kring landið saman við ágangur. com, ið er felagið, sum B36 hevur stovnað í sambandi við teirra átak »vigt eru ímóti kynsligari misnýtslu av børnum« og KRIS. Endamálið er at vitja ítróttafeløgini í landinum og har upplýsa um kynsligan ágang móti børnum. Arnbjørn Fagraklett var sjálvur gjøgnum mong ár misnýttur sum barn, og tosar tí út frá egnum royndum. - Tað gongur nógv slíkt fyri seg í Føroyum, og tað er alneyðugt at vit gera nakað fyri steðga misnýtsluni. Men politikarar siga bara føgur orð og lova meiri pen- ing næstu ferð, og tað er ikki nóg gott, tí vit hava brúk fyri pengunum nú. Eingin veit, um KRIS yvirhøvur er til, tá næsta fíggjarlóg kemur fyri, sigur Arnbjørn Fagraklett. Hann er serliga vónbrotin av nøkrum fáum politikar- um, tí hesir greitt hava meld- að út, at KRIS fær ongar pengar á fíggjarlógini fyri í ár, men kundu næstan tryggja, at peningurin kem- ur á næstu fíggjarlóg. - Eg veit at KRIS hevur søkt um 1,6 milliónir krón- ur, og tað mátti ikki verið ov nógv tá hugsað verður um, hvussu týdningarmikið arbeiðið er, sum KRIS ger. Tær 200.000 krónurnar, sum felagsskapurin fær, røkka ikki langt, sigur Arn- bjørn Fagraklett. Hann vísir til, at KRIS hevur neyðuga førleikan at taka sær av misbrúktum børnum. Eisini hóast sálar- frøðingar vilja siga tað mót- satta. Um tað so kann vera ein orsøk til, at politikarar eru trekir at játta pengar til arbeiðið. 20% misbrúkt KRIS er sjálvboðin felags- skapur sum er stovnaður fyri at hjálpa insestofrum og misbrúktum børnum, og øll ásanna, at felagsskapurin ger eitt stórt og munagott arbeiði. Men tað slítur upp á fólk at fáa alla hesa vitan um, hvussu pedofil mis- brúka børnini, og tí eru fleiri fallin frá. - Tað, sum vit í veruleik- anum hava brúk fyri, er 24 tíma vakt. Og tað sigur seg sjálvt, at tað ber ikki til hjá sjálvbodnum, har mugu fólk lønast, sigur Arnbjørn Fagraklett. Sálarliga strongdin, sum børn koma undir, er so øgi- lig, at tey merkjast fyri lívið. Ella tey flestu í hvussu er. Tí er arbeiðið hjá KRIS so ógvuliga týdningarmikið. - Mítt lív hevði ikki verið tað sama, hevði eg ikki fingið hjálp, so eg veit, hvat eg tosi um. Og tá vit sam- stundis vita, at 20% av børnunum í Føroyum verða misnýtt, so mugu øll skilja, hvussu týdningarmikið tað er at vit fáa neyðugu játtan- ina á fíggjarlógini, sigur Arnbjørn Fagraklett. Tað er av alstórum týdn- ingi at steðga teimum pedo- filu, tá tey steðga ikki við eitt barn, men halda fram at misbrúka barn eftir barn. - Og tað eru ikki bara mannfólk, sum misbrúka børn. Konufólk eru akkurát líka ring í so máta. Fólk halda automatiskt, at tað eru mannfólk, tosað verður um, tá tosað verður um pedofil, men tað er bara ikki so, sigur Arnbjørn Fagraklett. Hann sigur eisini, at tey pedofilu sum oftast eru av allarfittastu fólkum, og tí ring at vara seg fyri. - Tí er tað so týdningar- mikið, at vit fáa pengar at arbeiða við og ikki bara vøkur orð frá politikarunum, sigur Arnbjørn Fagraklett. Hjálp børnum móti pedofilum ­ Vit halda okkum til 10. hvørt barn, sum verður misbrúkt, men talið er allar­ helst væl hægri, sig­ ur Gvøðbjørg West, forkvinna í KRIS misBRÚK Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Hagtølini vísa, at í minst trimum av fýra dømum um kynsligan ágang móti børnum er talan um fólk, sum børnini kenna og hava álit á. Og kynsligur ágangur móti børnum hendir mun- andi oftari enn vit geva okk- um far um. Sambært Gvøð- bjørg West, forkvinnu í KRIS, verður 10. hvørt barn í Føroyum útsett fyri kyns- ligum ágangi. Men, sum hon tekur til: Tað er bara toppurin av ísfjallinum! - Og slíkt hendir ikki bara í disfunktionellum familjum. Hetta hendir so væl í vertsligum sum anda- ligum familjum, sigur Gvøðbjørt West, sum helst man vera fremsti autoritet- ur innan barnamisbrúk í Føroyum. Hon sigur, at tey í KRIS hava ynski um at upplýsa øllum viðkomandi stovnum um vandan við misbrúki av børnum, men tað er alneyð- ugt, at politikarar viður- kenna hendan vandan og seta pening av til at hjálpa misbrúktu børnunum. - Vit hava ynski um at vitja skúlar og barnagarðar og ítróttarfeløg fyri att upplýsa um vandan av mis- brúki, men tað krevur at vit fáa neyðuga peningin, sigur Gvøðbjørg West. Og at tørvurin er til stað- ar prógva mongu uppring- ingarnar, sum felagsskap- urin fær. - Í november í fjør, tá vit høvdu fund við politikar- arnar, fingu vit 187 uppring- ingar, sms og mailar. og bara í gjár vóru tað fimm fólk sum ringdu til okkum. So tørvurin er eyðsýndur, sigur Gvøðbjørg West. Men hon sigur eisini, at KRIS í dag er á einum vegamóti. - Spurningurin er, um vit halda fram, ella vit pakka saman, sigur for- kvinnan í KRIS. Alt arbeiði í felagsskap- inum er sjálvboðið, og higartil hava tey stovnað tríggjar serbólkar. Ætlanin er somuleiðis at skipa fyri einum kvøldi um mánaðin fyri avvarðandi at mis- brúktum. - Tess meiri vit varpa ljós á spurningin, tess fleiri fólk venda sær til okkum, sigur Gvøðbjørg West. Hon sigur somuleiðis, at felagsskapurin hevur neyð- uga førleikan at hjálpa fólki við bæði sálarfrøðingum og familjuráðgevarum. So nú vantar bert, at politikarar virðismeta arbeiðið, KRIS ger, og letur teimum neyð- ugu játtanina at veruliga hjálpa, har tað ræður mest um. Minst 10. hvørt barn misbrúkt Gvøðbjørg West er forkvinna og okkara fremsti autoritetur innan barnamisbrúk Arnbjørn Fagraklett er sjálvur misbrúktur sum barn, og tí tosar hann út frá egnum beiskum royndum