Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-30, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. apríl 2008síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 82 - 30. apríl 2008 772 blivu íslendingar Íslendsku myndugleikarnir gjørdu í fjør av at geva 772 útlendskum ríkisborgarum íslendskan ríkisborgararætt. Tey vóru úr fleiri londum, men 159 vóru póllendingar, 70 vóru úr Filipsoyggjunum, og 41 vóru teilendingar. Av teimum nýggju borgarunum eru næstan 200 millum 30 og 39 ára gamlir, og 104 teirra vóru børn niðan fyri 10 ár. 41 av børnunum høvdu íslendskan pápa, men útlendska mammu og eru fødd uttan fyri Ísland. Póllendingar eru best umboðåaðir millum tei nýggju íslendingarnar (Mynd: Morgunblaðið) Fiskaði ólógliga Fyrradagin kom ein tyrla hjá íslendsku sjóverjuni fram á norska línuskipið Gayser Senior, sum royndi í Skaftáardýpinum á Suðureysturlandinum. Norski skiparin fekk at vita, at hann var á einari stongdari leið, og at hann skuldi til Vestmannaoyggjarnar við skipinum. Har játtaði skiparin seg sekan. Sambært Morgunblaðnum mátti skiparin rinda bót, og harumframt misti skipið reiðskapin og fiskin, sum tað hevði fingið niður í lastina. Bátafestivalurin á Toftum er vaksin á hvørjum ári, og í fjør var bátatalið størri enn nakrantíð áður. Á festivalinum hesaferð verður eisini hátíðarhald í samband við, at Dvørgamoy verður 10 ár. Hetta kann verða við til at veksa um talið av bátum og bátafólki. Tað einasta, sum kann ávirka festivalin, er veðrið, sum sambært DMI kanska ikki verður tað allarbesta leygardagin Bátafestivalur Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo myndir: Vilmund Jacobsen Leygardagin skipar Báta­ felagið í Nes kommunu fyri ársins fyrsta festivali, sum er bátafestivalurin á Toftum, ið nú verður hildin á fjórða sinni. Bátarnir, sum luttaka á festivalinum, møta í Skála­ firði klokkan 12.30, og um 13­tíðina verður kósin sett úteftir Skálafjørðinum og út á Toftir. Á Toftum verður móttøka fyri bátum og báta­ eigarum. Bátafólkið fær suppu og okkurt leskandi. Harmonikutónar fara eisini at ljóma, tá bátarnir eru bundnir til bryggju og fólk fara at leita sær út í matar­ høllina hjá Faroe Seafood. Umstøðurnar í nýggja partinum av Oyrahavnini eru góðar og rúmligar, og har fáa bátarnir eisini land­ streym og aðrar tænastur. Teir rigga til Menn kring landið, sum eiga bátar til frítíðarsigling, hava í seinastuni riggað bát­ arnar til, og nú er hjá fleiri bara eftir at forsýna seg við mati og leskandi. Vanligt er, at menn hava føroyskan mat við í bátinum – og onkur keypir sær kanska eisini nakrar góðar búffar at steikja á pannuni. Á festivaløkinum fáast vælumtóknir stevnu­ búffar, men tað er eisini ein hugni hjá monnum og kvinn­ um at matgera í bátinum, sum er fastur táttur á slíkum ferðum. Teir, sum longu hava sett sær fyri at verða við á báta­ festivalinum, eru so smátt farnir at tosa um veðurván­ irnar. Tá vit í morgun hugdu inn á heimasíðuna hjá DMI (Danmarks Meteorologiske Institut), søgdu veðurmenn­ inir sunnan (5­10 m/sek.) til fríggjadagin, skýggjað, men mest turt veður við hita millum 7 og 10 stig. Leygardagin og sunnu­ dagin sigur hann veksandi vind millum landsynning og sunnan, 8­13 m/sek. og kanska upp