mikudagur 30. apríl 2008síða 31
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 82 • 30. apríl 2008
MIÐvIkaN
31
havhestasjúku.
Tá var tað ein dani, sum var
skipari. Hann æt Niels og varð
kallaður Niels Glasrøv. Hann
var so ómetaliga sterkur, var ein
rættiligur kraftkalur. Hann var
eisini sera brutalur. Um man ikki
tørnaði út í stundini við útpurr
ing, tók hann í heratoppin á
viðkomandi og blakaði hann út
úr koyggjuni. Hetta fekk eg eisini
roynt. At enda lá mann bara og
lúrdi, til hann hoyrdist, og so
var at sleppa sær úr koyggjuni í
stundini. Hetta gjørdi, at eg fekk
eitt innbygt ur. Eg havi ongantíð
brúkt vekjaraklokku. Skal eg upp
kl. 2 um náttina, so fari eg eisini
upp uttan hóvasták.
Niels fiskaði einki serligt. Vit
vóru í Íslandi. Eg skuldi vera
kokkur, men tað lá einki serliga
væl fyri. Eg hevði sjóverk, báturin
rullaði so ónátturliga illa. Bússan
og kappin vóru fremst í gronini.
Tá ein kom niður var farið aftur
eftir. Fyrsta túrin misti eg 14 pund
og var 14 dagar burtur. Lønin var
80 kr. um mánaðin + bonus, um
nakað var til avlops. Tað var ikki
so galið tá í tíðini. Hinir fingu
prosentir.
Vatn var lítið av. Tangin var sum
ein vanlig petroleumstunna til
støddar. Hann stóð á dekkinum.
Hetta var vatnið, vit høvdu við
fyri 14 dagar, so her var neyðugt
at spara. Hetta við kokkingini
gavst eg við og fór út á dekkið.
Tað dámdi mær betri. Eg var við
tað árið. Men lítið kom burturúr
sum dekkari. Sølurnar vóru so
vánaligar. Um man seldi fyri 150
sterlingpund, sum tá var 20 kr.
pundið, var hetta ein vanligur
túrur. Men hetta var lítið meira
enn fyri útreiðslur.
Tað vóru fleiri danir við, men
ein føroyingur sum eg minnist var
Hans Karli við Stein. Hann var
javngamal við meg, hann doyði í
2004. Hann var beiggi Polluks og
tískil pápabeiggi Kára við Stein
okkara tíðindamann í Grønlandi.
Jógvan á Dul, sonur Agnas, var
stýrimaður.
Tá landað varð í Grimsby brúktu
teir ikki spæl. Tríggir mans stóðu
á dekkinum og hálaði fiskin upp í
kurvum. Hetta gekk kortini skjótt
fyri seg.
Fór at lossa
Tá ið eg so kom heim aftur fór
eg at royna at fáa ein lossikjans,
og tað fekk eg. Har var eg hepp
in. Hetta kom nokk av tí, at eg
hevði hjálpt mammu at vaska
um morgnarnar, og tí kendi
arbeiðsformannin.
Men hetta við lossingini var
miskunnarleyst. Tað var 14. hvønn
dag at lossað varð fast, og tað
var tá ið Tjaldrið kom. Tað komu
kanska einir 100 mans oman á
kajuna í vón um at fáa arbeiði.
Men teir skuldu bert brúka 15 ella
20, sum so arbeiðsformaðurin
skuldi pilka úr rúgvuni. Restin
mátti so til hús við ongum.
Vit skuldu eisini bunkra Tjaldr
ið. Tað skuldi hava 60 tons av koli
hvørja ferð tað kom. Kolið varð
koyrt uppí leypar í kolagarðinum
hjá Skipafelagnum. Fyrst varð tað
lempað uppí eina vekt, og síðan
stúrtað í ein leyp. So var leypurin
lyftur upp á bakið á einum manni.
Síðan var gingið tvørtur um kaj
una, og so upp í ein leytara. Til
seinast varð kolið stúrtað í deksli
til kollastina. Hetta mátti vera
sera arbeiðskrevjandi.
Hetta tók tó ikki fullan dag,
einar 68 tímar. Tað vóru 100
pund av koli í hvørjum leypi. Men
leypurin sjálvur vigaði 20 pund,
og var ofta ófantaligur.
