Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-07-03, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. juli 2001síða 2

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 124 - 3. juli 2001 Nr. 124 - 3. juli 2001 3 gult2 cyan2 magenta2 svart2 gult3 cyan3 magenta3 svart3 Í heyst verður arkitekta-kapping um tann nýggja mið- námsskúlan, sum skal byggjast í Vági SKÚLABYGGING Áki Bertholdsen Tað gongur støðugt framá við arbeiðnum at fyrireika byggingina av nýggja miðnámsskúlanum, sum skal byggjast í Vági. Studentaskúlin í Vági hevur húsast undir sera vánaligum korum og hann heldur til í fleiri húsum, sum ikki eru gjørd til enda- málið og sum heldur ikki eru so væl hóskandi, sum tey áttu at verið Miðnámsskúlin í Suður- oy er ein deild undir stu- dentaskúlanum í Hoydølum og tá ið studentarnir í Suðuroy fingu prógvini handað mikudagin, var skúlastjórin, Mads A. Winther í Vági og helt røðu fyri teimum nýklaktu pis- unum. – Umframt fakliga vitan, skulu næmingarnir eisini hava eina røð av førleikum. Av teimum førleikunum eru evnini at læra at læra ein av teimum týdningar- mestu, segði Mads A Winther í røðu síni fyri studentunum. Hann segði, at fyri at hetta skal eydnast, er tað neyðugt, at næmingarnir hava eitt gott umhvørvið. – Ein fortreyt fyri at hava tað, er at arbeiðsumhvørvið er gott hjá øllum á skúl- anum, eisini lærarunum. – Tað góða umhvørvið skal stuðla undir frálæru- hættir og menna tykkara evni til sjálvi at leita sær lærdóm so at hendan pro- sessin kann halda fram alt lívið, sama hvat starv tit fáa. Arkitektakapping Mads A. Winther segði at hann vónaði, at tað fór at bera til at skapa skúlanum í Suðuroy betri umstøður. Tað, hann sipaði til, er ætlanin at byggja ein nýggjan miðnámsskúla í Vági. Og tað skilst, at tað gong- ur framá við arbeiðnum at byggja skúlan Mads A. Winther segði, at fyrireikingin er komið so mikiå væl áleiðis, at nú í september verður arkitekta- kapping útskrivað at byggja skúlan. Grundstykkið er fingið til vega, tað er beint vest- anfyri bygdina, omanfyri Vatnið og har skal skúlin so byggjast. – Vónandi verður hildið á við arbeiðnum, so at ætlan- in ikki dettur niðurfyri, men at skúlin verður bygd- ur, segði skúlastjórin. Hann legði eisini stóran dent á, hvussu stóran týd- ning tað hevur, at studenta- skúlin er í Suðuroynni. – Hann ger, at tað ber til hjá ungdóminum at verða verandi í heimliga um- hvørvinum tey kvæmu árini frá 16-19 ár. – Við at vera her, geva tit tykkara íkast til tað lív, sum er her á staðnum og tann dynamikk, sum ungdómur gevur einum samfelag. – Uttan tykkum hevði verið tómligt í Suðuroynni, segði Mads A. Winther. Landsstýrismaðuri í vinnumálum heldur, at tíðin nú er búgvin til at umhugsa støðuna hjá Strand- ferðsluni, Postverk- inum og øðrum almennum stovnum ALMENN UMSITING Áki Bertholdsen Brimil. Teistin. Postverkið. Føroya Tele. Hetta eru tvey skip og tveir almennir stovnar, sum hava fingið landsstýris- mannin í vinnumálum at umhugsa støðuna. Tað gekk eitt hálvt ár at fáa Brimil í sigling, og fyribils eru tríggir mánaðir, síðani nýggja sandoyar- skipið, Teistin, varð lið- ugur, men enn røkist onki fyri, at hann sleppur í sigl- ing. Hesi bæði nýggju, stásil- igu almennu skipini lógu og liggja svínabundin í mánaðir, tí at semja ikki fæst um lønina hjá einum parti av manningini, sum skal sigla við teimum. Somuleiðis hevur eisini stór ósemja verið um við- urskiftini hjá postverkin- um. Og hetta heldur Bjarni Djurholm, kann ikki halda fram. – Eitt framkomið sam- felag, kann ikki liggja í naggatódn í heilum, tí at ósemja er um mál, sum í mongum førum eru