Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-07-03, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. juli 2001síða 3

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 124 - 3. juli 2001 Nr. 124 - 3. juli 2001 5 gult4 cyan4 magenta4 svart4 gult5 cyan5 magenta5 svart5 FØROYINGAR Í KEYPMANNAHAVN Føroyingahúsið Eins og árini framma- nundan er kaffistovan í Føroyahúsinum stongd í tríggjar vikur, meðan summarfrí er. Um summ- arið er vanliga friðarligt og neyðugt at seta húsið ístand til ein langan vetur við mongum tiltøkum. Kaffistovan lat aftur fríggjadagin 29. juni og letur uppaftur 23. juli – ólavsøkuvikuna. Ólasøku- aftan og ólavsøkudag er opið báðar dagarnar. Tað er vorðið siðvenja at skipa fyri eini mini-ólavsøku niðri, so føroyingar á ferð og tey, sum her búgva, kunna detta inn á gólvið eina løtu og hugna sær saman við landsmonnum. Á skránni er altíð okkurt, sum er av áhuga. Hesu ferð verður fernisering ólav- søkuaftan. Arngerð Joen- sen úr Hoyvík hevur fram- sýning. Føroyski borgar- stjórin í Jylling/Gundsø Kommunu heldur ólav- søkurøðuna, bólkurin FUSE hugnar um við tónleiki og spælir til dansin. Torben Jóhannesen prestur, fyrrv. háskúlastjórin, præ- dikar ólavsøkudag í Elias- kirkjuni. Hendan dagin er kafékvøld í húsinum við felagssangi, røðu og tón- leiki. Eisini er matsøla. Umframt smurt breyð við føroyskum viðskera, verður sjálvtøkuborð báðar dag- arnar og leskiligar køkur, sum kokkurin Stina Gud- mundsdóttir tekur sær av. Ólavsøkudagarnar plagar at vera væl vitjað og gott lag á fólki. Skráin verður lýst seinni bæði í føroysku bløðunum og á heimasíðuni hjá húsinum. Kaffistovan miðdepilin í Føroyahúsinum Føroyahúsið er um 730 fermetrar til samans, men er í tveimum hæddum. Á 1. hædd er stór stova til feløgini, skúla og kirkju- brúk ella útleigu av ymsum slag. Har uppi er eisini Nærvarp Okkara, Ráðgev- ingin og MFS-skrivstova og sjálvandi toilett og køkur umframt eitt hugnaligt høli til smáfundir o. a. og stór gongd/torg. Kaffistovan er á stovu- hæddini. Hon er í størra lagi dagliga, men stundum ov lítil til tey mongu vetrartiltøkini. Serstakliga kann vera trongligt dansi- kvøldini. Borðreiðast kann til um hálvtannaðhundrað fólk. Til dans kunna vera stívliga tvey hundrað fólk inni og meira, um báðar hæddirnar eru í brúki. Í kaffistovuni er eisini føroyskt bókasavn, smásøla av fløgum, bókum og klædnavørum. Opið er hvønn gerandisdag seinna- partin. Tá er altíð okkurt til ábit og føroysku bløðini frammi. Kaffistovan rúmar øllum í senn og skal kunna broytast frá einum tiltaki til tað næsta stundum dag um dag, tá ið rættilig gongd er á frá septembur til mei. Bæði føroyingar og danir biðja um tilboð til privata veitslur í kaffistovuni ella í øllum húsinum. Roynt verður at taka sær av øllum frá barnadópi, konfirma- tión, brúdleypið og rundum føðingardøgum og til ervi. Hetta kann vera fitt ískoyti til raksturin og kaffistovan er stak væl egna til slíkt. Síðani býendurnýggingin bleiv liðug fyri einum ári síðani er vorðið nógv snøggari uttanum og bygningurin