týsdagur 3. juli 2001síða 4
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 124 - 3. juli 2001
Nr. 124 - 3. juli 2001
7
gult6 cyan6 magenta6 svart6
gult7 cyan7 magenta7 svart7
Unnusta forsetans treivst væl millum føroysku børnini
Júst komin á Kósabrúnna við Brimli
Dorrit Moussaieff fekk føroyskt skjal til gávus frá Klaksvíkar
Kommunu
Á Vistarheiminum í Klaksvík hitti forsetin føroyingar, sum
sigldu undir Íslandi í 20’unum
Heini O. Heinesen, borgarstjóri í Kunoy, saman við unnustu
síni, Honnu Adam, til reiðar at taka ímóti forsetanum og
unnustu hansara
Vit áttu at gjørt tað til siðvenju, at íslendingar taka trø við
sær, tá teir koma til Føroya, og at føroyingar taka trø við sær
til Íslands, helt forsetin skemtandi fyri
Ólafur Ragnar Grímsson, forseti, á veg í viðarlundina í Kunoy
at planta eitt træ
Dorrit Moussaieff gav sær góðar stundir at heilsa upp á
børnini kring um í landinum
Unnustan hjá forsetanum, Dorrit Moussaieff, og unnustan hjá
borgarstjóranum í Kunoy, Hanna Adam, stuttleikaðu sær nógv
í viðarlundini í Kunoy
Ólafur Ragnar Grímsson
plantar eitt træ í
viðarlundini í Kunoy. Hann
var kringur við spakanum
Protokollfultrúin í
Tinganesi, Maiken
Poulsen, skipaði so
væl fyri, tá forseti
Íslands vitjaði løg-
mann, at hon fekk
persónliga tøkk frá
honum. Sum proto-
kollfultrúi hevur
Maiken altíð ábyrgd-
ina av at skipa fyri, tá
landsstýrið fær útl-
endska vitjan
STARV
John Johannessen
– Tað er ein lætti, at for-
setavitjanin er av, men eg
eri ógvuliga fegin um, at
hon eydnaðist so væl. Og
eg eri serstakliga fegin um,
at forsetin var so væl nøgd-
ur, at hann takkaði mær
persónliga.
Hetta Maiken Poulsen,
protokollfultrúi á Løg-
mansskrivstovuni, eftir vitj-
an íslendska forsetans, sum
var av leygarkvøldið.
Í sínum starvi sum proto-
kollfultrúi hevur Maiken
Poulsen høvuðsábyrgdina
av at leggja alt til rættis, tá
útlendskir gestir vitja løg-
mann og landsstýrið. Og
hon hevur eisini havt alla
ábyrgd av leggja til rættis
og samskipa almennu vitj-
an íslendska forsetans í
Føroyum.
Hetta hevur hon ivaleyst
klárað framúrskarandi væl,
tí júst eftir, at Ólafur Ragn-
ar Grímsson, forseti, hevði
sett seg til rættis í flogfar-
inum aftur til Íslands,
ringdi hann á fartelefonina
hjá Maiken Poulsen og
takkaði henni inniliga fyri
nakrar væl eydnaðar dagar í
Føroyum.
Gjølla
gjøgnumhugsað
Tá ein forseti kemur á al-
menna vitjan, er talan um
eina vitjan á hægsta tignar-
stigi við øllum trygdartil-
tøkum og formleikakrøv-
um, ið hartil hoyra. Alt skal
leggjast til rættis út í odd og
egg, so einki er latið upp til
tilvildina á allari ferð for-
setans.
Tí hevur Maiken Poulsen
eisini havt nógvar drúgvar
arbeiðsdagar seinastu vik-
urnar.
– Forarbeiðið til hesa
vitjanina hevur verið stórt.
Vit hava fyrireikað vitjan-
ina í fleiri mánaðir, og sein-
astu vikurnar hava verið
ógvuliga strævnar. Vit hava
arbeitt hvørt hvøld og út á
næturnar eisini, fyri at fáa
alt klárt, greiðir Maiken,
protokollfultrúin, frá.
Av tí, at trygdartiltøkini
eru so strong og væntanin
um eina væl eydnaða vitjan
so stór, tá ein forseti vitjar,
er altíð neyðugt at hava
fleiri tiltøk klár við síðuna
av, um okkurt á skránni
miseydnast, ella um forset-
in kemur illa fyri. Hetta
sammetir Maiken Poulsen
við at telva.
– Tá tú fyrireikar eina
slíka vitjan, skalt tú altíð
hugsa fleiri leikir fram, júst
sum í talvi. Tú mást seta teg
inn í støðuna áðrenn hon er
hend, júst sum tú í talvi má
hugsa, hvat hendir, um tú
fremur hendan og handan
leikin. So kanska tað er ein
fyrimunur, at eg telvaði
nógv sum ung, sigur Mai-
ken Poulsen, protokollful-
trúi við einum smíli.