So einaferð høvdu vit brúk fyri
nøkrum monnum til at bunkra
Tjaldrið. Tað vóru nógvir sum
stillaðu seg upp. Nakrir menn
vórðu úvaldir at taka ein leyp, og
eg var ein teirra.
So peikaði formaðurin eisini
uppá ein mann um at koma at
arbeiða. Hann hevði verið við
trolara, men hevði fingið ein
snudd og var blivin nakað lamin.
Hann haltaði nakað. Men hann
var raskur kortini.
Tað vóru tveir, sum skuldu fylla.
Tað vóru tvær vektir. Teir sum
fyltu, skuldu skiftast um at lyfta
leypin uppá teir, sum skuldu bera.
Men so einaferð varð hetta
arbeiðið liðugt og nevndi maður
spyr: »Hvar skal eg so fara?« »Tú
skalt fara handan vegin«, og so
peikaði formaðurin heim eftir
kajuni. Tá stóð nógv á mær. Eg
visti, at hesin var ein raskur og
góður fyllari. Hann hevði tveir
dreingir til fosturs og hevði tungt
hús. Hann búði úti á Reyni, og
umstøðurnar vóru ikki góðar.
Og so bara at biðja hann fara
heim aftur! Eingin tordi at siga
nakað. Segði man nakað, so var
viðkomandi ikki biðin aftur. Hetta
vóru treytirnar hjá arbeiðarum tá
í tíðini.
Vit skuldu eisini bunkra Smiril.
Tað tók tveir tímar at bunkra
hann. Her vóru tvey deksil. Eitt
til kolið at koyra niður í og eitt til
at stoyta øskuna á sjógv. Onkur
koyrdi kolið í øskuholið. Spurdur
hvat hann gjørdi, svaraði hann:
»Jú, eitt hol og annað!«
Tað hendi ofta, at kol fór
á sjógv í samband við slíka
bunkring. Tá vóru tað teir, sum
við eini kurv royndu at trola hetta
kolið upp aftur úr sjónum, so tað
kundi dríggja um heima við hús.
Teir kundu fáa uppí eina kurv av
koli, og hetta kundi muna væl.
Hetta var at enda forboðið, tí
teir søgdu, at hetta undirmineraði
kajuna. Men hvat skuldi man
gera, kolið kostaði jú nógvar
pengar. Summir høvdu jú ikki torv
heldur. Eg plagdi at keypa kol
uppí eina spann úti hjá Valdemar
Lützen. Hon kostaði 25 oyra.
Saman við torvi kundi hetta
strekkja eina viku.
Søgan um Elsu
Í seinasta parti greidd vit frá
Magnus, beiggi Dánjal í Horni,
og konu hansara Elisabeth, sum
vóru foreldur Vilhelm (Tórsheim),
Magnus og Evu.
Her var Sámal útigloymdur.
Hann fór til Amerika í 1912.
Konan Kristianna, kallað Kista, og
børnini fóru seinni í 1919. Við sær
hevði hon yngstu dóttir Vilhelm,
Elsu, sum hon hevði tikið til sín,
aftaná at mamman Petronella
var deyð í 1910. Kristianna var
dóttir Johan Simonsen í Hoyvík.
Petronella var úr Funningi. Hon
hevur stein í gamla kirkjugarði.
Petronella og Vilhelm áttu
umframt Elsu, Magnhild, Miu,
Magnus, Petur og Evu Margretha,
sum doyði sum nýføðingur umleið
14 dagar áðrenn mamman. Sámal
og Vilhelm búðu báðir í Magnus
Heinasonargøtu. Elsa kom ikki
aftur til Føroyar. Hon giftist og
fekk børn, og ættin plagdi at fáa
brøv frá henni.
Millum tey sum arbeiddu saman við Johan í Smæruni var Hedvig, dóttir
gamla Knút skómakaran. Her er hon saman við manninum Juul Olsen,
ættaður úr Nólsoy
Smæran var ein av størstu handlunum í Havn, tá ið Johan var ørindadrongur, og bar vøruna út í leypi
Hans Jacob í Smæruni (1890-1967)
Næstu ferð
Í komandi parti fer
Johan rættuliga til skips.
Hann fer við Turid hjá
Zacharias Heinesen