málaður. Hetta ger sítt til at nú er huga- ligari at hava privat tiltøk í húsium. Tey bæði árini arbeiðið fór fram, var mangan sera ótespiligt uttanum. Tó skal skoytast uppí, at Føroyahúsið fekk partvíst endurgjald fyri húsaleigu ta tíðina. Í Keyp- mannahavn hava teir roynt at umvælt gamlar býar- partar. Úrslitð er mangan rein undirverk. Hálvvegna avtoftaðir bygningar og garðarar eru ikki til at kenna aftur, tá ið arbeiðið er liðugt. Húsið og feløgini skipa fyri Tey mongu tiltøkini koma ikki av sær sjálvum. Húsið feløgini skipa hvør sær ella saman fyri tí mesta. Stund- um býður onkur einstak- lingur sær til. Feløgini hava vanliga dansikvøldini. Kvinnufelagið, MFS og Føroyingafelagið skipa fyri fyrilestrum, kafékvøldum og tiltøkum av ymsum slag. Á hendan hátt ber til at fáa fjølbroytt tilboð. Tað er tí av alstórum týdningi at feløgini eru við til at mynda húsið. Í vár vóru Jóannes Eidesgaard og Óli Breck- mann á hvør sínum fundi. Ein pallborðsfundur var um oljuna og Føroyar á vega- móti. Nógv tiltøk í heyst eru longu sett í kalendaran. M. a. hevur Kvinnufelagið fleiri spennandi fyrilestrar. Nú Heðin Brú verður 100 ár fara Føroyahúsið og Føroyingafelagið at skipa fyri einum tiltaki í heyst. Eisini er vínveitsla, lunda- veitsla, bókadagur, bingo, týsdagsdøgverðar og mangt annað á skránni. Føroyahúsið kann ikki vera sjálvboðin fyriuttan Altíð er onkur sum av sínum eintingum tekur eina hond í. Kortini kann tað henda, at summi standa eftir við ov nógvum, meðan ov fá eru til annað. Tí fegnast vit um ein og hvønn, sum sær tørvin og rættir eina hond. Tað ger samlagið í húsinum nógv betri. Satt at siga kann húsið ikki vera hesi fólk fyriuttan. Fíggjarliga er sum hjá flestu slíkum stovnum trongligt. Húsið fær árligan stuðul til raksturin úr Før- oyum. Hesin er nú um 1,3 millj kr. Raksturin liggur tó nakað hægri. Tí skal ein hálv milljón skaffast annan veg. Tað kann vera tógvið stríð. Sjálvbodna arbeiðs- megin bæði sparir húsinum nakrar krónur, men er sanniliga eisini ein góður stuðul til tað fasta fámenta fólki. Samstarv um stórtiltak Vit trý h´sini úr Útnorði: Grønlendska Húsið, Ís- lendska Húsið og Føroya- húsið, hava havt fleiri fundir um eitt tiltak í mei komandi ár, sum vit kalla ”Nordatlantisk Kulturfesti- val” í Keypmannahavn 2002. Nógv hugskot eru á lofti og longu nú er eitt á feløg, ymsi søvn og stovnar um at vera við hvør á sín hátt: Nationalmuseet, Geo- logisk Museum, Statens Museum for kunst, Ride- banen, føroyskan bátasmið, grønlendskan kajakksmið, kór, sjónleikarabólkar og onnur. Ætlanin er at hava meginpartin í Huset i Magsstræde og har um vegir. Men eisini verður ymist í teimum trimum húsunum. Nú verður ein faldari gjørdur, sum boðar frá tiltakinum. Eisini verð- ur ein heima síða, har meira fæst at vita. Navn hennara verður www.nordatlant.dk. Føroyahúsið hevur sína egnu heimasíðu, har ein og hvør kann leita sær upp- lýsingar um húsið, feløgini og tiltøk í húsinum. Eisini eru links til leitiamboð, onnur feløg og stovnar. Hon eitur www.faroehouse.dk. Føroyahúsið ynskir