Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-30, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. apríl 2008síða 16

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 82 - 30. apríl 2008 Andlát og jarðarferðir Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Liv Olsen, kona Óla Jákup Olsen á Deil í Vest­ manna, andaðist flaggdagin í Noreg, 68 ára gomul. Jarðarferðin verður á Nøtterøy fríggjadagin. Arnfrið Heiðar Bjørnsson úr Vestmannaoyggj­ unum, búsitandi í Tórshavn, andaðist mánadagin 60 ára gamal. Svend Joensen við Gjógv, andaðist sunnudagin á Landssjúkrahúsinum, 96 ára gamal. Farið verður úr kapellinum mikudagin kl. 17. Jarðarferðin verður úr Gjáar kirkju Kristi himmalsferðardag kl. 14. Tey, ið vilja minnast Svend, kunnu lata eina peningagávu til Gjáar kirkju Katrin Skarðhamar andaðist í Herborg sunnu­ morgunin 60 ára gomul. Bønarhald verður í sjúkra­ húskapellinum í Herning fríggjadagin klokkan 11.00. Kistan kemur í Vágar fríggjadagin klokkan 16. Jarðarferðin verður lýst seinni. Andlát og jarðarferðir Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at elskaði maður og pápi okkara Arnfrið Heiðar Bjørnsson andaðist mánadagin 28. apríl, 60 ára gamal. Kistan fer úr kapellinum á Landssjúkrahúsinum leygardagin klokkan 18. Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni sunnudagin klokkan 15. Oda, Elsa, Helga, Hallberg og Ólafur Dagurin 1. mai. Valborgarmessa. Hildin til minnis um enska kongsdóttur og nunnu, sum seinni gjørdist abbadissa í kleystrinum Hildesheim í Týsklandi. Hon doyði í 779. Valborgarnátt varð hildin mikil várveitsla í Norðurlondum, og tað er ta náttina, at trøllkonur ríða at Bloksbjørgum. Germanskt navn, ið merkir vald og vernd. 1. mai er arbeiðaradagurin, sum varð hildin á fyrsta sinni í París í 1889. Í døgunum 23. til 25 mai 2008 verður lega fyri støk á Zarepta í Vatnsoyrum. Legan er fyri støk og er eisini ætlað yngri einkjum og einkjumonnum, har øll eru vælkomin við børnum ella uttan børn. Byrjað verður fríggjakvøldið 23. mai kl. 19. Hesar legurnar, sum eru við í føstu skránni hjá Zar­ epta, hava verið á hvørjum ári síðan 1999. Millum 30 og 50 vaksin og millum 20 og 30 børn luttaka vanliga á hesum legum. Talan er um eitt tvør­ kirkjuligt tiltak, har dentur verður lagdur á gott sam­ felag og skipað verður fyri ymiskum fyri alla familjuna á leguni. Tilmelding hjá Eydnu Berg á telefon: heima 609651 fartelefon 219651. Lega fyri støk Aftankvirra við Guðrið Hansdóttir Guðrið Hansdóttir spælir til Aftankvirru í Havnar Kirkju fríggjakvøldið 2. mai kl. 22 Guðrið fer at framföra bæði sálmar, sangir og egin løg. Kirkjan er opin frá kl. 21 og eftir at framførsluna verður andakt. Skipað verður fyri Aftan­ kvirru fyrsta fríggjakvøld i hvørjum mánað. Havnar kirkja stendur fyri tiltakin­ um. Tiltakið er ókeypis. Hergerð Joensen, lista­ kvinna, hevur málningafram­ sýning í Ribarhús í Fugla­ firði í døgunum 9. til 31. mai. Framsýningin verður opin somu tíðir sum Piddasa­ handil og Ribarhús, nevni­ liga mánadag – fríggjadag kl. 15.00 – 17.30 og leygardag kl. 11.00 – 13.00. Fernisering verður fríggjadagin 9. mai 2008 kl. 16 – 18, har øll eru hjartaliga vælkomin. Hergerð í Ribarhúsi Hergerð Joensen, listakvinna, hevur málningaframsýning í Ribarhús í Fuglafirði í døgunum 9. til 31. mai Hósdagin 1. mai letur lista­ kvinnan Arngerð Joensen upp eina listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Á fram­ sýningini eru 25 málningar við ymiskum myndevnum. Arngerð tók prógv sum innanduraarkitekur í 1963 og læraraprógv í 1995 við list sum linjugrein. Seinastu 30 árini hevur hon havt egnar framsýningar og verið við á framsýningum saman við øðrum. Framsýningin verður opin til og við sunnudagin 4. mai, hvønn dag frá kl. 14­18. Arngerð í Smiðjuni Listakvinnan Arngerð Joensen letur upp eina listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík hósdagin 1. mai Mynd: Jens Kristian Vang