mikudagur 30. apríl 2008síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 82 - 30. apríl 2008
15
viðmerkingar
Til lukku Eyðun
Johannesen
Fyrst vil eg nýta høvið at
ynskja slóðbrótaranum
Eyðuni Johannesen hjarta
liga til lukku við sjeyti ára
føðingardegnum. Fáur
mann vera, sum Eyðun, ið
hevur ment listina so
dyggiliga sum hann.
Eyðun hevur verið við til
at menna listina sum eitt
yrki, og hevur verið fyri
myndin hjá nógvum, ið
vilja liva av at skapa og
útinna list á yrkislistar
ligum støði.
Eg eri so rørandi samdur
við Eyðuni, tá ið hann
sigur, at okkum mangla
rithøvundar, ið tora at
skriva leikrit. Vit eru kan
ska eitt sindur konserva
tivir, men orsøkin til, at
ikki so nógvir rithøvundar
skriva leikrit er hon, at tað
krevur, at rithøvundurin
situr hugsavnaður í longri
tíð. Hetta hevur hann ikki
fíggjarliga orku til. Sam
felagið er so lítið, og tí
krevst av landinum, at hesi
verða stuðlað, soleiðis, at
friður er at skriva eitt verk
út í eitt, og ikki verða
brotin av. Vit skulu jú
eisini hava pengar at liva
fyri. Eftirsum, at
marknaðurin er so lítil, so
er tað ein landsuppgáva at
høvundar fáa henda friðin,
tí at eitt samfelag hevur
ikki ráð at lata vera við at
stuðla teimum fáu, sum
veruliga kunnu tekna eina
samfelagsmynd, sum onnur
ikki síggja.
Listin – uppraðfesting
neyðug
Í hesum sama Sosiali, sum
føðingardagsheilsanin til
slóðbrótaran Eyðun
Johannesen stendur, skrivar
mentamálaráðharrin,
Kristina Háfoss, eina
drúgva grein við yvir
skriftini: “Søguliga stór
framstig innan útbúgving í
2008.” Ógvuliga áhugaverd
grein. Har eru nógvir
glottar at hóma. Men sum
yvirskriftin sigur, so eru
allir glottarnir í skúlaverki
num, og tí kann yvirskrift
in bara ljóða sum hon
ljóðar, hóast mentamála
ráðharrin skrivar eina
rúgvu um mentan.
Tað er gleðiligt at skúla
verkið verður endurskoðað.
Tað treingir til. Ein parts
yvirskriftin ljóðar soleiðis:
“Mentan – uppraðfesting
alneyðug.” Ja, tað er vist,
serliga um vit lesa víðari
undir somu partsyvirskrift.
Har stendur skrivað:
“Mentan er høvuðsorsøkin
til, at vit búgva her í
Føroyum.” Hesum trúgvi
eg ikki, tí at um mentanin
var høvuðsorsøkin til, at
vit liva í Føroyum, so átti
hon at staðið fremst í
arbeiðssetninginum hjá
mentamálaráðharranum.
Ofta, alt ov ofta verða list
og mentan blandað saman.