landsmonnum, samstarvs- fólki og útisetum gott summar. Okkara kæri sonur Elias Niclasen sovnaði frá okkum 25. juni 2001. Jarðarferðin verður frá Båtsfjord kirkju týsdagin tann 3. juli kl. 11.00. Sov søtt lítli skattur Norman, Kathrine og Andreas Et Barn For Lite Kjære Elias Du er sangen som ingen fikk synge Du er husken som ingen fikk gynge Du er ordene som aldri ble sagt Du er drømmene som ble ødelagt Du er diktet som aldri ble skrevet Du er livet som aldri ble levet. Men vi gjemmer deg i hjertet inne Som et vakert lite minne. Føroyahúsið í Keypmannahavn í summarfrí Eins og árini frammanundan er kaffistovan í Føroyahús- inum stongd í tríggjar vikur, meðan summarfrí er. Um summarið er vanliga friðarligt og neyðugt at seta húsið ístand til ein langan vetur við mongum tiltøkum Sunnudagin doyði ein stór grind á Sandi. 170 hval løgdu beinini á sandinum, og drápið gekk ómetaliga væl GRINDADRÁP Stefan í Skorini Sunnumorgunin vórðu sandingar purraðir út tíðliga á morgni, tí ein grind varð funnin við eystanfyri við Søltuvík. Tað var trolarin Eysturbúgvin, ið bar eyga við grindina og boðaði frá. 170 hval løgdu beinini, sum tilsamans góvu 1600 skinn. Býtt varð soleiðis, at hvør íbúgvi á oynni um- framt tey vitjandi fingu 3/4 skinn. Bátsparturin var trý skinn. Sandoyingar, sum ikki luttóku í drápinum, fingu sostatt eisini sín part. Ingibjørn Eldevig er sýslumaður í Sandoynni, og hann greiðir frá, at vanligt er ikki at hava drápspartar. Tey vitjandi vóru eini 200- 300 í tali, so ein stórur partur av grindini fór av oynni. Stór grind Seinastu tíggju árini hava sandoyingar ongantíð sæð so stóra grind. Ingibjørn sigur, at hann hevur kannað hagtølini, og tann størsta grindin seinastu tíggju árini var 80 hval, og hendan er meira enn tvær ferðir so stór. Nú sandoyingar hava fylt lakatunnurnar aftur er nóg mikið til næsta árið. Í fjør doyði bara ein lítil grind í oynni, og tí kom henda grindin væl við. Sýslumaðurin sigur, at drápið tók umleið 25 minuttir, og alt gekk ómeta- liga væl. Allur bólkurin gjørdi landgongd, og tí stóð á at drepa. Bara eini 20-30 mans vóru komnir oman á sandin, tá hon gjørdi land- gongd, men so tusti fólk til. Neyðugt var at vekja fólk við mikrofon í bygdini, tí tað var so tíðliga á morgni, at fá vóru á fótum. Boðað varð frá grindini klokkan seks, men klokkan átta var grindin deyð. Nógv nebbasild var í grindini, og tað boðar frá góðum. Menn á Eystur- búgvanum siga, at nógv grind var at síggja eystan- fyri, og at hetta bara var ein lítil partur. Springarar vóru eisini við í bólkinum, men teir hildu leiðina eystur í hav. LØGREGLUTÍÐINDI Stefan í Skorini Fríggjanáttina var eitt ferðsluóhapp í Sanda- vági, tá ein 18 ára gamal drongur rendi í ein garð í bygdini á eini mo- torsúkklu ella motor- cross, sum tær eisini verða nevndar. Drong- urin hevði fyrst stolið súkkuna í Miðvági og var síðani farin til stroks við henni. Hann hevur havt ov nógva ferð, tá hann er komin til Sandavágs. Tjóvurin missir tamar- haldið á súkkluni og endar í garðinum. Drongurin fekk skaða og mátti flytast á