mikudagur 30. apríl 2008síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIÐvIkan
18
nr. 82 • 30. apríl 2008
16 ár tá. Hetta var roknað fyri at
vera størsti handil í býnum. Tað
var Hans Jakku Jacobsen, sum átti
handilin. Har var nógv at fáa. Vit
møttu klokkan átta um morgunin.
Tað skuldi helst vera til tíðina. So
arbeiddu vit til kl. hálvgum átta
um kvøldið, og tað var seks dagar
um vikuna, leygardag sum aðrar
dagar. Tá var einki, sum kallaðist
week-end.
Tað var nógv at gera, tí alt
skuldi handast yvir disk. Mjøl og
melis skuldi koyrast í skuffurnar.
Tað var so vigað í pappírsposar,
tá fólk keyptu. Tá seldu vit eisini
mjólk í fløskum fyri meiaríið.
Margarinkassar við margarin
í pakkum skuldu berast inn av
lagrinum. Hetta var alt sera tungt.
Smæran var ein stór forrætning
og brúkti kanska ein kassa av
margarini um dagin.
Har var eg í nærum tvey ár. Vit
høvdu ikki býsúklu tá, sum onkrir
aðrir handlar høvdu, og vit høvdu
heldur ongan bil. Vørurnar vóru
bornar út til fólk í leypi. Fólk
ringdu, og so fingu tey vøruna
borna. Men tað vóru eisini
smáting, vit bóru út. Tað tyktist
ikki at vera nøkur bagatelgrensa.
Kanska høvdu fólk hug til at
gera sær dælt av hesum. Tað
er ein kend søga um kundan
sum ringdi til ein handil at biðja
ørindadrongin koma við onkrum
smátingi. Nei, hetta bar ikki til.
Hann var júst farin til Kirkjubø við
eini stoppinál!
Eg kom víða um og kendi hvørja
abeiðskonu, sum var í býnum.
Tá komið var inn í eini hús var
tað arbeiðskonan ein hitti. Tað
hevur verið vanligt við arbeiðs-
konum tá í tíðini hjá teimum, sum
vóru væl fyri. Tær høvdu fast frí
mikudagar.
Tey sum arbeiddu í Smæruni
vóru Hans Jakku og konan,
sum var systir Christian Holm
Jacobsen, Petur Hans og Helge.
So var tað Lena, kona Conrad
Joensen, Laura, dóttir Hanus í
Rituvík og Marin úr Kvívík. Hon
var kend sum pirkan aftaná tað.
Aðrar vóru Hedvig, dóttir gamla
Knút skómakaran, kona Juul
Olsen úti á Reyni og Helena
Christiansen, sum giftist við
Eliesar Jacobsen, Essaba. Hetta
var eitt stak gott arbeiðspláss.
Fekk sær slaktarí
Men so fekk Hans Jakku sær
slaktarí. Hann búði upprunaliga
í sethúsunum beint við síðuna
av Smæruni. Men so bygdi hann
bæði húsini saman og fór uppá í
Smæruni at búgva. Síðan gjørdi
hann upprunaliga sethúsið til
slaktaraforrætning. Hann fekk ein
dana at standa fyri henni.
Her var seyður keyptur, einir
7-800 hvørt heyst, sum komu úr
Norðradali, av Velbastað og nógv
úr Sandoynni eisini. Seyðurin
varð flettur, og mítt arbeiði var
at skræða vembur. So hetta er
nakað sum eg dugi.
Og so var at selja avroðini,
tað var eisini mín uppgáva.
Sagt var fólki frá, so komu
tey eftir teimum. Hetta var
eisini forkunnugur og góður
døgurðamatur.
Tað var byrjað tíðliga uppá
árið at slakta. Tað bar til at fáa
feskt kjøt úr Smæruni longu á
Ólavsøku, tveir mánaðir áðrenn
vanliga fjalltíð, sum var seinast
í september og inn í oktober.
Upprunaliga var einki frystarí, tí
kundi fekst kjøt bert tryggjast við
at dríggja slaktið av seyðinum.
Men seinni fekk Smæran tó
kølirúm og frystarí.
Hans Jakku var ein sera
framsíggin maður. Hann hevði
eina so flotta forrætning, sum
hevði nógv at selja, sum aðrir
handlar ikki høvdu. Tey »fínu«
fólkini komu niðan har at keypa.
Tað varð eisini selt petroleum.
Komu fólk at keypa petroleum var
hon pumpað uppí dunkar. Men vit
máttu eisini bera petroleum út.