List er eitt og mentan er
eitt annað. Listin er í
mentanini, men mentan
nýtist ikki at vera ein
partur av listini. Vit lista
fólk eiga at taka í egnan
barm, og syrgja fyri, at ikki
kemur bland í hesi bæði,
og tað, sum hevur størri
týdning er, at tað eru
ymisk menningarstøði í
listini. Tað er munur á
áhugalist og yrkislit. Vit
verða noydd til at viður
kenna, at tey, sum fáast við
yrkislist eru tey, sum hava
brúk fyri meiri stuðuli til
sítt arbeiði, enn tey, sum
hava list sum hjáputur. Eg
síggi í greinini, at Kristina
Háfoss leggur upp til, at
Mentanargrunnur Landsins
skal “umskipast til at fevna
breiðari.” Tað er ikki tað,
sum Mentanargrunnurin
skal. Tað rætta hevði verið,
um Mentanargrunnurin
varð gjørdur um til ein
Listagrunn, ið stuðlaði
listaverkætlanum, sum
hava eina ávísa listarliga
dygd. At ein slíkur lista
grunnur stuðlaði listafólk
um, sum veruliga vilja
arbeiða sum yrkislistafólk,
og sum nevndin í Lista
grunninum metir veruliga
skulu stuðlast. Eisini eiga
yrkislistafólk at hava
møguleikan at søkja
starvsløn, fáa eina lønar
trygt, ið kann tryggja
teimum arbeiðsfrið í longri
tíð og at ein virðilig
upphædd verður sett av til,
at nøkur listafólk kunnu
koma á fíggjarlógina, og
ikki við teirri óvirðiligu
upphæddini, sum nú verður
latin. Allar stuðulsjáttanir
til list eiga at liggja í ein
um slíkum listagrunni. Í
Føroyum og í útlondum
eru nakrir fáir føroyingar,
sum burturav liva av sínum
listarliga arbeiði. Hetta eru
slóðbrótararnir, ið hava sett
Føroyar á heimskortið.
Vilja politikararnir
arbeiða uppbyggjandi við
teimum fimm álitunum,
sum longu eru skrivað.
Neyvan finst nakað økið í
samfelagnum, sum er so
mikið væl tilrættalagt sum
ein lista og mentanar
politikkur. Um tey, ið ráða
bara hyggja eftir teimum
trimum seinastu álitunum á
økinum: Mentan og menn
ing, álitið um málpolitikk
og visión 2015, so stendur
í hesum álitum tað, sum
skal til fyri at greiða úr
hondum ein lista og
mentanarpolitikk, sum
veruliga ger mun.
Skiljið Mentamálaráðið
sundur!
Aftur til yvirskriftina í
greinini hjá mentamála
ráðharranum. Mentamála
ráðið er soleiðis skrúva
saman, at tað umsitur bæði
skúla og mentamál. Hetta
er ógvuliga óheppið. Ein
skuldi trú, at hetta hekk
óloysiliga saman, men so
er ikki. Nærum allir menta
málaráðharrar (undantøkini
eru Tórbjørn Jacobsen og
Annlis Bjarkhamar) hava
tann ótrúliga eginleikan, at
teir fyrst hugsa um skúlan,
og tá ið teir hava ein frí
løtu, hugsa teir um lista
og mentanarpolitikk.
Nógvir bara hugsa og
handla ikki, aðrir gera
okkurt við sína tankar, men
eru ógvuliga varnir at taka
avgerðir, ið muna. Tað
hevði tí verið ógvuliga
passandi, um hetta ráðið,
ið arbeiðir við skúla og
mentan varð býtt sundur,
soleiðis, at vit fingu eitt
menta og listamálaráð og
eitt skúlaráð. Hitt tykist
ikki at rigga.
Ongantíð áður hevur
listin verið so sjónlig, sum
til hetta valið. Vit vónaðu
at okkurt fór at henda.
Men onki hendi, hóast
føgur orð. Fólk eru farin til
verka, (sí greinina hjá
Hugini Eide í sama
Sosiali) og arbeiða við
verkætlanum, tí at tey
roknaðu við at pengar
vórðu settir av til hetta.
Men so varð ikki. Hetta er
at halda fólk fyri turra
spott. Um politikarar hava
nakra sum helst virðing
fyri sínum politiska starvi,
so eiga teir at fara til verka
(ikki bara ætla) við høvuðs
orsøkini til at vit velja at
liva í Føroyum – nemliga,
at virka soleiðis, at tey
skapandi og útinnandi
listafólkini verða vird sum
ein samfelagsbólkur, ið
hevur sama tørv sum onnur
í samfelagnum.
Skiljið Mentamálaráðið sundur!
Oddfríður
Marni
rasMussen
Fyrr var allur ítróttur spæl.
Eisini fótbóltur. Í dag er
fótbóltur mentan og verður
undirborin í almennum,
kommunalum og øðrum
stuðuli.
