mikudagur 30. apríl 2008síða 17
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
miðvikan
Siðsøguligt tilfar
í Sosialinum mikudagar
Mær dámdi væl at arbeiða, so eg
var javnan ørindadrongur, tá ið eg
hevði frí frá skúlanum.
Eitt arbeiði, eg eisini plagdi at
hava, var at seta biografplakatir
upp fyri Dia í Bø. Lønin fyri hetta
var ein barnabillett. Hevði ein
uppspart tvær barnabillettir,
kundu tær býtast um við eina
vaksnamannabillett.
Onkuntíð var eg hjá Jacob
Lützen á Áarvegnum. Lønin var
10 kr um vikuna. Eg var hjá Otto
Bech, sum hevði kjøthandil. Eg
var eisini hjá Poul Restorff, sum
sonur hansara Andrias rak tá.
Hetta var serliga, tá ið nógv var
at gera um høgtíðir og tílíkt.
Eisini bakarí, bomm
og rabarbur
Eina tíð var bakarí í fabrikkini hjá
Østrøm, sum Valdemar Lützen
átti. Andrias í Horni, sum hevði
lært til bakara hjá Restorff á
Áarvegnum, bakaði har eina tíð,
áðrenn hann sjálvur bygdi sethús
og bakarí í Bø, núverandi Bøgøtu.
Eisini hevði Knud Lambaa
heilsølu og agentur í norðasta
partinum av fabrikkini oman
móti Vestaruvág. Lúka bleiv sett
í múrin oman móti brúnni, so
vørurnar kundu fáast inn og út
tann vegin.
Jens Simonsen, vanliga nevndur
Gøtu Jens, fór saman við Knút
Lützen, beiggja Valdemar, í holt við
at gera bomm á fabrikkini. Hetta
man hava verið umleið 1920. Knút
fekk helvtina av fabrikkini í sín
part, meðan Valdemar fekk hina
helvtina eftir pápan Jacob Lützen.
Knút Lützen sigldi sum ungur.
Eg var eisini eitt ár á bommvirki
num. Har dámdi mær væl. Hetta
var tó ikki fyrst og fremst, tí
mær dámar so væl søtt! Tað
var ein danskari sum hevði
”sukurvøruhúsið”, sum tað varð
kallað. Vit gjørdu marsipan
burturúr eplum og mandilessensi.
Síðan vórðu tilsettir allir
møguligit litir, so tað var eitt
rættiligt farvuspæl. Bommini vóru
gjørd burtur úr sukri. So vórðu litir
settir til, og hetta var eisini eitt
farvuspæl.
Á fabrikkini hevur verið nógv
ymiskt virksemi. Eina tíð aftaná
kríggið gjørdu teir rabarbusúltu
toy. Har stóðu nógv konufólk og
skóru rabarbur, sum vóru keyptar
frá fólki. Ein stórur pottur var og
sukur varð nógv brúkt. Hettar
arbeiði vardi í nøkur ár.
Túrur til Velbastaðar
Tá eg var 14 ár kom Sámal í
Smiðjustovu til mín. Hann var
formaður hjá Lützen, har teir
eisini høvdu ísvirki. Sámal spurdi
meg, um eg vildi fara ein túr til
Velbastaðar við agni. Eg skuldi
fáa tað væl betalt. Agnið skuldi
út í Hest, men teir skuldu liggja
fyri mær á Velbastað við báti og
taka tað. Eg minnist, at eg fór
avstað klokkan 12, og tá eg var
aftur í túninum slóg kirkjuklokkan
tvey. Tá hevði eg verið tvørtur
um Reynið og niðri í støðni á
Velbastað. Førningurin var einar
15 sildir. Eg fekk tvær krónur fyri
tað, og hetta var óført. Tað var
nógv fyri ein ungan drong tá í
tíðini. Sildin kom inni frá Skála
fjørðinum, har hon var fiskað við
gørnum. Valdemar Lützen keypti
sild til íshúsið hjá sær.
