mikudagur 30. apríl 2008síða 45
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 82 - 30. apríl 2008
45
Viðmerkingar til tónleikasíðurnar? Hugskot til tónleikatíðindi?
Skriva til sunneva@sosialurin.fo
Lagt til rættis:
Sunneva H. Eysturstein
sunneva@sosialurin.fo
Veto
Heiti: Chrushing Digits
Útgávudagur: 5. mai
Plátufelag: Reset08/Sony BMG
Stutt um:
Tað eru nú
tvey ár síð
ani, at
danski bólk
urin Veto
kom við
debutútgáv
uni »There’s
A Beat In All Machines«. Tann 5. mai
kemur næsta útgávan hjá teimum,
ið verður kallað »Crushing Digits«.
Tónleikurin á hesari útgávuni sigst
at vera meira dansivinarligur og
eksperimenterandi enn tann á tí
fyrru. Forsangarin, Troels
Abrahamsen, sum eisini gongur
undir DJ heitinum SuperTroels,
sigur m.a um komandi fløguna, at
kompositiónirnar á henni eru
einfaldari, ímeðan arrangementini
eru meira innviklað, og at teir gleða
seg til at møta fólki við hesum
nýggja, elektroniska ljóðinum.
Keyp fløguna á cdwow.com
Net: myspace.com/vetosite
Gavin DeGraw
Heiti: Gavin DeGraw
Útgávudagur: 5. mai
Plátufelag: Sony BMG
Stutt um:
Fyri gott og
væl fimm
árum síðani
gav Gavin
Degraw út
fløguna
»Chariot«,
sum eisini
gjørdist stóra gjøgnumbrotið hjá
honum. Næsta útgávan hjá honum,
ið kemur á hillarnar hendan
mánaðin, fer at flyta seg meira yvir í
rokkættina, men fer alíkavæl eisini
at innihalda nakrar klaver
kompositiónir. Kærleiksløgini, ið
domineraðu á fyrri útgávuni hjá
honum, fara eisini at vera at finna á
hesari, tó við tyngri gittara og
skjótari rútmu.
Komandi fløgan, ið kallast »Gavin
DeGraw« er framleidd av Howard
Benson, ið fyrr hevur arbeitt við
nøvnum sum My Chemical
Romance, Daughtry og Motörhead.
Keyp fløguna á amazon.co.uk ella
digitalt á iTunes.
Net: myspace.com/gavindegraw
Iron Maiden
Heiti: Somewhere Back In Time
(Best of ’80’89)
Útgávudagur: 12. mai
Plátufelag: EMI
Stutt um: Í
næstan 30
ár hevur
heavy metal
bólkurin
Iron Maiden
borðreitt
fjepparum
kring heimin við hørðum
rokktónleiki og enn harðari
konsertum. Bólkurin er júst nú á
heimsumfatandi konsertferð, sum
gongur við strúkandi ferð, og fyri at
seta prikkin yvir i’ið, hava teir
avgjørt at geva út eina savnsfløgu,
kallað »Somewhere Back In Time
The Best of: 1980 – 1989«.
Hetta er eitt savn av løgum frá
teirra fyrstu sjey útgávum umframt
einari live útgávu. Er allarhelst eitt
gott boð til einhvønn, ið júst hevur
uppdagað Iron Maiden og ynskir at
fáa eina samanumtøku av yrkis
leiðini hjá teimum.
Keyp fløguna á amazon.co.uk ella á
play.com
Net: myspace.com/ironmaiden
Kings X
Heiti: XV
Útgávudagur: 19. mai
Plátufelag: InsideOut Music
Stutt um:
Amerikanski
rokkbólk
urin King’s
X, ið er kend
ur fyri sína
feitu saman
seting av
progressiv
um metallið, grunge, funk, soul,
gospel og blues og tekstir, ið
mestsum altíð snúgva seg um
persónlig stríð hjá bólkalimunum,
gevur í næstum út fløguna »XV«
»XV« er upptikin og miksað í
Wireworld Studios í Nashville,
Tennessee við framleiðaranum
Michael Wagener, sum eisini
framleiddi seinastu fløguna hjá
teimum, »Ogre Tones«, ið kom út í
2005. Umframt King’s X hevur
Wagener eisini arbeitt við eitt nú
Metallica, Megadeth, Skid Row og
Alice Cooper.