Aðrastaðni er ítróttur
eisini mentan. Men
uppbýtið er ikki tað sama
sum í Føroyum. Aðrastaðni
er annað og meiri umfatað
av tí, vit kalla mentan.
Roynt verður av øllum
alvi at fanga ungdómin og
fáa hann áhugaðan í skila
góðum tiltøkum, so tíðin
ikki fer til spillu ella tað, ið
verri er. Tað týdningar
mesta er ikki at kriminal
isera ungdómin, tí gert tú
tað, so provokerar tú hann
og hann endar á einum
síðuspori.
Nú hevur løgreglan
kriminaliserað ein stóran
part av Vágoynni. Í útvarp
inum varð reypað um, at 25
súkklur vórðu tiknar av
løgregluni. Eigararnir/for
eldrini hava mist súkklurnar
og kunnu vænta sær bót.
Og hvat so?
Vit kunnu skjótt verða
samd um, at 14 ára gomul
ikki eiga at koyra prutl á
almennum vegi. Vit kunnu
skjótt semjast um, at
foreldur ikki eiga at geva
smábørnum motorsúkklur.
Tað tørvar okkum ikki
magistaraprógv fyri at vita.
Men eitt sindur meira
enn vanligt gonguvit skal
eftir øllum at døma til fyri
at síggja, at prutlkoyringin
í Vágum er eitt symptom
uppá eitt ella annað ella
eitt úrslit av eini skeivari
gongd.
Nú sita 25 útskammaðir
stórir drongir við ongari
súkklu vesturi í Vágum.
Og stórari skuld. Og eg
kann ikki lata vera við at
spyrja: Og hvat so, Regin
Jespersen?
Var hatta tað? Hevur
løgreglan nú loyst pro
blemið? Eru nú øll glað og
valdar friður nú aftur í
Vágum?
Ella prutlar nú undir
lokinum, har 25 stórir
drongir sita kókandi av
illsinni, hormonum og
frustrasjónum og upp
hugsa, hvussu teir nú skulu
hevna seg inn á Regin
Jespersen? Inn á Vág
oynna? Ella samfelagið?
Er úrslitið ikki bara total
frustrasjón, nú løgreglan
fjernaði úrslitið av skeivu
gongdini, uttan yvirhøvur
at kanna ella spyrja, hví
støðan er sum hon er??
Fari tí í ganska vanligum
treiskni enn einaferð fyri
1117. ferð at endurtaka, at
problemið ongantíð var
uppstaðið, um vit bóru
okkum líka vaksið at sum í
grannalondum okkara.
Aðrastaðni hoyra t.d.
smáar koyribreytir undir
ítrótt og mentan. Aðra
staðni sleppa 1012 ára
gamlir drongir at royna seg
í vardum umhvørvi.
Einki stað í Føroyum er
betri egnað enn akkurát
Vágoyggin til koyribreytir,
har ungu mennirnir kundu
spolað bæði hormonir og
frustrasjónir úr kroppinum.
Og tað mátti verið upplagt
hjá løgregluni at verið við í
slíkum arbeiði og stuðlað
og hjálpt, heldur enn at
nýta orkuna í hinum enda
num, tá skaðin er hendur.
Umhvørvið er til tað har
vesturi. Fleiri øki eru klár
at koyra á. Royn nú og
hugsa tankan, at tit høvu
fótbóltsvallir har vesturi,
men at eingin spældi á
teimum? Innsatsurin hevði
verið øgiligur fyri at fingið
ungdómin út á vallirnar og
tað hevði ikki skortað við
vælvild og pengum.
Flyt so somu vælvildina
yvir á hesar, sum ikki fáa
somu sømdir sum teir, ið
spæla fótbólt. Kanska har
er ein Ole Olsen ímillum
teirra. Kanska arbeiðið
verður uppruni til besta
speedwaybana í norður
londum, hagar heims
pressan kemur at hyggja at
altjóða kappingum?
Ella síggja tit ikki
dreymarnar fyri berum
fótbóltum?
Hvat nú, Regin
Jespersen?
