mikudagur 30. apríl 2008síða 32
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIÐvIkan
32
nr. 82 • 30. apríl 2008
Albert hevði lisið nógv um
fronsku kollveltingina, og hetta
ávirkaði hann nógv. Hann kom
eisini nógv saman við gomlum
javnaðarmonnum sum Jóan
Petur Davidsen og Maurentius
við Stein. Teir gjørdust báðir
tingmenn fyri javnaðarflokkin.
Hansara sannføring kom eisini av
egnum royndum. Tá ið á stóð við
ongari inntøku, var eingin hjálp at
heinta.
Anna, kona Albert, var av Lofti
á Eiði. Hon var bert 16 ára gomul,
tá ið hon kom til Havnar at tæna.
Hon hevur greitt frá, at hjá eini
bygdagentu at koma til Havnar
var sum at koma í himmiríki, tí
her var so nógv annarleiðis enn
á bygd.
Fyrstu árini var Anna hjá
spinnaranum Johan Evensen
og mammu hansara Onnu, sum
var gift við próstinum Jens
Christian Evensen. Johan var
ein framburðsmaður. Umframt
spinning hevði hann eisini veving.
Hann arbeiddi eisini við ætlan um
at byggja ísvirki, sum grundarlag
fyri sínum dreymum um at flyta
út feskan fisk og sild. Men hann
gjørdist sjúkur og doyði í 1935.
Hann varð tann fyrsti, sum varð
jarðaður í nýggja kirkjugarðin við
Velbastaðvegin. Anna Evensen
var dóttir A.C. Lützen, sum doyði,
tá ið hann talaði fyri kongi í 1874.
Hon hevur skrivað eina sera
áhugaverda frágreiðing frá sínum
lívi, sum hevur verið prentað í
FF-blaðnum.
Anna fór aftur til Eiðis, men
í Havn var nakað sum dró. Eitt
nýggjárskvøld hevði hon hitt
Albert í dansi, og tey vóru blivin
góð. Tey giftust so í 1920 eftur at
hava verið forlovað í sjey ár.
Í fyrsta partinum greiddi Albert
frá, tá ið hann var við danska
havrannsóknarskipinum Thor í
Miðalhavinum. Nú fer hann til
fiskiskap.
Aftur til skips
Um veturin selur staturin Thor
til Íslands. Nú hava danir einki
havrannsóknarskip. Nú leigar
staturin 30 tonsaran Surprice
frá Resorff til at merkja fisk
undir Føroyum. Hon var so lítil,
at hon hevði bara lugar. Skiparin
er tann sami, og her kom eg
umborð aftur. Ísak Næss kom
sum kendur maður við. Vit
fiskaðu ymsa staðni, eisini á
Nólsoyarbankanum, Sandoyar-
bankanum og Føroya Banka
innari og uttari. Vit royndu við
snøri. Tað mátti dragast varðliga,
so fiskurin kundi koma upp og
verða sleptur aftur óskalaður,
eftir at hann var merktur. Tað var
skiparin sjálvur, sum setti merki í
kjálkabeinið á fiskinum. Vit vóru
ofta inni á Tvøroyri tá, eisini inni
á Vestmanna. Eisini vóu vit inni á
Eiði. Skiparin var sera væl kendur
við Kruse, handilsmannin.
Kruse kom til Føroyar við Sur-
price í 1868. Hann var frá Born-
holm og gjørdist handilsmaður á
Eiði. Hann verður seinni umrøddur
í røðini Hendur ið Sleptu. Dóttir
hansara er nevniliga grivin í gamla
kirkjugarði.
Skiparin var eisini kendur í Vest-
manna við Andreas á Fitjunum. Tá
skuldi eg rógva hann í land, bíða
eftir honum og rógva hann aftur.
Tað var nógvur fiskur undir
Føroyum tá.
Við Súluni
Eg fari aftur burtur við Súluni.
Jóannes í Funningsstovu var
skipari. Hann var ein sera avgjørd-
ur maður. Mær dámdi væl at
vera saman við honum. Har lærdi
man nakað umborð eisini. Vit
fóru at taka fisk frá skipunum hjá
Müller. Vit lógu á Bakkafjørðinum
og tóku ímóti, tá tey komu inn.
