fríggjadagur 2. mai 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 83 - 2. mai 2008
SEV hevur í kvittan
um at gera íløgur fyri
1,6 milliardir krónur
komandi tíggju árini.
Hetta skal fíggjast
við lántøku á 150
milliónir um árið í
tíggju ár
ÚTBYGGING
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
SEV hevði umboðsnevnd
arfund mikudagin á Hotel
Føroyum. Millum málini á
fundinum var ein tíggju ára
íløguætlan, sum umfatar
útbygging av vatnorkuni
hjá
felagsskapinum
í
serligan mun.
Ætlanin er at økja fram
leiðsluna av varandi orku
keldum úr verandi 45% upp
í 55% av orkuni hjá SEV,
sigur
Hákun
Djurhuus,
stjóri.
Settar verða av fyri 1,6
milliardir krónur komandi
tíggju árini, harav tær 800
millónirnar verða markaðar
til víðari útbygging av vatn
orkuni. Serliga trý nýggj
øki eru áhugaverd í hesum
sambandi, og tað er eitt øki
í Vágum, eitt í Vestmanna
og so serliga eitt øki í
Norðurstreymoy,
sunnan
vert Haldórsvík.
Hetta øki er serliga
spennandi, tí tað gevur
størstu framleiðsluna. Mett
verður, at við hesi verk
ætlanini fáast góðir 41
milliónir kilowatttímar fyri
áleið 500 milliónir krónur,
sigur Hákun Djurhuus.
Hetta er eisini í samsvar
við landsins politikk, at
minka um CO2 útlátið.
Men hóast SEV roknar
við avlopi á sínum fíggjar
ætlanum, verður neyðugt at
taka upp lán fyri at fíggja
útbyggingarnar.
Roknað
verður við at taka 150
milliónir krónur í láni um
árið komandi tíggju árini,
og tað merkir, at felagið um
tíggju ár fer at skylda yvir
eina milliard krónur. Og tað
er meir enn SEV skyldaði,
tá felagið skyldaði mest
seinast í 1980unum.
Samstundis sum SEV
ætlar at brúka 800 milliónir
til at útbyggja vatnorkuna,
eru bert settar 81 milliónir
av komandi tíggju árini til
at útbyggja vindorkuna.
Tá tú tosar um vatn
orkuútbygging, er talan um
ein tíðarhorisont upp á eini
5060 ár, meðan tú tosar
um 1015 ár, tá talan er um
vindorkuútbygging,
sigur
Hákun Djurhuus.
Á umboðsnevndarfundi
num mikudagin fekk stýrið
eisinik heimild at stovna
eitt partafelag, sum skal
taka sær av allari vatn
orkuframleiðslu framyvir.
1,6 milliardir í íløgum
Hákun Djurhuus,
stjóri í SEV
Mynd: Jens Kristian Vang
Kirkjukonsert á Tvøroyri
Í annaðkvøld, leygarkvøldið kl 19, verður konsert í Tvøroyar kirkju í
sambandið við 100 ára haldið. Tey sum spæla eru, Ungdómsorkestrið hjá
Musikkskúlanum, Tvøroyar Hornorkestur, Jens Mortan Mortensen á
orgul, Mia Káradóttir floytu, Bjarni Berg, klarinett Oddur Hentze klarinett
og Birgitte Schakenburg á flygil. Framført verður hátíðartónleikur lættur
og klassikur tónleikur so sum Bach, Telemann, Mendelsohn og Crusell.
Ungdómsorkestrið spælir eitt kent preludium úr Te Deum og kenda
svenska sálmin “En Vanlig grønskas rika drakt”. Jens Mortan framførir
Fuga og Preludium hjá Bach, og ein trio sum er samansett av tveimum
klarinettum og klaver spæla eitt orkesturverk hjá Mendelssohn.
Stjórnin missir stuðul
Íslendingar eru ikki so væl nøgdir við stjórnarflokk
arnar og teir einstøku ráðharrarnar nú sum fyri bara
einum mánaði síðan. Sjálfstæðisflokkurin heldur
tørn, men hin samgonguflokkurin, Samfylkingin,
fær nú so lítla undirtøku sum ongantíð fyrr í hesum
valskeiðinum. Samstundis siga 58 prosent, at tey
eru nøgd við stjórnina. Tað søgdu 68 prosent fyri
einum mánað síðani, og hesa tíðina er umdømið hjá
fleiri ráðharrum versnað, skrivar Vísir.
