mikudagur 30. apríl 2008síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 82 - 30. apríl 2008
Fimti partur
Tú manst eiga rættuliga
lítið í teirri føroysk-italsku
orðabókini (2004), tó at
hon er komin fyrst í tínum
tíðarskeiði (2003), so
henni kanst tú ikki taka tær
heiðurin av. Tann 02.05.07
sendir Orðabókagrunnurin
tíðindaskriv út í bløðini,
har m.a. stendur:
”Grunnurin fyrireikar í
løtuni orðabøkur millum
føroyskt og týskt og
millum føroyskt og danskt,
men enn vanta orðabrýr
(flott nýggjyrði) til onnur
stór heimsmál og granna-
mál, umframt at stórur
tørvur er á serligum
orðabókum, til dømis
skúlaorðabókum, tøkni-
orðabókum og telduorða-
bókum”. So mong vóru tey
føgru orðini. Henda nýggja
útgávan á netinum er eitt
stórt bakkast, borið saman
við”Orðaskjáttuna”. Tí um
tað verður skrivað t.d.
”kringur” í Orðaskjáttuna,
so kemur ein ørgrynna av
uppskotum fram, men um
tað sama verður gjørt tað
sama við netútgávuna, so
koma tvær greinar. Jógvan
í Lon Jacobsen, tú ert
valdur í nevndina, av tí at
tú hevur royndir í einari
orðabók, og eg vísti Kára á
Rógvu á stavivillu
16.01.08 í bløðunum undir
”grátt undir steini”, sum á
latíni eitur Oniscoidea og
”grótlús”, sum er sama
djór, men hesa ferð verður
stavað Oniscidæ. Tveir
mánaðir seinni er einki
hent. Hvør tykkara hevur
ábyrgdina av, at so er? Tú
Kári á Rógvi sum for-
maður ella Jógvan í Lon
Jacobsen, sum ert serfrøð-
ingurin í orðabókahøpi?
Undan løgtingsvalinum
19.01.08 setti eg tær nakrar
spurningar í somu grein
”Orðabókagrunnurin við
Kára á Rógvi sum
formanni og
orðabókagerð.” Spurningur
3 ljóðaði: hvussu nógv
hevur tann føroyski
skattgjaldarin, tín veljari,
ígjøgnum Mentamálaráðið
goldið Orðabókagrunni-
num fyri hesi orðabóka-
handrit?
hví skal tann týsk-
føroyska orðabókin, sum er
tann størsta av teimum
øllum, og sum er liðug til
sítt brúk, fara fyri góðan
helvtar prís av hinum
orðabókunum?
Uppskot. Tú kanst svara
tí føroyska veljaranum
alment, tí nú havi eg lagt
ein part av hesum sorgar-
leiki um orðabókagerð
fram fyri almenningin, ella
nýta mína telduposta-
dressu, sum tú kennir, og
svara privat. Men fyri at tú
ikki skalt sleppa undan at
svara, so kemur framhald.
Nú er framhaldið so her.
Tú hevur enn ikki (torað
at) svarað hesum spurn-
ingum. Hví? Tá ið tú ikki
vilt svara, so skal eg gera
tað fyri teg. Føroysk-týskt
orðabók hevur fingið
1.868.692 kr., t.v.s.
knappar 2 milljónir. Tað er
við vælsignilsi frá Menta-
málaráðnum, men tað
komið eg tilaftur í einari
komandi grein. Russisk-
føroysk orðabók hevur
fingið 1.997.500kr., eisini
knappar 2 milljónir. Hvør
ið hevur ábyrgdina av
henni, kanst tú greiða
okkum frá. Donsk-føroysk
orðabók hjá Hjalmari
Petersen hevur fingið 1,5-
2,0 millónir úr Orðabóka-
grunninum sambært
Mentamálaráðið. Hví skal
eg so bert fáa góðan
helvtarprís fyri mína
(950.000kr, 115.000kr ella
av fyrstan tíð 120.000kr,
sum er væl drúgvari enn
hesar tríggjar? Og enn ein
spurning, tí tað stendur í
reglugerðini fyri Orða-
bókagrunnin:
§6
Roknskaparárið er
álmanakkaárið.
2. stk. Ársúrslitið verður
flutt til næsta roknskaparár.
3. stk. Roknskapurin
verður grannskoðaður av
løggildum grannskoðara,
sum nevndin í
Orðabókagrunninum velur.
4. stk. Roknskapurin
saman við
grannskoðarafrágreiðing
skal fyri 1. juli á hvørjum
ári verða sendur Menta-
málaráðnum til kunnungar.
5. stk. Fyrsta rokn-
skaparár sambært hesum
viðtøkum er 2003.
