Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-02, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. mai 2008síða 8

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 83 - 2. mai 2008 Stutt Sagt Dalai Lama stóra ávirkan Andaligi leiðarin hjá tibe­ tanum, Dalai Lama, er tann einstaklingur í heimi­ num, sum hevur størstu ávirkanina. Tað heldur tíð­ arritið Time, sum á hvørj­ um ári metir um, hvørjir einstaklingar hava serliga stó­ra ávirkan. Sambært tíðarritinum er Dalai Lama tann við teirri størs­ tu ávirkanini, og næstur honum er fráfarandi russ­ iski forsetin, Vladimir Put­ in. Amerikanski forsetin, George W. Bush, er á sjeynda plássi, meðan Bar­ rack Obama, Hillary Clint­ on og John McCain, sum stríðast um at taka við eft­ ir hann, eru á ávikavist triðja, fjó­rða og fimta plás­ si. Ímillum teirra og Bush er kinesiski forsetin, Hu Jintao. Bush kann so ugga seg við, at hann var als ikki á listanum í fjør. Tað eru ikki bara anda­ ligir leiðarar og politikarar, sum hava ávirkan á fó­lk og viðurskifti. Tað hava filmsfó­lk og onnur kend andlit eisini, og sambært Time standa Brad Pitt, Angelina Jolie og Oprah Winfrey á teimum ovastu plássunum á tí listanum. Týskt í Bretlandi Týska flogfelagið Luft­ hansa hevur gjørt avtalu við bretska flogfelagið British Midland um, at týska felagið skal yvirtaka tað bretska. Lufthansa eig­ ur sum er 30 prosent av partapeninginum í British Midland og yvirtekur hin partin innan tvey ár. SAS eigur 20 prosent av British Midland og hevur játtað at selja, og tað hevur aðal­ stjó­rin í BM, Michael Bis­ hop, eisini. Hann eigur 50 prosent av felagnum. Brit­ ish Midland er tað flogfe­ lag, sum hevur næstflest lendingarloyvi á Heath­ row­flogvøllinum í Lond­ on. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk -Vit halda áfram at leita eftir Maddie, til vit fáa vissu fyri, at hon ikki er á lívi longur (Kate McCann) útlond Eingin amerikanskur forseti hevur havt so lítla undirtøku millum amerikanararnar sum George W. Bush Harry S. Truman setti met sum amerikanskur forseti, tá hann í 1952 fekk at vita, at heili 67 prosent av amerikanska fó­lkinum vó­ru misnøgd við hann og avrik hansara. Tað var um reppið, at Truman misti metið 22 ár seinni, tá 66 prosent søgdu, at tey vó­ru misnøgd við Richard Nixon sum forseta og tað, sum hann avrikaði. Men nú hevur Truman mist metið, tí ein kanning hjá CNN vísir, at 71 prosent av amerikanska fó­lkinum eru misnøgd við George W. Bush, forseta og hansara hátt at stýra landinum. Bush kann so ugga seg við, at tað eru hó­ast alt fleiri, sum eru nøgd við hansara avrik, enn Truman og Nixon kundu vísa á. 28 prosent siga seg vera nøgd við Bush. Hjá Truman og Nixon vó­ru tølini ávikavist 22 og 24. Tað er serliga kríggið í Irak, sum trýstir umdømið hjá Bush í botn. 68 prosent av teimum, sum CNN hevur spurt, siga, at tey eru ímó­iti krígnum. 30 prosent taka undir við tí. Bush á botni Amerikanarar halda lítið um George W. Bush sum forseta Mynd: Polfoto Í morgin er eitt ár, síðani Madeleine McCann hvarv av einum hotelli í Portugal. Árið hevur verið sum ein ræðufilmur, sigur Garry McCann ­Hon er á lívi onkunstaðni, og vit biðja øll hjálpa okkum at finna hana, segði Gerry McCann. ­Vit fara at leita, til vit fáa pró­gv fyri, at hon ikki er á lívi longur. Tað skylda vit Madeleine, skoytti Kate McCann uppí, tá bretska sjó­nvarpið BBC hitti tey bæði í sambandi við, at eitt ár er liðið, síðani dó­ttir teirra hvarv í Algarve í Portugal tann 3. mai í fjør. Í samrøðuni við BBC greiddu tey bæði frá, at tey hava fingið fleiri brøv frá fó­lki, sum leggja tey undir bæði líkt og ó­líkt í sambandi við, at Madeleine hvarv. Tey hava eisini fingið brøv frá fó­lki, sum siga seg síggja meiri enn onnur, og fleiri hava eisini skrivað, at tað var skeivt av teimum at lata børnini vera einsamøll eftir á hotellinum vanlukkukvøldið. Garry McCann hevði tikið eitt av brøvunum við sær: ­Dó­ttir teirra doyði, tí tit hugsaðu bara um tykkum og at hugna tykkum. Skammið tykkum. Vó­nandi fara tit at líða allar tykkara dagar, stó­ð millum annað í brævinum. ­Hjá okkum hevur hetta árið verið sum ein ræðufilmur, sigur Gerry McCann við BBC. Eitt ár síðani Madeleine hvarv Garry og Kate McCann í samrøðu við BBC í gjár Mynd: Polfoto Madeleine McCann er í dag fýra ár, um hon er á lívi Mynd: Polfoto Tað hevur stóran týdning, hvat Dalai Lama sigur og ger Mynd: Reuters