fríggjadagur 2. mai 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 83 • 2. mai 2008
Vikuskifti
7
- Útyvir, at eg hevði áhuga
fyri at halda fram við hesum
arbeiðinum, sjálvt um eg nú
var vorðin pensjónistur, var
tað soleiðis, at ongin hevði
neyðuga førleikan at yvirtaka
hesa uppgávuna. Aftan á 1997,
tá starvsfelagi mín fór á pensjón,
var eg tann einasti at gera
hetta arbeiðið, sigur Sævar
Jóhannesson.
Av somu orsøk hevur føroyskt
gifti íslendingurin verið við
til at uppklára eina rúgva av
brotsverkum. Hann hevur ikki
talið á tí, men talan er um fleiri
hundrað. Mest innbrot, men
til dømis eisini smuglara- og
narkobrotsverk. Bara síðsta ár
var Sævar Jóhannesson við
til at uppklára 40 mál. Ella 40
pluss, sum hann sigur, tí tá eitt
brotsverk er uppklárað, kann tað
vera við til at uppklára okkurt
annað mál eisini.
Tey seinnu árini hevur alt
gingið fyri seg á teldu. Hetta fer
fram á tann hátt, at eitt ávíst
fingramerki verður skannað inn
á telduna, og so finnur teldan 10
skrásett fingramerki fram, sum
líkast tí nýggja.
- Síðani er tað upp til mín at
finna útav, um nakað av hesum
er tað rætta. Og hesum skal eg
vera 100 prosent vísur í, tá ein
brotsmaður verður útpeikaður,
sigur Sævar Jóhannesson.
Tá talan er um stór brotsverk,
sum til dømis dráp, eru tey
tekniski prógvini oftani fingin til
vega við at gera dna-kanningar á
brotstaðnum, men leitað verður
sjálvandi eisini eftir fingramerkj-
um, sum síðani koma inn og
verða kannaði.
- Eg fari ikki út á brotstaðið,
men fái fingramerkini inn, og
kanni tey síðani.
Spurdur um hann nakratíð
hevur verið úti fyri, at tey
prógvini, sum hann hevur fingið
til vega gjøgnum fingramerki,
ikki hava hildið í rættinum, sigur
Sævar Jóhannesson:
- Ongantíð. Prógvini hava
altíð hildið í sambandi við
rættarsakina. Fyri nøkrum døgum
síðani var eg í rættinum og
vitnaði, har tann ákærdi nokaði
at hava verið á brotstaðnum,
men tá fingramerki hansara vóru
á staðnum, so var ongin bøn, og
hann varð dømdur,
So tað er ongantíð nakað at
taka feil av?
- Nei, tað er nevniliga soleiðis,
at um eg ikki eri heilt sikkur í,
at tað er viðkomandi, so kemur
ivin honum til góðar, sigur Sævar
Jóhannesson, sum er í Føroyum
og ferðast minst einaferð um
árið, og oftani meir enn tað.
Hann eigur nevniliga seks
føroysk abbabørn, tí elsta
dótturin, Elsebeth Hansen, er gift
á Nesi. Maðurin hennara er Oleif
Hansen.
Hini bæði børnini hjá Emmu
og Sævar búgva í Íslandi og
Danmark. Sonurin, Jóhannes
Albert Sævarsson, er advokatur í
Reykjavík, meðan dótturin, Marta
Sævarsdóttir, er fólkaskúlalærari
og býr í Herlev. Øll børnini tosa
sera gott føroyskt, ið tey hava
lært sum børn ígjøgnum tær
mongu summarferiurnar hjá
ommu og abba á Nesi.
Omman og abbin her í Føroyum,
sum náddu at halda nakað so
sjáldsamt sum jarnbrúdleyp – tað
er 70 ár í hjúnarlag – áðrenn tey
løgdu árarnar inn fyrrapartin av
nítiárunum, vóru Elsebeth og
Tummas Hansen; vanliga nevndur
Tummas í Gerðinum.
Jóhannes og Marta eiga
ávikavist trý og tvey børn hvør, so
tilsamans eiga Sævar og Emma
11 barnabørn.
Yngsta dóttirin, Marta Sævarsdóttir, býr í Herlev við Keypmannahavn. Her avnymdað saman við mammuni, Emmu
Hansen, ið er ættað av Nesi, sum Sævar Jóhannesson hevur verið giftur við í sløk 48 ár
Seinstu 45 árini hevur Sævar Jóhannesson, sum hevur føroyska konu, arbeitt við at skráseta og týða fingramerki