Hvussu ber tað til, at
Mentamálaráðið ikki kann
upplýsa Jenisi av Rana upp
á fyrispurning í Løgtingi-
num, hvussu stór upphædd
er nýtt til t.d. Føroysk-
donsku orðabókina og
Føroyska tøkniorðabók?
Vil tað siga, at hesin orða-
bókarithøvundurin eisini
hevur arbeitt í góðari trúgv
og vónað – sum eg, at
orðabókahandritini fóru at
verða goldin seinni, ella er
støðan ikki heldur hon, at
orðabókarithøvundurin og
hinir báðir nevndarlimirnir
eru starvsfelagar og tí hava
játtað hesum orðabókum
einhvørja upphædd, sum
ikki má koma alment fram,
tí so verður skommin
fullfíggjað.
Framhald
1. mai 2oo8
Veltu, taðaðu, sáddu og vætaðu
við bløðandi hondum
tó heitum hjørtum
aldingarðin prúða
gróðursettu træið
við sveittan í barm
og brennandi stríðsfýsni
hóast hásummarkrúnan dró
kapitalistiska eiturblandi í seg
so andaði hon reinleika, hugflog
íblástur og stríðsvilja
á tær slitnu, bløðandi hendurnar
undir veingjum kapitalismunnar
fjálgt og gevandi
privatiseringsørskan, stórmennisørskan
hámetta feitilendi
hjá kapitalistunum
rægammunum
spekulantar í hóptatali
eyðræna tilfeingi á sjógvi og landi
mergsúgva almenna peningarenslið
og allar grunnarnar
sum arbeiðandi fjøldin
ár um ár fyllir
við sínum bløðandi hondum
rennur í stríðum streymi
niður í kapitalistatrogið
arbeiðarastættin
vit løntrælir
bundnir á hondum og fótum
tað sindrið vit hava eftir
fer við fúkandi ferð
niður í spekulantapottarnar
kapitalistarnir hava altíð
verið átufrekir
gudur kapitalistsins er ómettandi
s. 2
jú, kapitalisturin hevur
mong andlit
úlvur í seyðaskinni
góður og gudrøkin
men tó hvassar kløur
og kaldan heila
kærleiksboðið uttan á skræðuni
rivið og skrætt
kálkaðar gravir
tí næstrakærleikin røkkur bert til
vinningsgreði, eginsinnaða pallsetan og sermerkjan
í fjálgu, lívsjáttandi, prúðu
og hábærsligu trækrúnuni
búleikast frælsisfuglar
bera boð um at vón
er fyri framman
hóast kapitalistiska oyðandi
eitrandi evjudíki við træsins fót
siti saman við kammerátunum
kring træið
lýði á alfagran fuglaljóm, frælsissong,
hvassan stríðsvilja og
ljómandi víðskygda vælferðarlagið
socialistiska krúnan fevnir víða
loysir trælaleinkjur og
úr frælsisløki
træið ótystan seg drekkur
brøðralagsskikkjan droyrreyða
skyggjandi, stríðsfús
kapitalistarnir veingjaskerdir
í fylgi tær fjákutu fínarimpurnar
á ferð við heystarstormunum
á virðisleysum heystarbløðum
saman við vesturlendska vápnaíðnaðinum
øllum oyðandi og drepandi kreftum
meðan øll tey mongu á skuggasíðu lívsins
tey óvirknu og gloymdu
tey fátæku og børnini
svølta, pínast og gráta
hvørva í kapitalismunnar marglætisrúsi
s. 3
sá ein almiklan stríðshóp í París, Pætursborg,
Keypmannahavn og á Vaglinum
men nú stendur hann á hillum
dustgingin
men í dag bert nøkur fá tandur
standa og gána á Vaglinum
hevur kapitalistiska skipanin
jarðað stættastríðið ?
í háborg kapitalismunnar vestan hav
er einki stættastríð
tó líða 4o milliónir menniskju
hungur og hall
stættastríði at enda komið
kanska í hugaheimi teirra vælbjargaðu
ognir, virðisbrøv, milliónaskjáttan á tremur
alskyns marglætisfjas
til sín og síni í mong ættarlið
men ikki fyri okkum verkafólk
enn er langt á mál
men verkafólk ! kammerátar !
missi ei móti !
Socialistar ! Standi saman í stríðnum móti
tí karráu kapitalistisku skipanini
og tí turrgelda og oyðandi høgrarákinum !
í eystri brandar
roðandi rættvísisbirtan skæra.
Socialisman vil sigra !
Sólmundur Joensen
Ljómandi vælferðarlag
Mínar royndir av Orðabókagrunninum við Kára á Rógvi sum formanni
Kári DaviDsen