Og hvat so, Regin Jespersen?
sOfus í HOrni
Hansen
Nú gongur á níggjundu
viku, síðan Jan Højgaard
av sínum eintingum lýsti
mynstringarbann fyri
Carlton og harvið koyrdi
limirnar í FF í land.
Fyrst skal sigast, at tað
kann sjálvsagt vera støður,
har tað er rætt at lýsa eitt
slíkt bann.
Men eitt slíkt stig skal í
hvussu er fyrireikast væl.
Grundarlagið skal vera í
lagi, og eitt so stórt stig
skal sjálvsagt samtykkjast
av nevndini í felagnum.
Tað skal eisini vera eitt
sannlíki fyri, at eitt slíkt
bann skjótt loysir
trupulleikan.
Men, sum tað so týði
liga er komið fram, var
hetta stig hjá Jan Høj
gaard gjørt í óðum verki.
Hetta hevur higartil
kostað hvørjum av land
settu manningini okkurt
tal omanfyri kr. 100.000
krónur í mistari inntøku.
”Trumfurin” hjá Jan
Højgaard segði hann vera,
at hann skuldi steðgað
landingina av Carlton
uttanlanda gjøgnum ITF,
altjóða flutningararbeið
arafelagsskapin. Hetta var
tó frammanundan sera
ivasamt, tí fólk á fiska
virkjum eru als ikki limir í
ITF.
Sambært útvarpinum
fekk FF fyrst í apríl bræv
frá ITF, har teir søgdu seg
als ikki vilja seta nakað
landingarbann, men mæltu
til at fáa eina semju við
reiðaríið.
Tað er komið fram, at
Jan Højgaard hevur ikki
bert einki gjørt fyri at fáa
eina semju alla hesa tíð.
Hann hevur eisini sett
føtur í spenni fyri at forða
fyri eini og hvørji semings
loysn, sum partur av
nevndini hevur arbeitt við.
Fyrst í apríl boðaði Jan
Højgaard frá í Degi og
Viku, at ITF nú fór at seta
landingarbann í verk. Sum
tað gongur sjón fyri søgn,
vóru hesi tíðindini bein
leiðis ósannindi. Hetta er
eyðkent fyri hansara
trúvirði annars.
Samstundis nýtir hann
eitt slíkt orðalag, sum
eingin rættsiktaður nýtir,
og sum bert kann vera enn
størri forðing fyri at finna
eina loysn.
Tað groteska í hesum
máli er, at Jan Højgaard
fær kokkin at blokera
ímóti egnum áhugamál
um. Kokkurin fær nevni
liga munandi meira við tí
nýtta sáttmálanum hjá
Carlton enn ídnaðarsátt
málan, sum verður
kravdur bæði framyvir og
við afturvirkandi gildi. Ì
besta fall fer kokkurin
niður í løn, um kravið hjá
Jan Højgaard verður
eftirlíkað. Í ringasta fall
kann kokkurin verða
kravdur at gjalda meira
enn kr. 100.000 aftur til
reiðaran fyri ov nóg
útgoldna hýru!
Jan Højgaard hevur
sjálvur tikið grundarlagið
undan kravinum um, at
Carlton skal nýta ídnaðar
sáttmálan. Nevniliga við
at avtala júst við Hanus
Hansen, at hann fyri eitt
líknandi skip kann brúka
kraftblokkasáttmálan, sum
fyri Carlton gevur 20%!
Sum skal setast í mun til
tey 23%, sum manningin
hevur fingið.
Ørskapur
Her kann stutt sagt sigast,
at her er hvørki vit ella
skil. Men hetta kemur ikki
óvart á. Tað hevur frá
fyrsta degi, síðan hann
kom fram, verið greitt, at
Jan Højgaard livir í eini
fantasiverð, har øll onnur
eru heilir og hálvir band
ittir. Ráðini eru at ”leggja
flotan”, uttan mun til hvat
hetta kostar fiskimonnum.
Ella hvønn skaða hetta ger
teirra felag.
Gíslatøkan við Carlton
Óli
JacObsen