Bílegg fløguna longu nú á
kingsxrocks.com ella á amazon.co.
uk
Net: myspace.com/kingsx
Scarlett Johansson
Heiti: Anywhere I Lay My Head
Útgávudagur: 19. mai
Plátufelag: Atco Records
Stutt um:
Tey eru óiv
að mong, ið
bíða bæði í
spenningi
og í skepsis
eftir debut
fløguni hjá
sjón
leikarinduni Scarlett Johansson.
Vónirnar fyri fløguni eru ógvuliga
ymiskar, men eftir øllum at døma
kunnu vit vænta okkum ein heilt
góða útgávu frá hesi ungu
kvinnuni.
»Anywhere I Lay My Head«
inniheldur tøkuløg hjá Tom Waits,
harímillum eitt lag, nevniliga »Song
For Jo«, ið er skrivað av Scarlett
sjálvari. Við á fløguni eru m.a Nick
Zinner úr Yeah Yeah Yeahs og Sean
Antanaitis úr Celebration.
Harumframt hevur hon sungið tvey
av løgunum inn við ongum minni
enn David Bowie.
Keyp fløguna á amazon.co.uk
Net: myspace.com/scarlettalbum
Komandi fløgur
Ummæli ★★★★★★
Tutl
Summir bólkar gera
tað best, tá teir brúka
nógvar tímar við at taka
upp í studio. Men so
eru aðrir bólkar, sum
rokka somikið nógv, at
teir gera tað væl í studio,
men gera tað uppaftur
betri live. 200 eru tað
seinna av hesum
Tí er tað eisini øgiliga væl
hóskandi, at teir júst hava givið
eina live-fløgu út. Fløgan, ið
eitur »200 Decibel« varð
upptikin, tá 200 framførdi á
Roskilde festivalinum í 2006.
Má upplivast í núinum
Tað eru tvær orsøkir til, at eg
haldi, at ein bólkur sum 200 ger
tað best live.
Tann fyrra er, at slíkur punk-
rokkur má upplivast í núinum.
Tað er ikki tí, at studiofløgurnar
hjá teimum ikki eru feitar ella
spontanar, men hendan live-
fløgan er bara uppaftur feitari og
meira spontan, tí alt á henni
hendir beint har og beint tá, teir
stóðu á pallinum á Roskilde fyri
gott og væl tveimum árum
síðani. Tað ger heildarinntrykkið
rátt, beinrakið og ræðuliga hart.
Tann seinna orsøkin er, at 200
og kanska serliga forsangarin
Niels A. Galán hava ein
stuttligan, provokerandi humor.
Tað kemur framm ígjøgnum
tekstirnar í ein ávísan mun, men
ongantíð so væl, sum tá Niels
sleppur at sláa seg leysan
framman fyri einari kókandi
fjøld. Tað skemtið og tann
provokatiónin, sum mann upp-
livir á livekonsertum hjá teimum,
er nevniliga komið við á hesa
livefløguna. Og tað er eitt stórt
pluss í sær sjálvum, tí boðskap-
urin fer frá at bara vera politiskt
provokerandi til at verða tað
uppá ein stuttligan, sarkastiskan
máta við frágreiðing um tekstir-
nar og/ella skemti millum sangir-
nar.
Heildin er framúr
»200 Decibel« er sett saman av
nøkrum av bestu løgunum frá
teimum trimum studiofløgunum,
200 hava givið út higartil. Tað
gongur skjótt fyri seg; teir tríggir
Niels, Mikael Blak og Uni
Árting rokka og fresa, alt teir
kunnu, og fólkið elskar tað. Løg
sum »Tað einasta góða«,
»Muscleman Blað«, »Fjern den
klud«, »Sig ikki nei, Kaj« og
»Drotningavitjan« saman við
rópandi og skrálandi fjøldini,
gjøgnumtreingjandi Elvis-
ljóðinum í røddini hjá Niels,
fjolli og harcore punkrokki ger
»200 Decibel« til eina framúr
góða live-fløgu, sum avgjørt
hevur uppiborið á fáa seks
stjørnur. Væl gagnist.
»200 Decibel«
Fjoll, fres, skrál
og punkrokkur
alt í senn