mikudagur 30. apríl 2008síða 20
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
[ Nr. 83 - 30. apríl 2008 ]
Fyri níggju árum
síðani kundi Paul
Scholes ikki vera við
í Champions League
finaluni. Gula kortið
ta ferðina móti
Juventus er kanska
ikki gloymt. Men hesa
ferð syrgdi Scholes
sjálvur fyri, at hann
fær ein nýggjan
møguleika
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Av útsjónd líkist hann
kanska ikki júst prototypuni
upp á ein yrkisspælara.
Heldur minnir hann um ein
av fjepparunum, sum undan
hvørjum dysti hitar upp á
onkrari pub nærhendis Old
Trafford.
Men fáur man vera í iva
um, at Paul Scholes telist
millum bestu spælararnar,
sum hava spælt í ensku
Premier
League,
síðani
fremsta røðin varð endur
doypt í 1992.
Málið hjá honum móti
Barcelona var hansara 139.
í reyðu troyggjuni, og tó at
hann fyrstu árini spældi
sum áleypari, so er talan
um eitt imponerandi høgt
tal fyri ein spælara, sum
størsta partin av tíðini hevur
spælt
á
miðvøllinum.
Higartil í 567 dystum.
Ginger
At Scholes samstundis er
bæði stillførur – ja, mest
sum smæðin – og ongan tíð
hevur sýnt ætlanir um at
spæla fyri nakað annað
felag, hevur ikki gjørt
mannin minni væl umtóktan
millum fjeppararnar hjá
Manchester United.
Hann var við á tí seinni
so væl kenda ungdómslið
num hjá Manchester United,
sum vann FA Youth Cup í
1992, og tvey ár seinni
spældi hann fyri fyrstu ferð
á besta liðnum hjá felag
num. Tann dystin tapti Man
chester United 32 móti
Ipswich, men við báðum
málum fyri liðið syrgdi lítli
Scholes fyri, at fólk løgdu
seg til merkis.
Hóast menn sum Hughes,
McClair og Cantona eisini
kappaðust um plássin í
álopinum,
so
trokaði
Scholes seg alt meira framat
einum føstum plássi hjá
Alex Ferguson, og spæl
hansara mundi eisini vera
viðvirkandi til, at venjarin
tordi at lata eitt nú Hughes
fara sín veg, tá hesin ikki
fekk somikið langan sátt
mála, sum spælarin sjálvur
ynskti.
Saman við Cantona og
Solskjær var Scholes við í
einum tí vandamesta álopi
num í Premier League. Og
sum eitt millumting millum
reyða hárlitin og eyknevnið
hjá Cantona – King – varð
Scholes skjótt doyptur the
Ginger Prince.
Segði landsliðnum
farvæl
Hóast hann seinni varð
fluttur aftur á miðvøllin, so
tók hetta á ongan hátt
sjálvskrivaða pláss hansara
á miðvøllinum burtur.
Og heldur ikki á lands
liðnum hevði hann trupul
leikar við at gera um seg.
Soleiðis skoraði hann longu
í fyrsta dysti sínum, tá
Ongland spældi móti Italia,
og skjótt vann hann sær
status sum ein spælari, sum
venjarin illa fekk verið
fyriuttan. Á Hampden Park
í Skotlandi syrgdi hann við
tveimum málum fyri, at
Ongland vann seg til EM í
2000, og móti Pólandi
gjørdist hann fyrsti lands
liðsspælarin
síðani
Ian
Wright, sum skoraði hat
trick í landsdysti. Onkrar
yvirgearaðar
tacklingar
hava tó eisini støðugt verið
á skránni, og móti Svøríki
gjørdist hann í 1999 sjeyndi
enski
landsliðsspælarin,
sum hevur fingið reytt
kort.
Støðugt góða spælið og
mongu málini gjørdu hann
til sjálvskrivaðan part av
bæði United og enska
landsliðnum, men eftir EM
endaspæli í 2004 boðaði
hann frá, at hann ikki longur
var tøkur hjá landsliðnum.
Ein avgerð, ið venjarin
eisini virdi, hóast ein maður
við 66 landsdystum og 14
málum kann vera trupul at
vera fyriuttan.
Fyrsti maður
á talvuni
Og síðani hevur tað verið
fyri Manchester United, at
hann hevur gjørt um seg.
Sum
hart
arbeiðandi
spælskipari á miðvøllinum
hevur hann verið ein sera
týðandi liður í arbeiðinum
hjá Sir Alex, nú hann fyri
triðju ferð hevur bygt sær
eitt stórlið. Men minnini
um mistu finaluna í ’99
vóru støðugt nakað, sum
argaðu. Saman við Roy
Keane
hevði
Scholes
kanska verið týdningarmesti
spælarin
ta
árið,
men
hvørgin teirra var tó við, tá
stóra steypið varð lyft í
Barcelona.
