mikudagur 30. apríl 2008síða 44
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
44
Nr. 82 - 30. apríl 2008
Tónleikur
Havnar Jazzfelag hevur
fingið høli at halda til
í í Tórskjallaranum
á Sverrisgøtu 22. Her
fer felagið framyvir
at hava tónleikakvøld
tvær ferðir um vikuna,
og byrjað verður longu
í annaðkvøld kl 21.00
við Benjamin Petersen
og Eivør Pálsdóttir
- Tað vantar ein pallur her í
landinum fyri jazz, fólkatónleik
og rokk, ið kom fram tá í
70unum, og eg haldi tí, at tað er
fantastiska gott, at Havnar Jazz-
felag hevur tikið initiativ til at
gera hetta aftur, sigur sangarin og
sangskrivarin Martin Joensen,
sum eisini er settur at framføra
við bólki sínum í Tórskjallara-
num um tvær vikur.
Mong eru tey, ið minnast
frálíku tónleikakvøldini í Perluni,
har Havnar Jazzfelag helt til
afturi í 70unum. Lítil ivi er í, at
Perlan virkaði við til at víðka
karmarnar um rútmiska tónleikin
her á landi. Tí her hittust
tónleikarar og hildu konsertir,
royndu frítt samanspæl ella »Jam
Session«, ið tað eisini verður
kallað.
Progressiviteturin
fekk pláss
Tó so, ikki einans jassur og jam
var á skránni, men eisini annað
slag av tónleiki, so sum fólka-
tónleikur og rokkur, tí megin-
reglan var at geva progressivi-
tetinum rúmd.
Har í Perluni sluppu øll at
royna seg, og ikki sørt kom av
skafti. Tí tað, sum er mest
umráðandi fyri ein tónleikara,
eins og ein sjónleikara, ella fyri
so vítt ein fótbóltsleikara, er, at
umstøður eru at spæla, venja, og
aftur at spæla. Og hetta fyri
síðani at royna seg í samanspæli
við hini, tí einans av royndum
kunnu úrslit røkkast.
Tónleikur meira enn
valsur og tango
Ikki vóru tað øll, ið skiltu tey
sokallaðu »Perlutrøllini«, ið
kundu sita kvøld eftir kvøld og
lurta eftir løgnum mótljóði. Og
at tónleikur var meira enn valsur
og tango, sum skuldi dansast
eftir, fataðu fleiri einki av. Men
at hesi ikki fataðu tað, tá Perlan
var savningarstað um tónleikin í
Havnini, er ikki løgið. Tey
tilkomnu vóru nevniliga ikki
partur av tí rembingartíð, ið var
um allan heim, hvat ungdóms-
mentan viðvíkti. Men sannleikin
var, at eisini her til lands rak
rákið, heldur seinkað, sum alt
annað, hóast mong mettu rákið
reka skeiva leið.
Rákið heldur fram
í annaðkvøld
Hví henda part av siðsøgu í
einum tíðindastubba, ið snýr seg
um tónleik, spyrt tú kanska. Jú,
tað er soleiðis vorðið, at Havnar
Jazzfelag enn sum altíð hevur
eina ætlan um at styrkja rútmiska
tónleikin í Føroyum. HJF hevur
leitað sær innivist í sera væl
hóskandi Tórskjallaranum, í
sjálvum hjartanum í høvusstað-
num, á Sverrisgøtu 22. Har
verður tónleikur á høgum støði
frá nú av framførdur hvørt
hóskvøld og sunnukvøld.
Tiltakið byrjar longu í annað-
kvøld, sjálvan Arbeiðaradagin
tann 1. mai frá kl 21 - 23.30. Á
skránni í morgin er jazzur frá
Benjamin Petersen við serligari
vitjan av Eivør Pálsdóttir.
Hesin pallurin vantar
- Tað var jú ein kempi stórur
partur av tónleikalívinum her tá í
70unum, og tað hevði velduga
stóra ávirkan á allan tann før-
oyska tónleikapallin, sum hann
var. Eg var ikki sjálvur so aktivur
tónleikari júst tá, men eg gekk
sum gestur í m.a Perluni, tá tiltøk
vóru har, sigur sangarin og
sangskrivarin Martin Joensen um
átakið hjá Havnar Jazzfelag.
- Eg haldi, at tað er fantastiska
gott, at tey eru farin í holt við
hetta aftur, tí tað vantar nevniliga
ein pallur her í landinum til jazz,
fólkatónleik og rokk, ið kom
fram tá. Tað eru nevniliga ikki
øll, sum hava føling við tí
nýggja, elektroniska rákinum,
sum er frammi nú, greiðir hann
frá.
Martin Joensen skal framføra
við bólki sínum í Tórskjallaran-
um um góðar tvær vikur,
hósdagin tann 15. mai kl 21.00.
Perlutrøllini koma fram aftur
Havnar Jazzfelag fer framyvir at hava reglulig tónleikakvøld í Tórskjallaranum. Byrjað verður longu í annaðkvøld kl 21.00 við jazzi frá Benjamin Petersen og
serligari vitjan av Eivør Pálsdóttir.
Mynd: Sunva Eysturoy
Spælimenninir, ein av varðunum frá 70unum, sum er til enn í dag, framføra til stóra konsert í Læraraskúlahøllini í
1981, tá Havnar Jazzfelag fyllir fimm ár.
Aftast frá vinstru: Sharon, Anette Bonde, Frands Sørensen, Ernst Dalsgarð, Erling Olsen, Thorkil Arnskov, Brandur
Øssursson.
Framman frá vinstru: Kristian Blak, Erlendur Simonsen, ókendur, John Dalsgarð.
Mynd: Ole Wich
Skráin komandi tvær
vikurnar:
Hós 1. mai kl 21.00: Benjamin
Petersen við Eivør Pálsdóttir
Hós 8. mai kl 21.00: Yggdrasil
við Richard Nunns (NZ)
Sun 11. mai kl 20.00: Folk
session
Hós 15. mai kl 21.00: Martin
Joensen Band
Sun 18. mai kl 20.00: Folk
session