Hesuferð væntaðu
vit okkum eitt
gott samstarv við
Vinnumálaráðið,
men nú fíggjarlógar
uppskotið varð borið
niðan í tingið, eru
vit als ikki nevnd, og
tað eru vit ógvuliga
vónbrotin av, sigur
Rani Nolsøe, leiðari í
Íverksetarahúsinum
ÍVERKSETAN
Leo Po1ulsen
leo@sosialurin.fo
Íverksetarahúsið í Klaksvík
hevur virkað í eitt ár nú. Í
fyrstu
ársfrágreiðingini
verður millum annað sagt:
»Í 2007 varð fyri fyrstu
ferð eitt hús til íverksetar
sett á stovn við tí greiða
fyrsta prioriteti, at veita
ítøkiliga og brúkaravinarliga
ráðgeving til vinnuligar
íverksetaraætlanir.
Hjá íverksetum er fyri
munurin við einum íverkset
arahúsi tann, at øll ráð
geving er samlað á einum
stað, og at henda ráðgeving
hevur fyrsta prioritet.
Í einum hevur hetta eisini
ta hepnu avleiðing fyri
Íverksetarahúsið, at før
leikin at veita eina topp
ráðgeving,
hevur
allar
møguleikar at styrkjast, tá
tænastan er samlað á sama
staði, og kjansurin at kunna
arbeiða við einum kritisk
um íverksetarahópi tískil er
størri.
Í sama viðfangi skal
nevnast, at Íverksetarahúsið
er skipað við so fáum fólk
um í starvi sum møguligt,
og júst tí virkar sum ein
opin platformur, har netverk
úr vinnuni, millum royndar
íverksetar og konsulentar
verða brúkt eftir tørvi.
Endamáli við hesi skipan er
bæði at virka í tøttum sam
starvi við vinnulívið, og at
tryggja íverksetum, at teir
altíð verða møttir við teim
um spíssførleikum, sum eru
tøkir í samfelagnum. Tað
tryggjar sjálvandi eisini
relevans og innovatión í
virkseminum, sum í sein
asta enda hevur avgerandi
týdning fyri íverksetarar
nar«.
Rani Nolsøe, leiðari í
Íverksetarahúsinum, hevði
væntað sær so nógv av
positiva
andanum,
sum
Vinnumálaráðið hevur lagt
fyri dagin. Men hann má
bara staðfesta, at enn eina
ferð er bert talan um føgur
orð.
Ikki kappast við privatar
íverksetar
Eg má bara staðfesta, at
fíggjarlógaruppskotið
er
eitt satt vónbrot. Vinnumála
ráðharrin hevur verið og
vitja okkum, og tað tóktist
rættuliga positivt, men nú
fíggjarlógaruppskotið
er
lagt fram, eru vit als ikki
nevnd í tí, sigur Rani
Nolsøe.
Á heimasíðuni hjá Vinnu
málaráðnum førir vinnu
málaráðharrin
fram,
at
Íverksetarahúsið
er
eitt
upplagt evni at fáa pening
frá Vinnuframagrunninum,
men hesum er Rani Nolsøe
als ikki samdur í.
Pengarnar
úr
Vinnu
framagrunninum skulu tey
privatu iniativini hava, teir
skulu ikki brúkast at byggja
upp almennar og privatar
stovnar. Tað, vit allatíðina
hava ført fram er, at fáa
okkara
egnu
konto
á
fíggjarlógini, so vit kunnu
fáa
Íverksetarahúsið
at
fungera til frama fyri før
oyska
íverksetan,
sigur
Rani Nolsøe.
Hann spyr, hvussu tað
ber til, at Vinnumálaráðið
ikki hevur áhuga í beinleiðis
at stuðla einum initiativi,
sum hevur Eik Banka og
næststørstu
kommunu
í
landinum
sum
høvuðs
stuðlar.
Vit hava ongan áhuga í
at kappast við privatar
íverksetar um pengarnar í
Vinnuframagrunninum.
Um politiski myndugleikin
meinar nakað við íverk
setan, so er tað er á fíggj
arlógini, Íverksetarahúsið
hoyrir heima, og ikki í
kapping við privatar íverk
setarar í Vinnuframagrunn
inum, sigur Rani Nolsøe.
Vinnumálaráðið eitt vónbrot
Rani Nolsøe er
ógvuliga vónbrotin av
Vinnumálaráðnum,
sum hann metir sum
eina beinleiðis forðing
fyri virkseminum hjá
Íverksetarahúsinum