Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-30, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. apríl 2008síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 82 - 30. apríl 2008 BP og Shell stórt avlop Bretsku British Petroleum og Shell hava fingið nógv burtur úr tí góða prísinum á ráolju. Tølini fyri fyrsta ársfjórðing vísa, at Shell hevði 7,7 mia. dollarar í avlopi hesa tíðina, og hjá BP var talið 6,6 mia. dollarar. Hjá Shell er talan um ein vøkstur upp á 12 prosent samanborið við somu mánaðir í fjør, og hjá BP er vøksturin heili 50 prosent. Bretskir fjølmiðlar vænta, at fólk fara at ilskast inn á avlopið, tí tað er dýrt at keypa olju og bensin í Bretlandi. Avlopið hjá BP fyrsta ársfjórðing vaks heili 50 prosent (Mynd: DR) Rennur í ríkiskassan Tann góði oljuprísurin kemur danska ríkiskassanum væl við. Børsen skrivar, at við verandi príslegu fær ríkiskassin væntandi einar 10 milliardir krónur mneiri burtur úr oljuni enn væntað, og tað hevur samstundis við sær, at avlopið hjá ríkiskassanum fer upp um 85 milliardir krónur í ár. Tá fíggjarmálaráðið metti um oljuinntøkurnar, varð roknað við, at prísurin fór at liggja um 88,5 dollarar, men higartil í ár hevur hann verið 112 í meðal. um og fólki við áhuga fyri bátum í kommununi so góð­ ar umstøður sum gjørligt, bæði teimum sum hava vinnu­ ligar bátar, men eisini – og ikki minst – tá ræður um silging og siglingarsøgu. Felagið strembar eisini eftir at fáa eitt undirhús til hugnaliga samveru millum bátaeigarar og fólk við áhuga fyri bátum og sigling. Sammarittarnir hjá Reyða Krossi verða á økinum við sínum vaktar­og hjálpar­ fólki, meðan bátafestivalur er á Toftum. Hetta er ein tryggleiki, sum hevur stóran týdning fyri slík tiltøk, sum ein bátafestivalur er. Nógv ymisk tiltøk Nýggja tjaldið hjá Bátafel­ agnum verður tikið í nýtslu á festivalinum, og hetta verður karmurin um ein stóran part av tiltøkunum. Á festivaløkinum verða hoppiborgir, karusell, tramp­ olin og smáir bilar til tey smæstu. Pylsuvognurin, ið er so forkunnugur um hesar leið­ ir, hevur opið til langt út á náttina, og góðir kokkar fara eins og undanfarin ár at kynda undir grillina og selja vælsmakkandi búffar við øllum tilhoyri. Afturvendandi tiltakið, sum er meksikanska upp­ boðsølan, har vinnulívsfólk eru komin undir sjóneykuna og spíska blíantin hjá Mart­ ini W. Tórgarð, verður eisini á skránni. Tað verður løg­ tingsmaðurin, Bill Justin­ ussen, sum skipar fyri søluni. Leygarkvøldið verður so dansur við Dansiorkestrin­ um, og hetta tiltak plagar at savna nógv fólk á festi­ valinum. Bátafestivalurin á Toftum er vaksin á hvørjum ári, og háttar veðrið sær so nøkulunda leygardagin, er væntandi, at nógvir bátar kring um úr landinum fara at stevna inn á Skálafjørðin, har bátarnir skulu møtast í Skálafirði klokkan 12.30. Um 13- tíðina verður kósin sett út á Toftir Um 15-tíðina leygardagin stevna bátarnir inn í Oyrahavnina á Toftum. Bátafelagið bjóðar heita suppu og okkurt leskandi í matarhøllini hjá Faroe Seafood, og tá fer eisini harmonikuliðið at undirhalda við veitslu-og hátíðarkendum tónum Nýggja atløgusíðan á Toftum, sum er 94 metrar long við einum dýpi, sum í minsta lagi er 7 metrar, varð alment tikin í nýtslu flaggdagin AtløgA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tað er J&K Petersen, sum hevur staðið fyri arbeiðn­ um, EM­Asfalt hevur asfalt­ erað bryggjuøkið, og El­ virkið hjá Jóhan Gaard hev­ ur staðið fyri el­teknisku veitingunum á økinum. Nes kommuna hevur brúkt 8,5 miljónir krónur til arbeiðið, sum er ein mun­ andi bati fyri karmarnar hjá øllum tí virksemi, sum er á havnalagnum á Toftum. Kommunan skipaði fyri hátíðarhaldi, har Nes sókn­ ar Hornorkestur spældi nøkur løg, meðan trolbátar­ nir Randi, Búgvin og Hansa Maria løgdu at við nýggju bryggjuna. Síðan helt borgarstjórin, Símun Johannesen, røðu vegna kommununa. Eftir hátíðarhaldið bjóð­ aði kommunan øllum til kaffi og køkur í hølunum hjá Snodd. Seinni bjóðaði kommunan so døgurða í hølunum hjá Vesturskin fyri arbeiðstakarum og umboð­ um fyri virkir og bátar. Sum formaður í teknisku nevnd hjá kommununi, er Súni í Hjøllum sera væl nøgdur við arbeiðið, sum er gjørt. ­ Við tí nógva virksemin­ um, sum er á havnalagnum, verður hetta ein munandi bati. Eg vil bera øllum, sum hava arbeitt við hesi verkætlan, eina støra tøkk og ynskja borgarunum í Nes kommunu tillukku við atløgusíðuni, sigur formað­ urin í teknisku nevnd. Símun Johannesen, borg­ arstjóri, segði, at tað, sum hevur eyðkent tey fólk, sum hava búleikast í komm­ ununi, er áhugin fyri sjón­ um og tí sum havið gevur. ­ Hetta kom longu til kennar fyri gott hundrað árum síðani, tá tann fyrsta sluppin varð keypt inn á Nes, og síðani komu fleiri eftir. Vit fingu størri og minni reiðarar, sum góvu nógv arbeiði og sum soleiðis gjørdist fíggjarliga grundar­ lagið fyri nógvar familjur. Hann segði, at tá sluppir­ nar vóru komnar, skaptist tørvurin fyri atløgusíðum. ­ Her vóru eingi havna­ løg, har sluppirnar kundu leggja til bryggju, segði borgarstjórin í einari áhuga­ verdari røðu, har hann tók støði í søguni aftanfyri kommuna og vinnulívin­ um, sum seinni prýkti úr áhuganum hjá fólki á staðn­ um fyri sjógvi og sigling. 94 metrar av nýggjari atløgu Borgarstjórin, Símun Johannesen, heldur røðu Nes kommuna hevur nú fingið eitt uppaftur betri og tiltrongt havnalag