mikudagur 30. apríl 2008síða 19
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 82 - 30. apríl 2008
19
tíðindi
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
Um góða viku kann
nýggi stórfilmurin
um donsku dynamit-
dreingirnar upplivast
á hvíta løriftinum
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Í tíðini áðrenn Rás Tórs
havn, Televarp og aðrar
fleirkanalmøguleikar.
Og
áðrenn føroyska fótbólts
landsliðið trein á altjóða
pallin
við
brakinum
í
Landskrona,
vóru
tað
donsku dynamitdreingirnir,
sum bergtóku føroyingar.
Brotssparkið hjá Allan
Simonsen á Wembley í ‘83.
Bjargingin hjá Ole Kjær í
sama dysti. Málini hjá
Brylle og Elkjær móti
Belgia í ’84 og skrædda
brókin hjá Elkjær eftir
misnýtta
brotssparkið
í
EMhálvfinaluni. Málið hjá
Laudrup móti Uruguay í
’86, fríspælingin hjá Jesper
Olsen av Butragueno. Og
ikki minst ófatuligi EM
sigurin í ’92.
Hetta eru millum annað
løturnar, sum kunnu endur
upplivast í filminum, ...Og
det var Danmark, sum um
góða viku hevur premieru á
hvíta løriftinum. Fyrst og
fremst er talan um fótbólts
minni, har stóru hetjurnar
eiga aktivan lut í filminum.
Men eisini er talan um ein
film, har øll mentanin kring
danska
fótbóltslandsliðið
verður viðgjørd. Ein ment
an, sum eisini spennir um
tónleik – líka frá Dura
Duran til væl kendu Re
SeppTen.
Filmurin verður eisini
sýndur her í Føroyum.
Frumsýningin í Havnar Bio
verður leygardagin 9. mai.
Landsliðsvenjararnir
hava nú tikið átta
spælarar út til EM-
hópin hjá føroyska
kvinnulandsliðnum í
flogbólti
Flogbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
15. til 19. mai verður EM
undankappingí
Føroyum.
Føroysa kvinnulandsliðið í
flogbólti skal tá royna seg
móti Liktenstein, Írlandi,
Skotlandi og Liktenstein.
Fyrireikingarnar
eru
sálvandi langt síðani byrj
aðar, og nú eru fyrstu átta
spælararnir
í
hópinum
valdar. Um vikuskiftið boð
aðu
landsliðsvenjararnir,
Magnus Tausen og Niclas
Joensen frá, at Sólvá Dimon
(TB), Birita Joensen (KÍF)
og Karin Mikkelsen (SÍ)
eru partur av hópinum. Og í
gjárkvøldið fingu so fimm
aðrar somu boð. Tær eru
Annika á Stongum (SÍ),
Margit
G.
Joensen
(Mjølnir), Anna Maria M.
Kruse
(ÍF),
Sólgerð
Henriksen
(Dráttur)
og
Kate Kate Kalsø (Mjølnir).
Í alt skulu 12 spælarar
takast út til hópin.
Riise er til
reiðar
Størsta kjakevnið
undan seinnu
hálvfinaluni
millum Chelsea
og Liverpool er,
um Rafael Benitez
vil brúka John
Arne Riise, sum í
fyrru hálvfinaluni
spældi trumfin
yvir Chelsea
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Við sjálvmálinum eftir
94 minuttum var John
Arne Riise í fokus fyr
alt annað enn tað góða,
tá Liverpool og Chelsea
spældu 11 í fyrru hálv
finaluni sínamillum.
Í kvøld er returdyst
urin á Stamford Bridge,
og stóra kjakevnið er,
um John Arne Riise
hesa ferð verður at
síggja á vinstra bakki
hjá Liverpool.
Har
hevur
Fabio
Aurelio fyri tað mesta
átt sessin seinastu tíð
ina, men hann er heilt
víst ikki við, nú hann
dregist við skaða.
Tað reisir spurningin
um Riise. Ein møgu
leiki, sum helst ikki er
heilt ósannlíkur, er, at
Riise fer beint inn á
vinstra bakk. Hinvegin
kann
Benitez
eisini
velja at umskipa mið
verjuna,
soleiðis
at
Carragher fer út á
annan bakkin.
Hjá Chelsea kann
Avraham Grant fegnast
um, at Frank Lampard
aftur er tøkur. Michael
Ballack sýndi sín stóra
týdning fyri liðið, tá
hann skoraði bæði mál
ini í sigrinum á Man
chester United, og so er
spurningurin, um teir
báðir
stórspælararnir
saman megna at finna
stórspælið, nú felagið
mest av øllum hevur
tørv á hesum.
Koyr á Danmark
Átta klárar til EM-hópin
Um góðar tvær
vikur skulu føroyska
flogbóltskvinnurnar
spæla EM-
undankapping á
heimavølli
Skrøddu brøkurnar hjá Preben Elkjær eru kanska kendasta myndin frá EM-kappingini í 1984. Men hóast mista finalusessin, so
var hetta fram um aðrar kappingin, har dynamitt-dreingirnir spældu seg inn í donsku fólkasálina