Skráin helt
Sosialurin fylgdi við í
ferðalagnum, tá forsetin
vitjaði kring oyggjarnar í
farnu viku. Vit høvdu fing-
ið eina snotuliga innbundna
skrá við øllum upplýsing-
um at halda okkum til. Í
fyrstani tóktist hetta eitt
sindur fjákut. Men vit
funnu skjótt út av, at skráin
var ógvuliga hent.
Og tað, sum eisini hugtók
okkum var, hvussu væl
skráin helt. Tað hendi seg
onkuntíð, at vit gjørdust
hálvan tíma seinkað. Men
hetta varð altíð skótt vunn-
ið inn aftur, so skráin helt.
Hetta var Maiken Pouls-
en sjálvsagt eisini glað fyri.
– Eg eri rættiliga væl
nøgd við, hvussu væl
skráin hevur hildið. Vit eru
onkuntíð vorðin hálvan
tíma seikað. Men tað er
púra vanligt, og tí hava vit
eisini lagt upp fyri í
skránni,
sigur
Maiken
Poulsen.
Maiken Poulsen hevur
drúgvar royndir í, at fyri-
reika almennar vitjanir í
Føroyum. Hon stóð fyri
vitjanini, tá Vígdis Finn-
bogadóttir, sum fyrsti for-
setin nakrantíð vitjaði í
Føroyum í 1987. Harafturat
hevur Maiken staðið fyri, tá
drotningin hevur vitjað, og
nú vit aftur fingu forseta-
vitjan. Eisini stendur Mai-
ken fyri øðrum ráðharra-
vitjanum, og tá sendiharrar
vitja í Føroyum.
Maiken syrgdi fyri
forsetanum
Frá leygardegnum
og fram til 2. sep-
tember ber til at
flúgva til Dan-
markar og heim
aftur fyri smáar
1.900 krónur. Bæði
flogfeløgini hava
gjørt av at lækka
prísirnar fyri
summarið
FLOGFERÐSLA
John Johannessen
Leygardagin frættist, at
Maersk hevði lækka
prísin á ferðaseðlum til
Danmarkar og heim
aftur niður í 1.865 krón-
ur írokað øll avgjøld.
Síðani hevur Atlants-
flog avgjørt at taka sama
stigið og lækka prísin
niður í 1.500 krónur utt-
an
ferðaavgjald
fyri
ferðaseðil báðar vegir.
Tá avgjøldini eru írokn-
að, er prísurin tann sami,
sum
prísurin
hjá
Maersk.
Løgin grundgeving
Tá Atlantsflog og Marsk
í fjør vár fóru at bjóða
bíligar ferðaseðlar á
Danmarkarrutuni, fingu
tey lovi til hetta frá
Ferðslumálaráðnum, tí
talan var um kampanju-
prísir uttan fyri háárstíð.
Lagt varð ikki upp til
kampagnuprísir í sjálv-
ari háarstíðini.
Príslækkanin í ár ligg-
ur kortini mitt í háárstíð-
ini, har flogførini van-
liga eru fullsett nærum
hvønn túr. Sum skilst,
hevur Ferðslumálaráðið
í síðstu viku loyvt at
lækka prísirnar, tí nú er
summarið í Føroyum
vorðið »en trafiksvag
periode«.
Full flogfør
Magni Arge, stjóri fyri
Atlantsflog, hevur ikki
stórvegis viðmerkingar
til grundgevingarnar í
umsóknini hjá Maersk,
men hann viðgongur, at
hann gjørdist eitt sindur
kløkkur, tá hann hoyrdi
tíðindini.
Kortini hevur Atlants-
flog valt at lækka prís-
irnar á sama hátt, sum
Maersk og í sama tíðar-
skeiði.
Men
Magni Arge,
stjóri, leggur dent á, at
orsøkin til, at Altants-
flog lækkar prísirnar er
ikki, at flogfelagið hevur
trupult við at fylla flog-
førini. Tey flúgva nærum
fullsett á Danmarkarrut-
uni hvønn dag um
summarið. Men Atlants-
flog lækkar heldur prís-
in, tí tað ikki vil standa
aftan fyri Maersk, tá tað
ræður um at veita við-
skiftafólkunum
góðar
sømdir.
Treytirnar fyri at fáa
bíligan ferðaseðil eru
hjá báðum flogfeløgun-
um, at minst tvey skulu
ferðast saman, og at tey
skulu vera burtur leygar-
dag og sunnudag, tó í
mesta lagi 21 dagar.
Børn sleppa at ferðast
við 33 prosentum í
avsláttri.
Bíligt at ferðast til Danmarkar
Maiken Poulsen fyrireikaði vitjan forseta Íslands í Føroyum. Og vitjanin eydnaðist so væl, at hon fekk persónliga tøkk frá
forsetanum. Sosialurin tosaði við Maiken umborð á Brimli, eftir at forsetin hevði vitjað í Norðoyggjum
C
M
Y
K
7
6