Og tá hann í fjør fekk
skaða á eygað, hildu fleiri
kanska, at ein nýggjur
møguleiki ongan tíð fór at
koma. Tolin og miðvísur
megnaði Scholes tó enn
einaferð at prógva sítt virði.
Og í dag er hann aftur
sjálvskrivaður millum teir
fyrstu ellivu.
Eginleikarnir at skjóta
mál eigur hann framvegis,
og tað prógvaði hann aftur í
gjárkvøldi. Mest sum til
vildarliga fangaði hann ein
leysan bólt, tá Xavi tacklaði
Ronaldo. Dundurskotini av
brotsteigarmarkinum hava
eyðkent spælið hjá Scholes,
og aftur hesa ferð varð eitt
latið av. Og so hevði Valdés
í Barcamálinum ongan
livandi kjans. Talan var
kanska um fyrsta europiska
mál hansara í 18 mánaðir,
men venjarin var ikki í iva.
– Hann skorar kanska
ikki hasi 1015 málini um
árið, sum hann plagdi. Men
hann veit, nær hann skal
skora, og hann er fyrsti
maðurin, sum eg seti á
talvuna í Moskva, segði Sir
Alex Ferguson eftir dystin.
Manchester United-Barcelona 1-0 (1-0):
Nú sleppur Scholes í finaluna
Manchester United-Barcelona 1-0 (1-0)
Manchester United víðari við 1-0
1-0: Paul Scholes, 14.
Skot (á málið)
Man U. 8(2), Barcelona 14 (3)
Fríspørk
Man U. 18, Barcelona 12
Rangstøða
Man U. 4, Barcelona 1
Possession
Man U. 38%, Barcelona 62%
Gul kort
Man U. 2, Barcelona 3
Manchester United: Edwin Van der Sar – Owen Hargreaves,
Rio Ferdinan, Wes Brown, Patrice Evra (Mikael Silvestre,
90.), Luis Nani (Ryan Giggs, 77.), Michael Carrick, Paul Sc-
holes (Darren Fletcher, 77.), Ji-Sung Park, Cristiano Ronaldo
– Carlos Tevez
Gult kort: Michael Carrick, Cristiano Ronaldo
Barcelona: Victor Valdés – Gianluca Zambrotta, Eric Abidal,
Carles Puyol, Gabriel Milito – Andres Iniesta (Thierry Henry,
60.), Xavi, Deco, Gnegneri Yaya Toure (Eidur Gudjohnsen,
88.), Lionel Messi – Samuel Eto’o (Bojan Krkic, 71.)
Gult kort: Gianluca Zambrotta, Deco, Gnegeri Yaya Toure
FAKTA um dystin
Føddur 16. November 1974 í Salford
170 cm
68,5 kg
567 dystir og 139 mál fyri Manchester United
66 landsdystir og 14 mál fyri Ongland
FAKTA um Paul Scholes
Tað gingu bara 14
minuttir. So hevði Paul
Scholes givið sítt fyrsta
ískoyti til at sleppa í
finaluna, sum hann ikki
slapp í fyri níggju árum
síðani
Mynd: Polfoto/AP
Giggs tangerar Charlton
Við 18 steypum er Ryan Giggs tann spælarin í søguni hjá Man
chester United, sum hevur vunnið flestu stóru sigrarnar. Á ævis
listanum yvir flest spældar dystir hevur Bobby Charlton tó átt sín
oddasess seinastu mongu árini, men eisini hendan oddasessin er
Giggs nú við at taka. Kemur Ryan Giggs á vøllinum í teimum
báðum seinastu Premier Leaguedystunum og í Champions
Leaguefinaluni, røkkur hann nevnliga 759 dystum, og hetta er
sama tal, sum Charlton spældi á sinni. Og við einum sáttmála,
sum eisini fevnir um komandi kappingarár, eru øll útlit fyri, at
Giggs eisini her verður nýggjur metmaður í felagnum
Rijkaard ætlar sær ongan veg
Hóast trýstið á Barcelonavenjaran, Frank Rijkaard, hevur verið
stórt, so hevur hollendingurin ongar ætlanir um at gevast í
sessinum, soleiðis sum mong annars meta, at hann verður noyddur
til. – Felagið og liðið hava tørv á stuðuli. Tað er nú, at vit skulu
standa saman og lyfta í felag. At fara úr sessinum hevur ongan tíð
verið nakað, sum eg havi hugsað um, og tað geri eg heldur ikki nú,
segði Frank Rijkaard á tíðindafundin eftir tapið móti Manchester
United.