Ísvirkið
Her var eisini eitt annað jobb
hjá mær. Sum nevnt kom pápi
til skaða, og byrjaði so smátt at
arbeiða aftur. Sámal í Smiðju
stovu bað hann koma at arbeiða á
ísvirkinum.
Tá plagdi eg at hjálpa pápa at
fylla pannurnar við vatni, sum
fyrst varð fryst og síðan knúst
til ís. Hetta var ofta um kvøldi.
Framleiðslan var bæði nátt og
dag.
Tað var nógv brúk fyri ísi
undir krígnum, tá flutningur av
ísfiski til Bretlands var okkara
høvuðsvinna. Tað bleiv arbeitt
alt samdøgrið. Hetta var eitt
sjálvstøðugt felag – »Ís og
konserves«. Fiskacentralurin kom
síðst í 1940unum. Teir kundu
koyra ísin beinleiðis umborð á
skipini, meðan tað hjá Valdemar
skuldi koyrast við bili til skipini.
Tað bleiv ov dýrt, og tí varð givist
við at framleiða ís á fabrikkini,
eftir at Fiskacentralurin kom. Tá
í tíðini vóru ongar frystiboksir
sum í dag, so frystigoymslurnar
á fabrikkini vóru nógv nýttar av
havnarfólki at goyma kjøt og
annað í, og helt hetta fram til í
50unum.
Tá komu eisini deksbátar við
tvøsti frá hvalastøðini við Áir. Tað
varð fryst á fabrikkini, helst til
minkafóður.
Teir høvdu ju nógv virksemi.
Teir høvdu eisini eina konserves
fabrikk, og var hetta virksemi
heilt frá byrjan av undanfarnu øld.
Dampdrivin maskina
Sum nevnt var virksemið hjá
Valdemar rættuliga framkomið.
Fabrikkin hevði sín egna motor.
Tann fyrsti motorurin, ið var
dampdrivin, var um 50 hestar.
Hann dreiv kompressarar, valsir
og kvørnir og annað mangt
á fabrikkini. Motorurin bleiv
skiftur út við motorin á gamla
meiaríbátinum Tróndi. Seinni
fekst dieselmotorur.
Fyri at økja um drívmegina
hjá dampmaskinuni varð eitt øki
keypt norðanfyri Rættará, har ein
brunnur varð bygdur, og vatnið
hiðani kom at hjálpa til at dríva
maskinuna.
Lønin ein slikkipinnur
Tá ið eg var 15 ár fekk eg 20
oyru um tíman í fiskaarbeiði,
og seinast í 30unum var full
arbeiðsmannaløn ikki komin til
ein króna. Tá fekk konufólkið 30
oyru um tíman.
Eg veit, at teir sum gjørdu
fiskastykkini, Essa og Poul á
Kirkjuveg, fingu 68 oyru um tíman
í 1935. Men tað var bara so lítið
arbeiði hjá fólki at fáa.
Eg gekk í fisk uppi á Hálsi,
tá gekk eg í skúla. Einasta eg
fekk var ein slikkipinnur hvønn
fríggjadag. Lønin annars fór
beinleiðis til foreldrini. Tað var
tað vanliga tá í tíðini, tá øll máttu
spaða til húsarhaldið.
Lønin var sum sagt 20 oyru um
tíman, og ein sodavatn kostaði
30 oyru, so tað sigur nakað um
lutfallið millum lønir og prísir.
Ørindadrongur í
Smæruni
Men so fekk eg arbeiði í Smæruni
uppi á Abbatrøð. Eg hevði ikki fylt
Johan Norðfoss:
14 ár og nú skal arbeiðast
Í fyrsta parti greiddi Johan frá sínum barnaárum í Havn. Nú er hann 14 ára gamal,
og nú skal arbeiðast. Tað, sum hann forvinnur, fer til húsið. Fyrsta rættuliga
arbeiði hansara er at arbeiði í handli
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
Fiskaturking var ein týdningarmikil vinna, tá ið Johan var ungur, eisini í Havn.
Her fekk Johan eisini nakrar krónur til heimið
Fabrikkin í Rættará hevði eitt fjølbroytt virksemi. Her arbeiddu Johan og pápi
hansara Albert