í 15 m/sek. onkra løtu. Tað verður skýggjað og regn ein stóran part av tíðini. Hitin fer at liggja millum 7 og 12 stig. Vit kunnu tó ugga okkum við, at veðrið sum heild hev­ ur verið milt í aprí og veður­ vánirnar hjá DMI, sum vit hava nevnt, eru lagdar út á netið týsdagin klokkan 16. So hvør veit, kanska broytast útlitini og veður­ vánirnar til tað betra, sum hesir seinastu dagarnir und­ an bátafestivalinum ganga. Í aðrar mátar liggja Skála­ fjørður og Tangafjørður í streymloysi, so her órógvar eingin streymur av týdningi, hóast hann kanska frískar vindin eitt sindur. Hátíðarhald fyri Dvørgamoy Tiltakið á Toftum leygardag­ in, sum annars hevur eina fjølbroytta skrá, hevur fing­ ið eitt íkast aftrat til festi­ valin hesaferð. Hetta er í samband við, at Felagið Dvørgamoy, sum nú hevur 10 ár á baki, fer at hátíðarhalda dagin. Felagið setir fokus á seglbátin og róðrarbátin, sum í gomlum døgum førdu mangan góðan fongin til lands. Tað vóru hesi smáu før, sum hildu svongdini hjá nógvum føroy­ ingum frá durunum. Nógvir bátar gingu burtur við allari manningini, tá illveður kom á, og tað vóru bygdir, sum at kalla vórðu avtoftaðar, tá ringast vildi til. Felagið Dvørgamoy bjóð­ ar øllum teimum stóru róðr­ arbátunum í landinum á bátafestival, og felagið ynsk­ ir eisini, at so nógvir bátar sum gjørligt við seglum og/ ella árum verða við í fylg­ inum, sum fer at sigla nakað út á fjørðin at taka ímóti bátafylginum, sum fer úr Skálafirði klokkan 13. Leygardagurin byrjar við, at Dvørgamoy, Toftabáturin og Ternan koma at standa á bátadráttinum undir neystin­ um niðri á Rætt, og um mid­ dagsleitið verða bátarnir flotaðir. Dvørgamoy varð flotaður í góðveðri í Runavík 23. mai fyri skjótt 10 árum síðan. Umframt smyrjibreyð, kaffi og te til bátsmanningar á segl­og róðrarbátum, verða tvær smáar framsýn­ ingar í sethúsunum (hjá Fíu) niðri á Rætt. Onnur framsýningin verður um Dvørgamoy, har myndir og virksemið hjá felagnum, sum eigur bátin, verður lýst. Hin framsýningin er um verkætlanina við Teinær­ inginum. Felagið Dvørgamoy fer eisini at hava eitt fýramanna­ far við allari siglingarútgerð á festivaløkinum, og kanska verður hesin báturin eisini flotaður. Nú 10 ár verða liðin, síð­ an Dvørgamoy varð flotað, vil felagið seta fokus á før­ oyska bátin, og á festivalin­ um ynskir felagið at fáa í lag gott og gevandi prát við fólk um eitt nú róðrarbátar og sigling. Veksandi áhugi Bátafelagið á Toftum er stovnað 13. mars í 2005, og bert slakar tveir mánaðir seinni varð fyrsti bátafesti­ valurin hildin á Toftum. Øll árini síðan byrjan, er bátatalið økt á hvørjum ári. Í 2005 vóru 30 bátar, og árið eftir var talið umleið 50. Luttøkan í fjør var hin størsta, tá talið av bátum var umleið 70. Í Bátafelagnum á Toftum halda tey, at hetta er ein framgongd sum gevur treysti og íblástur til at halda fram við tiltakinum. Høvuðsendamálið hjá fel­ agnum er at vinna bátaeigar­ Útlit eru til eina størri bátastevnu enn áður Toftabygd verður nú á fjórða sinni karmur um ársins fyrsta festival – bátafestivalin, sum nú hevur fýra ár á baki. Skráin hesaferð og umstøðurnar til at halda festivalin eru uppaftur betri enn áður, nú felagið, sum er stigtakari til tiltakið, hevur fingið nýtt tjald