mikudagur 30. apríl 2008síða 33
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 82 - 30. apríl 2008
33
bilar
Í sendingini Bylgjan
hjá Kringvarpinum
hesa vikuna vórðu
tveir bilar ummældir:
Audi A3 og Honda
Accord Type-S,
annar ein sportback
við fimm hurðum
og hin ein sedan í
sportútgávu
Bilar
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Bilarnir, sum vórðu um
mældir í sendingini Bylgj
an hjá Kringvarpinum miku
dagin 30. apríl, vóru Audi
A3 Sportback við 2,0 litra
(4 syl.) TDI dieselmotori
og 140 hk, og Honda Ac
cord TypeS við 2,4 litra (4
syl.) bensinmotori við 190
hk.
Honda Accord Type-S
Fyrri bilurin var Honda
Accord TypeS við 2,4 litra
bensinmotori við 190 hk.
Talan er um eina sportliga
útgávu av Honda Accord.
Bilurin er kvikur, koyrir frá
0100 km/t upp á 7,9 sek.
og botntrekkið er 223 Nm
við 4.500 snún/min.
Bilurin hevur stramman
undirvogn og sportligar
koyrieginleikar. Í mun til
vanligu útgávuna av Honda
Accord sær hesin sportligur
út við t.d. tveimum útstoyt
um og spoilarum. Eisini inn
an er Accord TypeS merkt
ur av, at hann er ein sportút
gáva við tað at innrættingin
flott og sportlig.
Bilurin sum varð royndar
koyrdur
kostar
369.000
krónur. Honda Accord kann
síggjast og roynast hjá Norð
bil við Oyggjarvegin. Prísir
nir byrja við kr. 299.000.
Audi A3 Sportback
Seinni bilurin var ein Audi
A3 Sportback við 2,0 litra
TDI dieselmotori við 140
hk. Motorurin er kvikur og
kraftar væl. Botntrekkið er
320 Nm við 1.750 snún/
min og bilurin koyrir frá 0
100 km/t upp á 9,7 sekund.
Audi A3 Sportback er ein
hatchback við fimm hurð
um. Talan er um ein sera
væl gjørdan bil, sum sær út
sum ein stationcar og hevur
koyrieginleikar í serklassa.
Undirvognurin er soleiðis
gjørdur, at bilurin hevur
sera góðan stabilitet í sving
um.
Innan er A3 væl innrætt
aður við t.d. alulook luft
dysum á instrumentborðin
um og eini smartari og prak
tiskari gardanboks. Audi
A3 verður eisini gjørdur
við trimum hurðum.
Bilurin sum varð royndar
koyrdur
kostar
363.000
krónur við ymiskari eykaút
gerð sum t.d. koyriteldu og
ferðpiloti. Audi A3 kann
síggjast og roynast hjá Bila
søluni í Hoyvík. Prísirnir
byrja við 270.000 krónum.
Audi A3 og Honda Accord
Audi A3 Sportback við 2,0 TDI dieselmotori við 140 hk
Honda Accord Type-S við 2,4 litra bensinmotori við 190 hk
A3 er ein
hatchback, sum
sær út sum ein
stationcar
Accord Type-S sær
sportligur út við t.d.
tveimum útstoytum
Innan er A3 væl
innrættaður við t.d.
alu-look luftdysum
og eini praktiskari
gardanboks
Innrættingin er
smart og sportlig