lands- sjúkrahúsið. Hann hevur brotið beinið og fingið aðrar snuddir. Orsøkin til óhappið var ov nógv ferð, upp- lýsir løgreglan í Vágun- um. Hetta serliga slagið av motorsúkklum er ikki ætlað til vanliga veg- koyring á asfalti, og tí liggja hesar súkklurnar ikki væl á vegnum. Drongurin verður væntandi ákærdur fyri stuldur. LØGREGLUTÍÐINDI Stefan í Skorini Førarin slapp ómetaliga væl frá einum ferðslu- óhappið í Skálabotni sunnumorgunin, sum kundi enda verri. Ein maður einsamall- ur í bilinum koyrir ígjøgnum bygdina um- leið klokkan hálvgum níggju. Tá hann kemur til støðna fer bilurin omanav vegnum. Bil- urin er eftir øllum at døma farin runt, tí takið er kroyst niður. Bilurin gjørdist vrak av óhapp- inum. Til alla lukku sat førarin í trygdarbelti, og tí slapp hann so væl frá hendingini, verður sagt av politistøðini í Runa- vík. Vakthavandi kennir tó ikki orsøkina til óhappið. Førarin varð fluttur á Landssjúkrahúsið í sjúkrabili til kanningar. LØGREGLUTÍÐINDI Stefan í Skorini Løgreglan í Eysturoynni hevði bara eitt mál um harðskap at taka sær av á Varmakeldustevnuni, sum var í Fuglafirði um vikuskiftið. Hendingin fór fram við ítróttarhøllina á Kambsdali sunnumorg- unin klokkan fimm, har nógv fólk varð savnað til Varmakeldudans. Ein ungur maður loypur brádliga uppá motor- hjálmin á bili, ið koyrir framvið. Maðurin fer av aftur hjálminum og sparkar síðurútin á førarasíðuni inn. Førarin sker seg í andliti av rútinum. Løgreglan sigur, at harðskapurin ikki hevði nakra serliga orsøk ella endamál. Maðurin er ikki tikin enn, men løgreglan veit, hvør hann er. Tískil er tað bara ein spurningur um tíð, áðrenn tey fáa hend- ur á honum. Hann verður væntandi ákærd- ur fyri harðskap. Annars verður sagt frá eini sera friðarligari stevnu. Tað er merkis- vert, at eingin er tikin fyri at koyra við kenn- ing. Ein verður ákærdur fyri brot á politivið- tøkurnar, tá hann tveitti eina fløsku upp í loft, sum lendi á einum bili. Hetta var eisini á Kambsdali. Stevna var eisini í Hvalba, men haðani er einki at frætta, og alt gekk friðarliga fyri seg. SPRINGARAR Stefan í Skorini Fríggjadagin seinnapart varð ein bólkur av spring- arum rikin inn á Hvanna- sund norðanifrá. Bólkurin varð sæddur við lendingina á Viðareiði. Hetta var umleið klokkan hálvgum fýra. Tað eydnaðist tó ikki at drepa henda bólkin av springarum, hóast menn gjørdu eina roynd. Torført var at fáa spring- ararnar upp á land, og tí róku menn springararnar útaftur nakrar fáar tímar seinni. Talan hevur verið um einar 100 til 150 springarar. Leygardagin doyðu átta springarar í Klaksvík. Teir vórðu býttir millum tey luttakandi, og av tí at talið av springarum var so lítið, kom sýslumaðurin ikki upp í leikin. Størsta grindin í fleiri ár Fekk skaða á stolnari motorsúkklu Ferðsluóhapp í Skálabotni Harðskapsmál á Varmakeldu Springarar norðanfyri Størsta grindin í fleiri ár legði sunnudagin beinini á Sandi. Øll á Sandoynni fáa sín part av grindini Mynd: Jonhard Hammer Likkurnar fáa eisini sítt, tá ein grind er dripin Mynd: Jonhard Hammer C M Y K 5 4