smátta- rí, sigur hann. Tí heldur hann, at tíðin nú er búgvin til at umhugsa støðuna við teimum al- mennu stovnunum, ikki minst hjá Strandferðsluni og hjá Postverkinum, sum hann sjálvur umsitur í landsstýrinum. Og hann heldur, at ein annar stovnur, Føroya Tele, sum hann eisini umsitur, kann brúkast til fyrimynd í teimum metingum, sum nú skulu gerast. – Eg haldi, at vit nú eiga at umhugsa at umskipa Strandferðsluna og Post- verkið í almenn partafeløg, eins og Føroya Tele nú er blivið tað. Flyta samráðingarrættin Hann dylir ikki fyri, at sporini ræða. Men tað eru eisini útlitini fyri fram- tíðina, sum nú fáa hann at taka støðuna upp til um- hugsunar. Eitt nú er lítil ivi um, at Strandferðslan skal hava nógv nýggj skip tey kom- andu árini, tí flotin er upp- slitin. Men støðan skal helst ikki verða tann, at sáttmálatræta skal taka seg upp um hvørt skip, so at tey fyrst skulu liggja í mánaðir, áðrenn tey sleppa í sigling. Tað eru eisini stórar rembingar á Postverkinum. Bjarni Djurholm heldur, at ein vegur at sleppa undan hesum trupulleikunum, er at umskipa stovnarnar so teir verða almenn parta- feløg. Endamálið við umskip- ingini eigur at vera, at flyta samráðingarrættin frá fíggjarmálastýrinum yvir til stovnarar sjálvar, so at teir sjálvir fáa ábyrgdina av at samráðast um sáttmálar við teirra egna starvsfólk. Landsstýrismaðurin vísir á, at Síðani Føroya Tele bleiv alment partafelag, hevur stovnurin sjálvur samráðst við starvsfólkið um lønir og sáttmálar. – Og tað skerst ikki burtur, at tað hevur gingið rættiliga smidliga. Tað kann væl verða orsøkin til at tað hevur gingið so smidliga, er júst tí, at starvsfólkið samráðist beinleiðis við arbeiðsgev- aran, heldur enn sum fyrr, at samráðast við ein triðja- part, sum var Fíggjarmála- stýrið. – Eg haldi, at arbeiðs- fólkið hevur aðrar kenslur mótvegis sínum arbeiðs- plássi, nú tey sleppa at samráðast beinleiðis við leiðsluna um viðurskiftini, heldur enn at samráðast við triðja part. Bjarni Djurholm heldur eisini, at tað er øvugt mannagongd, at starvs- fólkið á t.d. Postverkinum samráðist um løn og sátt- mála við Fíggjarmála- stýrið, men at leiðslan á Postverkinum síðani noyð- ast at seta set saman við Vinnumálastýrinum at royna at útvega peningin. – Í hesum broytiligum tíðum kann tað væl vísa seg, at skipanin, sum Før- oya Tele hevur, er tann frægasta og tað haldi eg, er vert at umhugsa við atliti at støðuni hjá Postverkinum og Strandferðsluni. – Tað kann væl vera, eitt meiri beinleiðis samband ímillum starvsfólk og stovnsleiðslu, ella eitt slag av nærdemokrati á stovn- unum, hevði gagnað øllum pørtum og hevði knýtt starvsfólkið tættari at stovnum. Ein slík skipan hevur eisini tann stóra fyri- mun, at ábyrgd og myndug- leiki fylgist at, ístaðin fyri at hjá Strandferðsluni og Postverkinum, er tað Fíggjarmálastýrið, sum hevur myndugleikan og stovnsleiðslurnar og Vinnu- málastýrið, sum hava ábyrgdina. Men so leggur hann aft- urat, at hetta er ein polit- iskur spurningur. – Og royndirnar hingartil hava so víst, at tað er ikki lætt at fremja broytingar av hesum slagi, sigur Bjarni Djurholm. Kapping um skúla í Suðuroy Tað hevur stóran týdning av varðveita studenta- skúlan í Suðuroynni, sigur Mads A. Winther stjóri á Føroya Studentaskúla Vit kunnu ikki liggja í naggatódn í heilum – Kanska kundu vit sloppu undan nógvum trupulleikum um Strandferðslan og Postverkið vórðu umskipað til almenn partafeløg, so at starvsfólkið ikki longur skal samráðast við Fíggjar- málastýrið um løn, men beinleiðis við stovnsleiðsl- urnar, heldur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum C M Y K 3 2