Vit høvdu tveir dunkar við okkum,
sum vit so bóru út til kundarnar
og stoyttu í teirra íløt. Tá mátti
ansast væl eftir, at petroleum ikki
kom uppá hina vøruna. Tað var ikki
lukkuligt, tí tá var tann vøran spilt.
Eg fekk 17 kr. um vikuna. Hetta
ljóðar ikki av nógvum, men hetta
var besta løn, sum varð givin tá fyri
arbeiði sum hetta. Tað hevði eisini
týdning, at hetta var ein føst løn.
Tann sum kom aftaná mær
var Hasse á Krákusteini, sum er
deyður fyri fáum árum síðani.
Sorgarsøgan um
Otto
Hans Jakku hevði sent sonin Otto
niður at læra til slaktara, so hann
kundi taka við handlinum. Vit
blivu so uppsagdir. Hans Jakku
segði við okkum, at nú vóru vit
blivnir so gamlir. Hann helt ikki
at vit skuldu fortseta, tí nú skuldi
Otto koma upp. Nú skuldi hann
eisini hava eina býsúklu, og hann
skuldi hava ein yngri drong til at
koyra hana.
Tað gekk ikki sum ætlað við
Otto. Kríggið kom, og tá slapp
eingin heim til Føroyar úr Dan-
mark. Ætlanin var so, at hann
skuldi koma, tá ið kríggið var av,
men tá hendi tað ólukkuliga, at í
sjálvum frælsisrúsinum, eftir at
kríggið var av í Danmark 5. mai
1945, varð hann skotin og doyði.
Hans Jakku átti ein annan son,
Oskar. Hann fekk barnalammilsi
og gjørdist kropsliga brekaður.
Hann livdi leingi og er deyður fyri
nøkrum árum síðani. Høvdinum
bilti einki. Tá ið Esmar Fuglø og
teir høvdu hvalabátar, lurtaði
hann eftir teimum og kom
oman á Kongabrúnna at greiða
frá, hvussu tað gekk. Hann var
skilagóður og visti »alt«.
So mistu tey eina dóttir eisini.
So tey vóru bert tvey eftir. Guðny
var gift við Mourits, son Kristian
Martin Rubeksen.
Tað vóru nógvir handlar í Havn
tá. Eg haldi, at teir vóru einir
55. Havnin var ikki stór. Hon
var frá Landavegnum, har Poul
Restorff hevði handil og niðan til
Sjónleikarhúsið og út á Skansan.
Tað var ein sovorðin trýkantur.
Handlarnir vóru størri og smærri.
Heinesen var ein stórur handil.
Aðrir vóru Ludvig Poulsen, Frants
Restorff, Lamba Jóannes, Karl
hjá Vága Heina, Kjøt, Evensen og
Jacob Lützen. Lamba Jóannes
hevði eisini nógv slakt.
Fyrstu ferð til skips
Nú byrjaði mítt sjólív seint í 1936.
Eg fór fyrst ein túr við Rubekk
á Róki. Hetta var við Hjalmar
á snurriváð. Við snurriváð var
bert fiskað um dagin, so royndin
var ikki tann stóra hesa tíðina á
árinum.
Árið eftir varð so nógv annað at
gera. Mamma vaskaði á Skipa-
felagnum. Tað skuldi vaskast,
áðrenn teir komu til arbeiðis um
morgunin. Her var sera ábart.
Tá tað var brim, hendi tað meira
enn so, at mamma ikki slapp til
arbeiðis. Tá var molin stuttur og
vardi ikki so nógv móti brimi. Eg
plagdi at vera við henni at vaska.
Eg plagdi eisini at skera torv,
og slíkt, sum var vanligt mann-
fólkaarbeiði tá í tíðini.
Men í 1937 fór eg við Hjalmar
aftur. Christian Holm reiddi hann
út, og Esmar Fuglø, sum var giftur
við dóttir hansara Turid, átti hann.
Turid doyði annars sama ár av
Handilin hjá Johannes Lambaa er t.v. á myndini. T.h. er bakaríið hjá Frants
Bakarin Andreas í Horni (1874-1960)
var abbabeiggi Johan
Bakaríið í Horni eru húsini við kvistinum. Bakaríið var í kjallaranum og sølubúðin var í miðhæddini. Hetta var ein
miðdepil í Havn, har tað eisini var dansur. Húsini eru tikin niður og bygd upp í sama stíli. Her húsast Optikbúðin í dag
Lamba Jóannes (1871-1950) var ein
av stóru handilsmonnunum í Havn.
Myndirnar av handlum og
handilsmonnum í Havn er úr
Havnarbókini hjá Birgar Johannesen