Manningin á skipunum koyrdi
sjálv fiskin umborð. Vit vóru seks
mans umborð. Bestimaður var
Johannes hjá Cornelius.
Tá liðugt var at skipa fiskin
umborð fóru vit til ein bónda
at keypa ein seyð. Bóndin búði
inni í einum heyggi. Tey vóru
sera blíð. Vit fingu pannukøkur
og seyðamjólk frá teimum.
Pannukøkurnar dámdi okkum
væl, men seyðamjólkin var nakað
tjúkk. Vit fingu seyðin, og bóndin
fekk salt og keks. Bóndin kendi
væl Jens og Jens Paula í Dali.
So fóru vit til Føroyar, komu á
Havnina og fóru so til Keypmanna-
havnar við fiskinum. Hetta tók
akkurát átta dagar. Hetta var
fyrstu ferð, eg var í sirkus og
zoologiska hava.
Uppaftur høvdu vit tigulstein í
botninum sum barlast. So høvdu
vit mjøl eplir og sukur og tílíkt
heim við. Vit høvdu 14 dagar upp
aftur. Vit fingu høgætt í Norð-
sjónum, men seinni fór hann í
ein landsynning. Tá vit komu á
Havnina hevði verið eitt slíkt brim,
at allur viðurin í Tinganesi var
skolaður út. Poul í Funningsstovu
var skolaður út og deyður.
Vit høvdu tvey ferðafólk heim
við.
So skuldi eg fara aftur við
Georg Hansen í 1913. Danski
staturin hevði keypt eina skonnart
við motori til rannsóknir. Vit
skuldu fara til Suðuramerika aftur
við Johannes Smith, fiskifrøðing,
at gera kanningar. Hetta dró so
nógv út. Nakað fyri ólavsøku
kom eg gjøgnum Vágsbotn. Tá
møti eg Óla Svend. Hann bað
meg koma við sær við Hurrycane
ístaðin, og eg fór við honum yvir á
Eysturlandið.
Vit vóru ikki meira enn farnir av
Havnini, tá skonnartin við Georg
Hansen kemur á Havnina at taka
meg við. Men eg misti ikki so
nógv, tí skonnartin fór á land stutt
eftir og gjørdist vrak.
Hurrycane var eitt gott, men
lítið skip, tók eini 300 skippund.
Óla Svend átti hana sjálvur. Vit
fóru so hiðani og skuldu taka
ein mann á Vestmanna. Tað var
Jóan Frederik í Leynum. Hann
var pápi Mikkjal Helmsdal, sum
seinni gjørdist landsverkfrøðingur.
Tá vit koma á Vestmanna er
grindaboð, so vit fóru allir í
grind. Hetta gekk gott, tó burtur
sæð frá, at vit mistu bátin, sum
vit høvdu lænt. Men hann kom
undir grindaskaða. So fóru vit av
Vestmanna og høvdu nóg mikið
av grind og spik við okkum. Tað
gekk hampiliga gott.
Tá varð so nógv fiskað undir
Langanesi. Tað var sagt at
Svendsen var grovur at sigla.
Eg minnist, at Jóan Fredrik stóð
hatt- og klútaleysur bundin við
róðrið. Vit høvdu vindin aftan, og
tá skuldi vera ein góður maður
við róðrið. Jóan Fredrik var ein
ordiligur sjómaður. Hann hevði
siglt fleiri ár í Onglandi, og hann
hevði eisini ført trolara. Hetta var
í 1913 og eg var bara ein túr við.
Albert:
Til fiskiskap
Albert, pápi Johan, var ein av teimum gomlu »røttu« javnðararmonnunum í
Havn, og tað sama var við Onnu. Hann gjørdi upp við seg sjálvan longu sum
18 ára gamal, at sosialisman var tað rætta
Næstu ferð:
Í komandi parti greiðir Albert
frá síni sigling til Íslands undir
fyrra veraldarbardaga
Familjan Norðfoss. Myndir er tikin í 1940. Aftast frá vinstru: Olina, Johan og Gunvør.
Fremst: Bernhard, Anna, Dánjal, Albert og Sigmund
Albert fór til skips við Súluni